Búreisingur - 15.09.1902, Síða 6

Búreisingur - 15.09.1902, Síða 6
•38 Útheimurin. at fáa Finland aftur, og táið kongur teirra júst nú doyði barn- leysur, valdu teir ein franskan herliovding til kong. Men tað vísti seg skjótt, at hesin fransurin (sum kongur róptist hann Karl Johan) ikki var Napoleons vinur; hann legði lítið lag i at vinna Finland aftur, men vildi heldur søkja Danmork, Frankaríkis vin, og taka Noieg frá tí. Hetta kundi ikki ger- ast, so leingi Rusland og Frankaríki hildu saman. Men tað vardi ikki leingi. Tí táið Rusmenn aftur fóru at opna havnir sínar fyri ángilskum skipum, vildi Napoleon ikki tola hetta, og í 1812 legði hann út í bardaga móti Ruslandi. Tað var ein ómetaliga stóran her, ið Napoleon førdi framm móti Ruslandi; har vóru bæði Fransar, Italiamenn, Týskarir og pólskir menn og aðrir. tí óll tey undirkúgaðu fólkaslógini máttu veita honum krigsmenn. Hann vann vegin framm líka til býin Moskva, djúpt inni í Ruslandi, og var tað ætlan hans at hava vetrartilhald har. Men nú brast eydnan. Rusmenn settu sjálvir eld á Moskva, at fíggindin einki heim skuldi eiga. Býurin brann niður í ósku, og landið rundan um var útpínt og uppetið, so Napoleon noyddist at venda við aftur. Men vetrartíð var, og hesin veturin var so harður, sum eingin visti um at siga; alt steinfrysti, landið var oyðið, og Rusmenn sveimaðu rundan um teir allastaðni, og đrupu ella tóku til fanga allar, ið ikki kvikaðu sær; nógvir doyðu avkulda, mátt- loysi og svongd, og burtur av heila tí ‘/2 milión stóra heri vunnu einans nðkur fá túsund heim aftur til Týsklands. Tá fingu Týskarnir hug til at royna, um teir ikki nú kundu vinna sær sjálvræði og sjálvbjargni aftur. Týsklands kongar og furstar eggjaðu fólk teirra og lovaðu teimum frælsi, fríheit og framburð, um teir vildu reisast til stríð, og yvir heila Týskland streymaðu teir saman í túsundtali; Týsklands ungdómur hevði tað eittans ynski: aftur at reisa tað vanvirda fosturlandið á føtur. Svenskakongurin kom teimum til hjálpar, og brátt byrjaði eisini Eysturríki bardaga við Frankaríki. íðin royndi nú Napoleon alla sína megi, og teir møttust á tí blóðigu gótu við Leipzig 1813. Men Napoleon tapti. Sven- skakongurin fór mótí Danmðrk og tók Noreg frá tí; men hinir trongdu inn i Frankaríki. Napoleon mátti rýma av lan- di sínum. Og I.udvikur hin átjandi, bróður Ludvík hin sextanda bleiv kongur í Frankaríki. Hetta barst til í 1814. Nú skuldu teir, ið vunnið hovdu, býta herveiðina ímillum

x

Búreisingur

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.