Búreisingur - 15.09.1902, Page 7

Búreisingur - 15.09.1902, Page 7
Útheimurin. »3-9 sfn. Men strax kom klanđur i. Og longu næsta ár, meðan teir đrógust um býtið, lendi Napoleon aftur í Frankaríki. Tættir flyktust Fransar um hann, snart var hann aftur í París, og aftur keisari — men einans í ioo dagar. Tí aftur tapti hann. Hann vildi nú rýma til Amerika, men Angilskmenn fingu fatur á hann og settu hann fastan úti á oynni St. Helena mitt i Atlantshavi. Har doyði hann. Napoleon var kanska hin størsti herhóvdingi, heimurin nakratíð hevur fostrað. Men tó gjórdi hansara máttfýsi tað, at Frankaríki eftir hansara fall var minni í vídđ, enn áðrenn hann varð landsins harri. Av teimum innlendis framburðunum, ið revolutiónin hevði ført við sær, varð tó nakað standandi eftir. Bøndurnir behildu tað jarðargóðs, ið áður kirkjan hevði átt. Og enn stóðu allir lika fyri lógini. Og einveldi varð ikki innført aftur. I.udvíkur hin átjandi gav eina tingbundna landaskipan. Tó var tað einans teir ríkastu, ið fingu rættin til at velja á ríksdagin. Evropas kongar og keisarar fastsettu nú, hvussu landa- merkini fyri eftirtíðina skuldu vera, og hvór ið ráða skuldi í hvðrjum landi. Teir lógđu lítið lag í, livat ið fólkini vildu, men meiri í, hvat teim sjálvum hóskaði best. Fólkaslðg við ójavn- um tungumáli settu teir unđir sama kong, og fólkaslóg av sama tungumáli kundu teir býta millum fleiri kongar. Og í teim flestu londunum innførdu teir einveldi — so væl hildu Týsk- lands furstar orð síni. Teir vildu føra Evropa aftur til tann standin, ið var undan 1789. So sterkt var bakbrotið, sum í Frankariki longu kom við sjálvum Napoleon, maðurin sum gjórdi seg til einharra. Hetta var bakbrotið. Men tvær reisur enn reisti aldan seg frá grunni, báðar ferðir eftirfylgd av bakbroti. Kollvelting í 1830. Vit hava sæð, hvussu nógv hin stóra franska kollveltingin í 1789 dró við sær úti i Evropa, hvussu hon reiðuliga umbroytti Evropas landkort. Vit skulu nú síggja hvussu eisini kollveltingin í 1830, og seinri enn meiri kollvelt- ingin í 1848, virkaði inn á hitt Evropa. Frankaríki var hin stóri lærimeistarin fyri heimin. Teir adilsmenninir. ið undir hini stóru kollveltingini rýmdu av Frankaríki, og sum eftir Napoleons fall komu heim aftur, royndu saman við teim katólsku kirkjumonnunum at arbeiða uppá at gera alt aftur, sum tað var innan 1789. Ludvikur

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.