Búreisingur - 15.09.1902, Síða 2

Búreisingur - 15.09.1902, Síða 2
134 Útheimurin. ikki natúrligt, at kongurin ráđdi yvir fólkinum, men at fólkið ráddi yvir sær sjálvum. Ríksstýrið mátti á hvorjum ári lána peningar, av ti skatt- irnir einki munaðu. Um stðir fekst ikki meiri av peningi til láns. Tá mátti Luđvíkur hin sextandi stevna tingi saman. Hetta var ikki gjort í nærum 200 ár. í 1789 kom soleiðis hesin ríksdagurin saman: 300 ađilsmenn, 300 kirkjumenn og 600 av triðjastanđi. Hesin ríksdagurin skuldi gera útveg fyri pening — men tað sat ikki við tað! Fleirtalið á riks- degnum vildi ikki longur tola einveldi. Teir komu ásamt um ikki at skiljast, fyrr enn Frankaríki hevði fingið sjálvstýri og fria landaskipan (sum Angland). Kon- gur visti í fyrstuni ikki, um hann skuldi andøva ella leggja undan. Men um síðir fór hann at đraga herfólk saman fyri at tvinga ríksdagin. Táið hetta frættist í hovuðsstaðnum París (kongur og ríksdagur sat í einum býi stutt utan fyri París, Versailles), østist fólkið upp har inni. Parísarmenn valdu sær sjálvir eitt bvstýri. og stórir hópar av fólki streym- aðu framm móti eini gamlari borg, ið ríksstýrið áður hevði nýtt til at seta fígginđar sínar fastar í. Borgin varð tikin við stormi og oyðilogd. Kongur gav nú upp at andøva móti ríksdegnum, sum úti í Versailles helt á við at gera eina nýggja grundlóg. Men víða hvar úti á bygdum reistu bønd- urnir seg og brendu harragarðarnar niður. Og inni í París var enn ófriður; kornneyð var, og breyðið dýrkaðist. So ein dagin fóru stórir hópar, mest av kvinnum, vápnaðir út til Versailles, drupu herfólkið, ið vildi forða teimum vegin, og kravdu, at kongur skuldi koma við teimum inn til París fyri at hjálpa í neyðini. Kongur so gjordi, og stutt eftir kom eisini ríksdagurin inn til hóvuðsstaðin. I.angt um leingi kom ríksdagurin ásamt um eina nýggja grundlóg fyri Frankaríki, og kongur undirskrivaði hana. Nú skuldi ikki longur gerast mismun millum adilsmenn og aðrar, men allir skuldu standa líka fyri lógunum. Tað mikla jarðar- góðsið hjá kirkjuni skuldi ognast landinum, státinum, sum so skuldi løna prestarnar. A hvorjum ári skuldi ein ríksdagur koma saman á ting, og utan hansara jaminni skuldi eingin peningur latast út og eingin lóg skrivast. Nú var Frankaríki vorðið eitt tingbundið kongadømi (»konstitutionelt mon- arki« róptu teir tað) 0: eitt kongaveldi, ið var bundið av ein-

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.