Búreisingur - 15.09.1902, Qupperneq 11
Útheimurin.
43
fekk herin. í 1864 tók Preussaland saman við Eysturríki
Holstein og Suðurjútland frá Danmork. Tað vísti seg tá,
hvussu sterkur og væl útgjordur Bismarcks herur var. Tvey
ár eftir, í 1866, kom bardagi í við Eysturríki, sum tapti og
mátti skriva seg úr tí »týska samfelagnum«. Hereiftir var
Preussaland harri í Týsklandi, og Bismarck kundi nú skipa
fyri, sum hann sjálvur vildi. Nakrir furstar blivu avsettir, og
allir máttu teir rætta seg eftir Preussalandi. Nú helt Bis-
marck seg vera so sterkan, at hann tordi at fara í lag við at
seta sín stóra tanka í verk. Tað eydnaðist honum at erta
Napoleon hin triðja so, at Frankaríki segði friðin upp og
byrjaði bardaga. Hetta var hin viðgitni fransk-týski
bardaginí 1870 — 71, ið kostaði so nógv bæði av blóði
og peningi. Týskarnir trongdu skjótt inn í Frankaríki og
vunnu ein sigur fyri og annan eftir. Napoleon sjálvur varð
tikin til fanga. Táið hetta frættist í Paris, reisti fólkið seg
ímóti keisaradøminum og innførdi republikkina. Víðari og
víðari trongdu Týskarnir framm og logdu seg til síðst í ring
utan um París. Men so skjótt ein franskur herur var tikin. reistist
annar aftur á føtur. í fýra mánaðar gekk tað við 'hesum
lagnum. Men um síðir mátti París og Frankariki geva fyri
tapt og lata Preussaland fáa Elsass og ein part av Lothring-
anum samt ómetaliga nógvar peningar.
Tað var meðan hin týski herurin lá runđan um París,
at hitt stóra hendi, at Bismarcks hovuðstanki settist í verk.
Uti í Versailles samlaðust allir Týsklands furstar og valdu
Preussalands kong, Viihelm hin fyrsta, til keisara av
Týsklandi. Tá steig hitt týska keisaradømið aftur upp úr
grovuni. Og tað samlaða týska ríkið fekk nú eina fría landa-
skipan við ríksdegi og almennum valgrætti.
Síðan hevur Týskland gingið ómetuliga nógv framm á
hond. Hanđil og verkarbeiði er komið sær so upp, at Týsk-
arnir her eru farnir at treingja Angilskmenninar út. Og nógv
týsk nýlond reisast víða hvar. í kultúri stendur Týskland
kanska nú fremst á odda í ollum heiminum. Men Týsklands
stóri herur og stóri floti kostar nógv, so landaskuldin er stór.
— Nú er Vilhelmur hin annar keisari í Týsklandi.
Eysturríki. Táið Eysturríki hevði tapt bardagan í 1866,
noyddist keisarin at sleppa einveldinum. Hann skifti land
sítt í tveir helmingar, Eysturríki og Ungarn, og hvor teirra
13*