Búreisingur - 15.09.1902, Side 7
Útheimurin.
»3-9
sfn. Men strax kom klanđur i. Og longu næsta ár, meðan
teir đrógust um býtið, lendi Napoleon aftur í Frankaríki.
Tættir flyktust Fransar um hann, snart var hann aftur í París,
og aftur keisari — men einans í ioo dagar. Tí aftur tapti
hann. Hann vildi nú rýma til Amerika, men Angilskmenn
fingu fatur á hann og settu hann fastan úti á oynni St. Helena
mitt i Atlantshavi. Har doyði hann.
Napoleon var kanska hin størsti herhóvdingi, heimurin
nakratíð hevur fostrað. Men tó gjórdi hansara máttfýsi tað,
at Frankaríki eftir hansara fall var minni í vídđ, enn áðrenn
hann varð landsins harri. Av teimum innlendis framburðunum,
ið revolutiónin hevði ført við sær, varð tó nakað standandi
eftir. Bøndurnir behildu tað jarðargóðs, ið áður kirkjan hevði
átt. Og enn stóðu allir lika fyri lógini. Og einveldi varð ikki
innført aftur. I.udvíkur hin átjandi gav eina tingbundna
landaskipan. Tó var tað einans teir ríkastu, ið fingu rættin
til at velja á ríksdagin.
Evropas kongar og keisarar fastsettu nú, hvussu landa-
merkini fyri eftirtíðina skuldu vera, og hvór ið ráða skuldi í
hvðrjum landi. Teir lógđu lítið lag í, livat ið fólkini vildu, men
meiri í, hvat teim sjálvum hóskaði best. Fólkaslðg við ójavn-
um tungumáli settu teir unđir sama kong, og fólkaslóg av sama
tungumáli kundu teir býta millum fleiri kongar. Og í teim
flestu londunum innførdu teir einveldi — so væl hildu Týsk-
lands furstar orð síni. Teir vildu føra Evropa aftur til tann
standin, ið var undan 1789. So sterkt var bakbrotið,
sum í Frankariki longu kom við sjálvum Napoleon, maðurin
sum gjórdi seg til einharra. Hetta var bakbrotið. Men tvær
reisur enn reisti aldan seg frá grunni, báðar ferðir eftirfylgd
av bakbroti.
Kollvelting í 1830. Vit hava sæð, hvussu nógv hin stóra
franska kollveltingin í 1789 dró við sær úti i Evropa, hvussu
hon reiðuliga umbroytti Evropas landkort. Vit skulu nú síggja
hvussu eisini kollveltingin í 1830, og seinri enn meiri kollvelt-
ingin í 1848, virkaði inn á hitt Evropa. Frankaríki var hin
stóri lærimeistarin fyri heimin.
Teir adilsmenninir. ið undir hini stóru kollveltingini rýmdu
av Frankaríki, og sum eftir Napoleons fall komu heim aftur,
royndu saman við teim katólsku kirkjumonnunum at arbeiða
uppá at gera alt aftur, sum tað var innan 1789. Ludvikur