Búreisingur - 15.09.1902, Síða 9
Útheimurin.
141
Eisini februárkollveltingin vakti rørslur, og størri rørslur
ennjulikollveltingin, úti í Evropa. Týskland var eftir Na-
poleons fall býtt sundur í nærum 40 lond (harímillum tey tvey
stórlonđini. Eysturríki og Preussaland). Tey vóru gingin saman í
»hitt týska samfelagið*. í teim allarflestu av hesum
londunum herskaði furstin einveldiga, styðjaður av adilsmonn-
unum, ið vóru »konservativir« o: hilđu uppá tað gamla. Men
býmenninir (og serliga stúdentarungdómurin) vóru »liberalir«-
o: teir ynsktu eina fría landaskipan. Men enn fleiri vóru full-
blóðs »tjóðskapligir« (»nationalir«) 0: teir ynsktu, at alt týskt
land skuldi samlast undir eitt. Táið nú Týskarnir frættu um
februárkollveltingina, reisti fólkið seg í teim flestu týsku hov-
uðsstoðum. Soleiðis kom ein kollvelting eisini i Berlin, hovuðs-
staðurin í Preussalandi. Preussalands kongur noyddist at
halda undan og at geva landi sinum eina fría landaskipan.
Herfólk sítt sendi hann so norður at hjálpa Slesvík-Holstein,
ið hóvdu reist seg móti Danmórk, í tí hann segði, at hann
vildi seta seg i odđan fyri heila tað týska fólkið. Men sama
heystið kallaði kongur herfólk sítt heim, og styðjaður av ti
innførdi hann eina nýggja landaskipan. Eftir henni var tað
einans adilsmenninir og teir ríku, ið fingu nakað at siga.
Keisarin av Eysturriki ráddi yvir mongum ójóvnum tjóð-
flokkum. Har vóru Týskarar, Madjarar, Italiamenn, Slævar
og aðrir. Tey allarflestu av londum hansara reistu seg í 1848.
Men herfólkið helt við keisaranum, og so við og við fekk
hann kúgað tey ymsu fólkaslógini aftur. Og einveldið varð
aftur innført í heila keisararíkinum. I Italialandi reisti
fólkið seg líkasum í 1830. Men tað gekk nú sum tá: furst-
arnir fingu aftur einvelđi — utan í einum landi. Tað var hjá
konganum av Sardinaroy. Yiktor Emanuel, ið ráddi yvir Sar-
dinaroy (ein stór oyggj í Meðalhavinum, nær við Italialanđ) og
yvir útnorðingshorninum av Italialandi. Hann læt fólk sítt
eiga fría landaskipan. Tí fekk fólkið í hinum italisku lond-
unum tað treyst til hansara, at hann eina ferð skuldi fáa upp
í lag at samla Italialand til eitt, frítt ríki.
Yit hava nú eygleitt teimum trimum fronsku kollvelt-
ingunum og sæð, hvussu tær virkaðu inn á hitt Evropa. Eftir
er at siga frá landasógunum upp til ár 1900. Og vilja vit nú
taka hvðrt landið fyri seg.
13