Búreisingur - 15.09.1902, Qupperneq 2
134
Útheimurin.
ikki natúrligt, at kongurin ráđdi yvir fólkinum, men at fólkið
ráddi yvir sær sjálvum.
Ríksstýrið mátti á hvorjum ári lána peningar, av ti skatt-
irnir einki munaðu. Um stðir fekst ikki meiri av peningi til
láns. Tá mátti Luđvíkur hin sextandi stevna tingi saman.
Hetta var ikki gjort í nærum 200 ár. í 1789 kom soleiðis
hesin ríksdagurin saman: 300 ađilsmenn, 300 kirkjumenn
og 600 av triðjastanđi. Hesin ríksdagurin skuldi gera útveg
fyri pening — men tað sat ikki við tað! Fleirtalið á riks-
degnum vildi ikki longur tola einveldi. Teir komu
ásamt um ikki at skiljast, fyrr enn Frankaríki hevði
fingið sjálvstýri og fria landaskipan (sum Angland). Kon-
gur visti í fyrstuni ikki, um hann skuldi andøva ella leggja
undan. Men um síðir fór hann at đraga herfólk saman
fyri at tvinga ríksdagin. Táið hetta frættist í hovuðsstaðnum
París (kongur og ríksdagur sat í einum býi stutt utan fyri
París, Versailles), østist fólkið upp har inni. Parísarmenn
valdu sær sjálvir eitt bvstýri. og stórir hópar av fólki streym-
aðu framm móti eini gamlari borg, ið ríksstýrið áður hevði
nýtt til at seta fígginđar sínar fastar í. Borgin varð tikin
við stormi og oyðilogd. Kongur gav nú upp at andøva móti
ríksdegnum, sum úti í Versailles helt á við at gera eina
nýggja grundlóg. Men víða hvar úti á bygdum reistu bønd-
urnir seg og brendu harragarðarnar niður. Og inni í París
var enn ófriður; kornneyð var, og breyðið dýrkaðist. So ein
dagin fóru stórir hópar, mest av kvinnum, vápnaðir út til
Versailles, drupu herfólkið, ið vildi forða teimum vegin, og
kravdu, at kongur skuldi koma við teimum inn til París fyri
at hjálpa í neyðini. Kongur so gjordi, og stutt eftir kom
eisini ríksdagurin inn til hóvuðsstaðin.
I.angt um leingi kom ríksdagurin ásamt um eina nýggja
grundlóg fyri Frankaríki, og kongur undirskrivaði hana. Nú
skuldi ikki longur gerast mismun millum adilsmenn og aðrar,
men allir skuldu standa líka fyri lógunum. Tað mikla jarðar-
góðsið hjá kirkjuni skuldi ognast landinum, státinum, sum so
skuldi løna prestarnar. A hvorjum ári skuldi ein ríksdagur
koma saman á ting, og utan hansara jaminni skuldi eingin
peningur latast út og eingin lóg skrivast. Nú var Frankaríki
vorðið eitt tingbundið kongadømi (»konstitutionelt mon-
arki« róptu teir tað) 0: eitt kongaveldi, ið var bundið av ein-