Búreisingur - 15.09.1902, Side 15

Búreisingur - 15.09.1902, Side 15
Útlieiumrin. 147 at vilja venda — frá tí vittskoðandi friheitstankanvim til trongsýnt maktbrúk. - Utanfvrí Evropa hevur Angland síðan 1815 vunnið sær stór og rík nýlond. Soleiðis hevur tað tikið Egyptaland (til stóra sorg fyri Frankaríki) og stórar landspartar í Suðuráfrika. Sum oftast plagar Ánglanđ at geva r.ýlondum sínum sjálvstýri. Noróurámerika. Táið tey ángilsku nýlondini í Norður^ ámerika slitu seg leys frá Ánglandi, var fólkatalið í teimum einans 3 miliónir, og oll fólkini búðu á eysturlandinum. Men síðan eru ár undan ári fleiri miliónir av Evropamonnum (ser- liga írar, Ángilskmenn, Týskarar og Norðbúgvar, men eisini aðrir) komnir yyir til Ámerika, og hava teir so við og: við uppdyrkað heila tað alstóra, fruktbara land heilt vestur til hitt »stilla« verðinshavið. Hópar av negrum (blámonnum) førdust frá Áfrika til Ámerika fyri at arbeiða sum trælir, og frá Ásialandi eru nógvir Kinamenn komnir. Nú eru 76 mil- iónir fólk í Bandaríkinum, sum er blivið eitt tað størsta og máttmiklasta landið í heiminum. — I 1860—64 kom bardagi í millum suðurlondini og norðurlondini í Bandaríkinum um negaratrældómin. Norðurlondini vildu geva allar negai'a- trælir leysar, men í teim heitu suðurlondunum, hvar negarar betri orkaðu at arbeiða enn hvítir menn, helt fólkið uppá negaratrældómin. Men norðurlondini vunnu. Hitt spanska Suðurámerika sleit seg leyst frá Spanja- landi o. u. 1820. Her reistust nú á føtur fleiri republikkir (Chile, Peru, Bolivia og aðrar); tær hava ikki viljað gingið saman í eitt felagsríki sum hitt norðurámerikanska Bandaríkið, men stýra hvor sær sjálvari. — Um sama bilið skiltist Brasiljaland frá Portugál. Tað var fyrst eitt keisaradømi, men so lcom ein kollvelting í, og nú er tað eitt samfelag av smárepublikkum likasum Bandaríkið í Norður- ámerika. — Fyri fáum árum siðan reisti hin stóra spanska oyggin K u b a seg ímóti móðurlandinum og fekk hjálp frá Bandaríkinum; men hjálpin førdi til, at Bandaríkið sjálvt tók oynna — umframt Portoriko og Filippinoyrmar. Tí í teirri síðstu tíðini hevur Bandaríkið fingið sama hugin, ið Evropas stórlond leingi hava haft: at eiga ný- lond. Ángland eigir nú hálva Norðurámerika (Kánáda, sum tað tók frá Frankaríki um 1760), heila Avstrálialand, Fremra Indialand, Egyptaland og stórar landspartar í Suður-

x

Búreisingur

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.