Búreisingur - 15.09.1902, Page 23

Búreisingur - 15.09.1902, Page 23
TVÆR YRKINGAR til faslulávintsveitsiuna i Keypmannahavn 1902. I. Lag: Allarvakrasta kærasta mín. Fylkist nú, Føroyingar, i bólk og vitið, hvat tit đuga at ríva frá honđum tí Føroya fólk, tað skal ikki longur knuða tann blending, sum eingin stiril er í, men rembist nú so, at tað upprennur tíð: slík sum áður í fyrndini var, táið Trónđur várt skjaldarmerki bar. Tó máað er gamla Føroyaland, so er tó kynið ei fúgvið. tann harði klettur sum skjalđarrand hann stendur enn móti súgvi; um menn eru fáir, so skuldi tað batt, at teir eru brotnir av norskari ætt: tað var álit á mátt sín og magn, sum var norðmanna óðal og gagn. Treystur er mergur í kongunum enn, og hart er beinið i manni; stálkyntir, knáir roysnismenn ríkja í F'øroya ranni, — vilja teir letta seg aftur á bak, tá kunnu teir taka eitt ódnartak: tí teir standa á fornari grund, bæði garpar og vælborin sprund.

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.