Búreisingur - 15.09.1902, Síða 17
Útheimurin.
149
Hyggja vit okkum aftur um bak og eygleiða fyrst
teimum trimum hundraðárunum, ið liggja ímillum kirkjureins-
anina og hina stóru revolutiónina (178g), og sum vit
síðst hovdu uppi til umrøðu, so síggja vit, hvussu tað fyrst
var T ý s k 1 a n d og S p a n j a 1 a n d, síðan serliga F r a n k a-
ríki og Angland, ið eyðkendu tíðina. Vit sógu nýggj
stórlond spretta upp,' sum Svoríki. ið tó strax følnaði
burtur aftur, Rusland og Preussaland, meðan eldri
stórlond gjordust eftirbátar sum Spanjaland og Turka-
veldið, og hitt póTska ríkið -enntá rættuliga hvarv
úr sóguni. Og vit sógu ymsu smálond gera eitt kultúrarbeiði
mætari enn mangt eitt stórland hevur gjort tað, sum Schweitz,
Háland og Belgialand. Hitt norðurámerikánska B a n d a -
r í k i ð var líka farið at daga undan. Men Frankariki
og Angland var tað, sum góvu seinra partinum av hesum
trixuum hundraðárunum sítt sermerki. Og av teimum var
tað uppaftur Frankaríki, ið sterkast ávirkaði hin heimin.
Meðan Angland goymdi og varðveitti fríheitina, lærdi Franka-
ríki onnur lond at føra inn einvaldsharradømi.
Frankaríki og Angland — tað vóru teir tveir stóru
kultúrberarnir, teir tveir hðvuðsstreingirnir í streyminum. Og
hesir somu streymstreingirnir eru eisini teir tveir ráðandi og
herskandi inn í ein stóran part av tí hundraðári, vit nú í
hesum blaði hava haft frammi. Eisini her er tað Ángland
og Frankaríki, og tá serliga Frankaríki, sum ávirkar hin
heimin, sum er undangongulandið og fyridømi hjá hinum.
Men nú er tað ikki longur franskir tankar um einveldi, men
franskir tankar um fríheit og um fólksins sjálvstýri, ið
gjognumsýra heimin. Tað er ein nýggjur dagur, ið brýtur
framm i Frankaríki, undir stormi og ódnarveðri. Og storm-
urin førir tað nýggja frækornið runt um Evropa, har tað víða
um festir røtur og nælir. Men enn vísir hin gamli hugs-
unarhátturin seg at eiga makt og megi í Frankaríki — og
enn meiri aðrastaðni í Evropa — so tvær reisur má fríheitin
aftur reisa seg í stormi í sessinum, og aftur fýkur fríheit-
tankin úr Frankaríki sum ein hvirla yvir Evropa. Men aftur
mennir gamal hugsunarháttur og gamalt stýri seg og roynir
at køva og drepa frælsistankan. Men so fastar hevði hann
nú fest røturnar víða um, at hann ikki longur stendur til at
vinna, men so við og við, snart í einum landi, snart i oðrum
14