Búreisingur - 15.09.1902, Qupperneq 4

Búreisingur - 15.09.1902, Qupperneq 4
Útheimiirin. leysum manni. Men — tað eydnaðist konventinum at fáa frið og rógv aftur i landinum, og at útgera stórar herar, ið ruku landsfíggindarnar burtur aftur. Men nú, táið Frankaríki fór at sigra, hildu nógvir konventsmenn, at »ræðslutíðin« átti at hava enda, og tað evdnaðist teimum at vinna fleirtalið fyri seg og at fáa landastýrið aftur i eitt betri og meiri lóg- bundið lag. Longu undir »ræðslutíðini« hevði Frankaríki vunnið teir fyrstu sigrarnar av teim útlendsku fíggindunum; tí alt her- fólkið var fult av eldhuga fyri tí fríheit og frælsi, ið fíggind- arnir vildu avoyða. Brátt trongdu franskir herar út yvir franskt landamerki og inn í Vesturtýskland, Belgialand og Háland. Og allastaðni hvar teir komu, avsettu teir tað gamla landastvrið og innførdu republikkina. Tí. vórðu teir eisini allastaðni mótitiknir ikki sum fíggindar, men sum vinir, ikki sum fólk, ið vildu kúga og tvinga, men sum fólk, ið vildu loysa, fríggja og frelsa. Sakbrotið. Hetta var hin stóra revolutiónin ella koll- veltingin, ið sum ein ógvilig alda breyt frá grunni og koll- velti alt, ið fyri var. Men ein slík alda mátti eisini gera stórt bakbrot. Og bakbrotið kom skjótt. Av teim ungu herhovdingum, ið førdu teir fransku her- arnar, kundi eingin metast við Napoleon Bonaparte. 27 ára gamal fekk hann her at føra og vann strax ein sigur fyri og annan eftir, hann trongđi inn í Norðuritalialand og haðan djúpt inn í Eysturríkið, ið mátti geva stórar lands- partar frá sær. Nú var einans Angland eftir av ollum Frankarikis fíggindum. Napoleon, ið sá, at Anglands ríkidømi rann frá Inđialand, helt nú tað vera besti hyggjuráðini at fara til Egyptaland, taka tað frá Turkunum og síðan haðan at fara til Indialand. Við stórum heri og flota lendi hann í Egypta- landi og vann strax sigur av Turkunum og tók skjótt heila landið frá teimum. Men Angilskmenninir herjaðu á flota hansara og rudduliga oyðilogdu hann, so at Napoleon nú var avskorin frá Frankaríki og ikki kundi fáa studning til størri fyritøkur. Og á somu tið erraðu fíggindarnir seg upp aftur, Eysturríkis menn brutu inn í Italialand og ruku Franskmenn- inar út. Tað republikánska ríksstýrið í París visti sær eingi ráð, og fólkið misti álitið á tað. Táið Napoleon hetta frætti,

x

Búreisingur

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.