Búreisingur - 15.09.1902, Síða 5

Búreisingur - 15.09.1902, Síða 5
Útheimurin. 137 slapp hann sær á einum lítlum skipi heim til Frankarikis tvortur um Meðalhavið utan at verða sæddur av Angilsk- monnunum, ið tættir sveimaðu . á; havinum. Heimkomin av- setti hann beint framm riksstýrið og gjordi seg sjálvan til einharra, utan at fólkið knarraði. Hetta barst til í 17Q.Q. Napoleon útgjordi nú ein góðan her, vann við honum av Eysturríkis monnum og noyddi teir til at binda frið. Eftir at hava ligið í bardaga utan íslit í 10 ár, var Frankaríki nú aftur hitt størsta og máttmiklasta landið i Evropa, og hin ungi Napoleon hin máttmiklasti maðurin. Og innlendis fekk nú Napoleon gott lag á alt; við pávan í Róm gjordi hann sameining um, at hin katólska trúgvin aftur skuldi vera lands- trúgv 1 Frankaríki. Men Napoleon var ov máttfúsur til at kunna hjálpast við tað, hann hevði vunnið. í 1804 læt Napoleon seg gera til keisara, og varð hann krýndur av sjálvum pávanum. Og stutt eftir logaði bardagin upp aftur. Til sjós var Frankaríki óheppið: flotin mátti aðru ferð dvína fyri Angilskmonnum. Men til lands sigraðu teir fronsku herarnir allastaðni, og allastaðni visti Napoleon seg sum hin einstaki herhovdingin. Bæði Eystur- ríkis menn og Rusmenn og Preussamenn taptu, og Napoieon vann framm líka til Ruslands landamerki. Men so var tað, at Napoleon, ið fyrst og fremst vildi Anglandi ann, í 1807 gjordi sameining við Ruslands keisara um, at teir báðir fyri eftirtíðina skuldu býta Evropa ímillum sín, og í felag leggja ímóti Ánglandi. Týskland skuldi lúta fyri Napoleon, ogDan- mork skuldi tvingast til at hjálpa honum við sínum stóra flota móti Ánglandi. Men Ángland fekk njósn um hetta og skund- aði sær at ræna hin danska flotan, áðrenn Danmork ilt grun- aði. Allar havnir í Evropa skuldu steingjast fyri ángilskum skipum, um teir soleiðis kundu avoyða Ánglands handil og ríkdóm. í fleiri londum gjordi Napoleon brøður og skyldmenn sínar til kongar. Men tá hann eisini vildi gera ein bróður sín til kong i Spanjalandi, reisti alt fólkið seg har ímóti honum. Mangan virðiligan sigur vunnu Franskmenninir, men tó vóru Spanjamenn so áhaldandi, at Napoleon aldrin fekk reiðuliga bilbugt við teimum. Um hetta bilið tóku Rusmenn Finland frá Svoríki. Svenskarnir vildu fegin hava Napoleon til at hjálpa sær við

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.