Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 18

Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 18
15« Útheimurin. lyftir hin sjóðandi logurin lokið av, sum tungt oman yvir honum lá. so nú allar tær sjóðandi kreftur i fólkinum koma framm í ljósi og rørast i klárum degi. Tær bundnu kreft- urnar loysast og røra seg frítt. Tað, sum eina mest førir friheitina framm til sigur í Evropa. er tjóðskapstankin. Sjálvsagt. Sum heim- urin var skikkaður, har eitt fólkaslagið var kúgað av ððrum — umframt tað, at alt fólkið var kúgað av fáum yvirmonnum — mátti tað ganga soleiðis. Táið tankar um fríheit og frælsi streymaðu inn á eitt fólk. sum eisini tjóðskapliga var kúgað (og tað vóru — og eru — mong fólk í Evropa), so vaknaði fyrst tankin um at vinna hin tjóðskapliga rættin og tjóðskaps- frælsi, og hesin tankin varð hin sterkasti, tí tjóðskapsrættin vóru allir landsins synir samsintir um at vinna. Fyrst landsins friheit. so rnansins fríheit. Og teir stóru bardagarnir, ið revolutiónin dró við sær, fløktu oll fólkaslðgini í Evropa saman, so tey lærdu at kenna hvort annað; og harvið lærdi hvðrt teirra uppaftur at kenna seg sjálvt sum eitt egið. eyð- kent fólkaslag. Eisini av hesum styrktist tjóðskapsrørslan. Og hetta sambandið landanna millum, ið nú korh í lag, fall ikki burtur aftur við teim fronsku barđðgunum — nei, tað vax og eyðkaðist á hvorjum ári heilt upp til tað livanđi sam- skiftið, ið okkara dagar kenna. Tí doyði tjóðskapsrørslan helđur ikki burtur aftur, men hon vax og vax og er á okkara dðgum ein av teim beranđi kreftunum í allari kultúr. Tað vísti seg her, sum tað eisini áður hevði vist seg í manna- sðguni, at tjóðskapsfðlilsi júst vaknar og mennist i tiðum, táið tey ymissu fóikaslðgini koma í livandi samskifti hvðrt við annað. Djúpast sæð er tjóðskapsfðlilsi og fðlilsi av at hoyra til ta stóru verðina (kosmopolitisk kultúrfðlilsi) tað eina og sama fðlilsið, so satt einki fólk kann súgva útheimsins kultúr upp í seg og gera rætt gagn av henni, utan tað fyrst virkar hana (um eg so kann siga) um til at vera hóskandi fyri seg o: hin stóra heimskultúrin má gerast landskultúr, kultúrin har i'itan ífrá má fyrst merkjast tjóðskapliga. Tað tjóðskapliga fðlilsi hevur longu frígjðrt og loyst úr bandi og svðvni mangt eitt fólk. Men enn er langur vegur at ganga, áðrenn a 1 1 i r tjóðflokkar hava vunnið sær tjóð- skapligt sjálvbjargni. Tó rekur streymurin javnur og fastur tanh vegin.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.