Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 11

Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 11
Útheimurin. 43 fekk herin. í 1864 tók Preussaland saman við Eysturríki Holstein og Suðurjútland frá Danmork. Tað vísti seg tá, hvussu sterkur og væl útgjordur Bismarcks herur var. Tvey ár eftir, í 1866, kom bardagi í við Eysturríki, sum tapti og mátti skriva seg úr tí »týska samfelagnum«. Hereiftir var Preussaland harri í Týsklandi, og Bismarck kundi nú skipa fyri, sum hann sjálvur vildi. Nakrir furstar blivu avsettir, og allir máttu teir rætta seg eftir Preussalandi. Nú helt Bis- marck seg vera so sterkan, at hann tordi at fara í lag við at seta sín stóra tanka í verk. Tað eydnaðist honum at erta Napoleon hin triðja so, at Frankaríki segði friðin upp og byrjaði bardaga. Hetta var hin viðgitni fransk-týski bardaginí 1870 — 71, ið kostaði so nógv bæði av blóði og peningi. Týskarnir trongdu skjótt inn í Frankaríki og vunnu ein sigur fyri og annan eftir. Napoleon sjálvur varð tikin til fanga. Táið hetta frættist í Paris, reisti fólkið seg ímóti keisaradøminum og innførdi republikkina. Víðari og víðari trongdu Týskarnir framm og logdu seg til síðst í ring utan um París. Men so skjótt ein franskur herur var tikin. reistist annar aftur á føtur. í fýra mánaðar gekk tað við 'hesum lagnum. Men um síðir mátti París og Frankariki geva fyri tapt og lata Preussaland fáa Elsass og ein part av Lothring- anum samt ómetaliga nógvar peningar. Tað var meðan hin týski herurin lá runđan um París, at hitt stóra hendi, at Bismarcks hovuðstanki settist í verk. Uti í Versailles samlaðust allir Týsklands furstar og valdu Preussalands kong, Viihelm hin fyrsta, til keisara av Týsklandi. Tá steig hitt týska keisaradømið aftur upp úr grovuni. Og tað samlaða týska ríkið fekk nú eina fría landa- skipan við ríksdegi og almennum valgrætti. Síðan hevur Týskland gingið ómetuliga nógv framm á hond. Hanđil og verkarbeiði er komið sær so upp, at Týsk- arnir her eru farnir at treingja Angilskmenninar út. Og nógv týsk nýlond reisast víða hvar. í kultúri stendur Týskland kanska nú fremst á odda í ollum heiminum. Men Týsklands stóri herur og stóri floti kostar nógv, so landaskuldin er stór. — Nú er Vilhelmur hin annar keisari í Týsklandi. Eysturríki. Táið Eysturríki hevði tapt bardagan í 1866, noyddist keisarin at sleppa einveldinum. Hann skifti land sítt í tveir helmingar, Eysturríki og Ungarn, og hvor teirra 13*

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.