Búreisingur - 15.09.1902, Side 18
15«
Útheimurin.
lyftir hin sjóðandi logurin lokið av, sum tungt oman yvir
honum lá. so nú allar tær sjóðandi kreftur i fólkinum koma
framm í ljósi og rørast i klárum degi. Tær bundnu kreft-
urnar loysast og røra seg frítt.
Tað, sum eina mest førir friheitina framm til sigur í
Evropa. er tjóðskapstankin. Sjálvsagt. Sum heim-
urin var skikkaður, har eitt fólkaslagið var kúgað av ððrum —
umframt tað, at alt fólkið var kúgað av fáum yvirmonnum —
mátti tað ganga soleiðis. Táið tankar um fríheit og frælsi
streymaðu inn á eitt fólk. sum eisini tjóðskapliga var kúgað
(og tað vóru — og eru — mong fólk í Evropa), so vaknaði
fyrst tankin um at vinna hin tjóðskapliga rættin og tjóðskaps-
frælsi, og hesin tankin varð hin sterkasti, tí tjóðskapsrættin
vóru allir landsins synir samsintir um at vinna. Fyrst
landsins friheit. so rnansins fríheit. Og teir stóru bardagarnir,
ið revolutiónin dró við sær, fløktu oll fólkaslðgini í Evropa
saman, so tey lærdu at kenna hvort annað; og harvið lærdi
hvðrt teirra uppaftur at kenna seg sjálvt sum eitt egið. eyð-
kent fólkaslag. Eisini av hesum styrktist tjóðskapsrørslan.
Og hetta sambandið landanna millum, ið nú korh í lag, fall
ikki burtur aftur við teim fronsku barđðgunum — nei, tað
vax og eyðkaðist á hvorjum ári heilt upp til tað livanđi sam-
skiftið, ið okkara dagar kenna. Tí doyði tjóðskapsrørslan
helđur ikki burtur aftur, men hon vax og vax og er á okkara
dðgum ein av teim beranđi kreftunum í allari kultúr. Tað
vísti seg her, sum tað eisini áður hevði vist seg í manna-
sðguni, at tjóðskapsfðlilsi júst vaknar og mennist i tiðum, táið
tey ymissu fóikaslðgini koma í livandi samskifti hvðrt við
annað. Djúpast sæð er tjóðskapsfðlilsi og fðlilsi av at hoyra
til ta stóru verðina (kosmopolitisk kultúrfðlilsi) tað eina og
sama fðlilsið, so satt einki fólk kann súgva útheimsins kultúr
upp í seg og gera rætt gagn av henni, utan tað fyrst virkar
hana (um eg so kann siga) um til at vera hóskandi fyri seg
o: hin stóra heimskultúrin má gerast landskultúr, kultúrin har
i'itan ífrá má fyrst merkjast tjóðskapliga.
Tað tjóðskapliga fðlilsi hevur longu frígjðrt og loyst úr
bandi og svðvni mangt eitt fólk. Men enn er langur vegur
at ganga, áðrenn a 1 1 i r tjóðflokkar hava vunnið sær tjóð-
skapligt sjálvbjargni. Tó rekur streymurin javnur og fastur
tanh vegin.