Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 17

Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 17
Útheimurin. 149 Hyggja vit okkum aftur um bak og eygleiða fyrst teimum trimum hundraðárunum, ið liggja ímillum kirkjureins- anina og hina stóru revolutiónina (178g), og sum vit síðst hovdu uppi til umrøðu, so síggja vit, hvussu tað fyrst var T ý s k 1 a n d og S p a n j a 1 a n d, síðan serliga F r a n k a- ríki og Angland, ið eyðkendu tíðina. Vit sógu nýggj stórlond spretta upp,' sum Svoríki. ið tó strax følnaði burtur aftur, Rusland og Preussaland, meðan eldri stórlond gjordust eftirbátar sum Spanjaland og Turka- veldið, og hitt póTska ríkið -enntá rættuliga hvarv úr sóguni. Og vit sógu ymsu smálond gera eitt kultúrarbeiði mætari enn mangt eitt stórland hevur gjort tað, sum Schweitz, Háland og Belgialand. Hitt norðurámerikánska B a n d a - r í k i ð var líka farið at daga undan. Men Frankariki og Angland var tað, sum góvu seinra partinum av hesum trixuum hundraðárunum sítt sermerki. Og av teimum var tað uppaftur Frankaríki, ið sterkast ávirkaði hin heimin. Meðan Angland goymdi og varðveitti fríheitina, lærdi Franka- ríki onnur lond at føra inn einvaldsharradømi. Frankaríki og Angland — tað vóru teir tveir stóru kultúrberarnir, teir tveir hðvuðsstreingirnir í streyminum. Og hesir somu streymstreingirnir eru eisini teir tveir ráðandi og herskandi inn í ein stóran part av tí hundraðári, vit nú í hesum blaði hava haft frammi. Eisini her er tað Ángland og Frankaríki, og tá serliga Frankaríki, sum ávirkar hin heimin, sum er undangongulandið og fyridømi hjá hinum. Men nú er tað ikki longur franskir tankar um einveldi, men franskir tankar um fríheit og um fólksins sjálvstýri, ið gjognumsýra heimin. Tað er ein nýggjur dagur, ið brýtur framm i Frankaríki, undir stormi og ódnarveðri. Og storm- urin førir tað nýggja frækornið runt um Evropa, har tað víða um festir røtur og nælir. Men enn vísir hin gamli hugs- unarhátturin seg at eiga makt og megi í Frankaríki — og enn meiri aðrastaðni í Evropa — so tvær reisur má fríheitin aftur reisa seg í stormi í sessinum, og aftur fýkur fríheit- tankin úr Frankaríki sum ein hvirla yvir Evropa. Men aftur mennir gamal hugsunarháttur og gamalt stýri seg og roynir at køva og drepa frælsistankan. Men so fastar hevði hann nú fest røturnar víða um, at hann ikki longur stendur til at vinna, men so við og við, snart í einum landi, snart i oðrum 14

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.