Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 6
•38
Útheimurin.
at fáa Finland aftur, og táið kongur teirra júst nú doyði barn-
leysur, valdu teir ein franskan herliovding til kong. Men tað
vísti seg skjótt, at hesin fransurin (sum kongur róptist hann
Karl Johan) ikki var Napoleons vinur; hann legði lítið lag i
at vinna Finland aftur, men vildi heldur søkja Danmork,
Frankaríkis vin, og taka Noieg frá tí. Hetta kundi ikki ger-
ast, so leingi Rusland og Frankaríki hildu saman. Men tað
vardi ikki leingi. Tí táið Rusmenn aftur fóru at opna havnir
sínar fyri ángilskum skipum, vildi Napoleon ikki tola hetta,
og í 1812 legði hann út í bardaga móti Ruslandi.
Tað var ein ómetaliga stóran her, ið Napoleon førdi
framm móti Ruslandi; har vóru bæði Fransar, Italiamenn,
Týskarir og pólskir menn og aðrir. tí óll tey undirkúgaðu
fólkaslógini máttu veita honum krigsmenn. Hann vann vegin
framm líka til býin Moskva, djúpt inni í Ruslandi, og var tað
ætlan hans at hava vetrartilhald har. Men nú brast eydnan.
Rusmenn settu sjálvir eld á Moskva, at fíggindin einki heim
skuldi eiga. Býurin brann niður í ósku, og landið rundan um
var útpínt og uppetið, so Napoleon noyddist at venda við aftur.
Men vetrartíð var, og hesin veturin var so harður, sum eingin
visti um at siga; alt steinfrysti, landið var oyðið, og Rusmenn
sveimaðu rundan um teir allastaðni, og đrupu ella tóku til
fanga allar, ið ikki kvikaðu sær; nógvir doyðu avkulda, mátt-
loysi og svongd, og burtur av heila tí ‘/2 milión stóra heri
vunnu einans nðkur fá túsund heim aftur til Týsklands.
Tá fingu Týskarnir hug til at royna, um teir ikki nú
kundu vinna sær sjálvræði og sjálvbjargni aftur. Týsklands
kongar og furstar eggjaðu fólk teirra og lovaðu teimum frælsi,
fríheit og framburð, um teir vildu reisast til stríð, og yvir
heila Týskland streymaðu teir saman í túsundtali; Týsklands
ungdómur hevði tað eittans ynski: aftur at reisa tað vanvirda
fosturlandið á føtur. Svenskakongurin kom teimum til hjálpar,
og brátt byrjaði eisini Eysturríki bardaga við Frankaríki.
íðin royndi nú Napoleon alla sína megi, og teir møttust á tí
blóðigu gótu við Leipzig 1813. Men Napoleon tapti. Sven-
skakongurin fór mótí Danmðrk og tók Noreg frá tí; men
hinir trongdu inn i Frankaríki. Napoleon mátti rýma av lan-
di sínum. Og I.udvikur hin átjandi, bróður Ludvík hin
sextanda bleiv kongur í Frankaríki. Hetta barst til í 1814.
Nú skuldu teir, ið vunnið hovdu, býta herveiðina ímillum