Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 5
Útheimurin.
137
slapp hann sær á einum lítlum skipi heim til Frankarikis
tvortur um Meðalhavið utan at verða sæddur av Angilsk-
monnunum, ið tættir sveimaðu . á; havinum. Heimkomin av-
setti hann beint framm riksstýrið og gjordi seg sjálvan til
einharra, utan at fólkið knarraði. Hetta barst til í 17Q.Q.
Napoleon útgjordi nú ein góðan her, vann við honum
av Eysturríkis monnum og noyddi teir til at binda frið. Eftir
at hava ligið í bardaga utan íslit í 10 ár, var Frankaríki nú
aftur hitt størsta og máttmiklasta landið i Evropa, og hin
ungi Napoleon hin máttmiklasti maðurin. Og innlendis fekk
nú Napoleon gott lag á alt; við pávan í Róm gjordi hann
sameining um, at hin katólska trúgvin aftur skuldi vera lands-
trúgv 1 Frankaríki. Men Napoleon var ov máttfúsur til at
kunna hjálpast við tað, hann hevði vunnið.
í 1804 læt Napoleon seg gera til keisara, og varð
hann krýndur av sjálvum pávanum. Og stutt eftir logaði
bardagin upp aftur. Til sjós var Frankaríki óheppið: flotin
mátti aðru ferð dvína fyri Angilskmonnum. Men til lands
sigraðu teir fronsku herarnir allastaðni, og allastaðni visti
Napoleon seg sum hin einstaki herhovdingin. Bæði Eystur-
ríkis menn og Rusmenn og Preussamenn taptu, og Napoieon
vann framm líka til Ruslands landamerki. Men so var tað,
at Napoleon, ið fyrst og fremst vildi Anglandi ann, í 1807
gjordi sameining við Ruslands keisara um, at teir báðir fyri
eftirtíðina skuldu býta Evropa ímillum sín, og í felag leggja
ímóti Ánglandi. Týskland skuldi lúta fyri Napoleon, ogDan-
mork skuldi tvingast til at hjálpa honum við sínum stóra flota
móti Ánglandi. Men Ángland fekk njósn um hetta og skund-
aði sær at ræna hin danska flotan, áðrenn Danmork ilt grun-
aði. Allar havnir í Evropa skuldu steingjast fyri ángilskum
skipum, um teir soleiðis kundu avoyða Ánglands handil
og ríkdóm.
í fleiri londum gjordi Napoleon brøður og skyldmenn
sínar til kongar. Men tá hann eisini vildi gera ein bróður
sín til kong i Spanjalandi, reisti alt fólkið seg har ímóti honum.
Mangan virðiligan sigur vunnu Franskmenninir, men tó vóru
Spanjamenn so áhaldandi, at Napoleon aldrin fekk reiðuliga
bilbugt við teimum.
Um hetta bilið tóku Rusmenn Finland frá Svoríki.
Svenskarnir vildu fegin hava Napoleon til at hjálpa sær við