Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 23
TVÆR YRKINGAR
til
faslulávintsveitsiuna i Keypmannahavn 1902.
I.
Lag: Allarvakrasta kærasta mín.
Fylkist nú, Føroyingar, i bólk
og vitið, hvat tit đuga
at ríva frá honđum tí Føroya fólk,
tað skal ikki longur knuða
tann blending, sum eingin stiril er í,
men rembist nú so, at tað upprennur tíð:
slík sum áður í fyrndini var,
táið Trónđur várt skjaldarmerki bar.
Tó máað er gamla Føroyaland,
so er tó kynið ei fúgvið.
tann harði klettur sum skjalđarrand
hann stendur enn móti súgvi;
um menn eru fáir, so skuldi tað batt,
at teir eru brotnir av norskari ætt:
tað var álit á mátt sín og magn,
sum var norðmanna óðal og gagn.
Treystur er mergur í kongunum enn,
og hart er beinið i manni;
stálkyntir, knáir roysnismenn
ríkja í F'øroya ranni, —
vilja teir letta seg aftur á bak,
tá kunnu teir taka eitt ódnartak:
tí teir standa á fornari grund,
bæði garpar og vælborin sprund.