Búreisingur - 15.09.1902, Page 9

Búreisingur - 15.09.1902, Page 9
Útheimurin. 141 Eisini februárkollveltingin vakti rørslur, og størri rørslur ennjulikollveltingin, úti í Evropa. Týskland var eftir Na- poleons fall býtt sundur í nærum 40 lond (harímillum tey tvey stórlonđini. Eysturríki og Preussaland). Tey vóru gingin saman í »hitt týska samfelagið*. í teim allarflestu av hesum londunum herskaði furstin einveldiga, styðjaður av adilsmonn- unum, ið vóru »konservativir« o: hilđu uppá tað gamla. Men býmenninir (og serliga stúdentarungdómurin) vóru »liberalir«- o: teir ynsktu eina fría landaskipan. Men enn fleiri vóru full- blóðs »tjóðskapligir« (»nationalir«) 0: teir ynsktu, at alt týskt land skuldi samlast undir eitt. Táið nú Týskarnir frættu um februárkollveltingina, reisti fólkið seg í teim flestu týsku hov- uðsstoðum. Soleiðis kom ein kollvelting eisini i Berlin, hovuðs- staðurin í Preussalandi. Preussalands kongur noyddist at halda undan og at geva landi sinum eina fría landaskipan. Herfólk sítt sendi hann so norður at hjálpa Slesvík-Holstein, ið hóvdu reist seg móti Danmórk, í tí hann segði, at hann vildi seta seg i odđan fyri heila tað týska fólkið. Men sama heystið kallaði kongur herfólk sítt heim, og styðjaður av ti innførdi hann eina nýggja landaskipan. Eftir henni var tað einans adilsmenninir og teir ríku, ið fingu nakað at siga. Keisarin av Eysturriki ráddi yvir mongum ójóvnum tjóð- flokkum. Har vóru Týskarar, Madjarar, Italiamenn, Slævar og aðrir. Tey allarflestu av londum hansara reistu seg í 1848. Men herfólkið helt við keisaranum, og so við og við fekk hann kúgað tey ymsu fólkaslógini aftur. Og einveldið varð aftur innført í heila keisararíkinum. I Italialandi reisti fólkið seg líkasum í 1830. Men tað gekk nú sum tá: furst- arnir fingu aftur einvelđi — utan í einum landi. Tað var hjá konganum av Sardinaroy. Yiktor Emanuel, ið ráddi yvir Sar- dinaroy (ein stór oyggj í Meðalhavinum, nær við Italialanđ) og yvir útnorðingshorninum av Italialandi. Hann læt fólk sítt eiga fría landaskipan. Tí fekk fólkið í hinum italisku lond- unum tað treyst til hansara, at hann eina ferð skuldi fáa upp í lag at samla Italialand til eitt, frítt ríki. Yit hava nú eygleitt teimum trimum fronsku kollvelt- ingunum og sæð, hvussu tær virkaðu inn á hitt Evropa. Eftir er at siga frá landasógunum upp til ár 1900. Og vilja vit nú taka hvðrt landið fyri seg. 13

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.