Búreisingur - 15.09.1902, Page 15
Útlieiumrin.
147
at vilja venda — frá tí vittskoðandi friheitstankanvim til
trongsýnt maktbrúk. - Utanfvrí Evropa hevur Angland síðan
1815 vunnið sær stór og rík nýlond. Soleiðis hevur tað
tikið Egyptaland (til stóra sorg fyri Frankaríki) og stórar
landspartar í Suðuráfrika. Sum oftast plagar Ánglanđ at
geva r.ýlondum sínum sjálvstýri.
Noróurámerika. Táið tey ángilsku nýlondini í Norður^
ámerika slitu seg leys frá Ánglandi, var fólkatalið í teimum
einans 3 miliónir, og oll fólkini búðu á eysturlandinum. Men
síðan eru ár undan ári fleiri miliónir av Evropamonnum (ser-
liga írar, Ángilskmenn, Týskarar og Norðbúgvar, men eisini
aðrir) komnir yyir til Ámerika, og hava teir so við og: við
uppdyrkað heila tað alstóra, fruktbara land heilt vestur
til hitt »stilla« verðinshavið. Hópar av negrum (blámonnum)
førdust frá Áfrika til Ámerika fyri at arbeiða sum trælir, og
frá Ásialandi eru nógvir Kinamenn komnir. Nú eru 76 mil-
iónir fólk í Bandaríkinum, sum er blivið eitt tað størsta og
máttmiklasta landið í heiminum. — I 1860—64 kom bardagi
í millum suðurlondini og norðurlondini í Bandaríkinum um
negaratrældómin. Norðurlondini vildu geva allar negai'a-
trælir leysar, men í teim heitu suðurlondunum, hvar negarar
betri orkaðu at arbeiða enn hvítir menn, helt fólkið uppá
negaratrældómin. Men norðurlondini vunnu.
Hitt spanska Suðurámerika sleit seg leyst frá Spanja-
landi o. u. 1820. Her reistust nú á føtur fleiri republikkir
(Chile, Peru, Bolivia og aðrar); tær hava ikki viljað
gingið saman í eitt felagsríki sum hitt norðurámerikanska
Bandaríkið, men stýra hvor sær sjálvari. — Um sama bilið
skiltist Brasiljaland frá Portugál. Tað var fyrst eitt
keisaradømi, men so lcom ein kollvelting í, og nú er tað eitt
samfelag av smárepublikkum likasum Bandaríkið í Norður-
ámerika. — Fyri fáum árum siðan reisti hin stóra spanska
oyggin K u b a seg ímóti móðurlandinum og fekk hjálp frá
Bandaríkinum; men hjálpin førdi til, at Bandaríkið sjálvt tók
oynna — umframt Portoriko og Filippinoyrmar.
Tí í teirri síðstu tíðini hevur Bandaríkið fingið sama
hugin, ið Evropas stórlond leingi hava haft: at eiga ný-
lond. Ángland eigir nú hálva Norðurámerika (Kánáda,
sum tað tók frá Frankaríki um 1760), heila Avstrálialand,
Fremra Indialand, Egyptaland og stórar landspartar í Suður-