Búreisingur - 15.09.1902, Qupperneq 31

Búreisingur - 15.09.1902, Qupperneq 31
Dreymar. 163 Teir kolsvartu menninir nærri og nærri við kistuni trína, men gentan sær móti mær vendi og vildi mær vinarligt kína, — tá rópti so vilt hon: min brúdleypsnátt!, at eg hvakk saman og — vaknaði brátt. II. Meg droymdi eina ferð um miðjunátt: So lætt gekk dansurin um grøna flotu, og unglingar og gentur kvóðu kátt um Sigmund Brestisson og Trónd úr Gotu. Og norðurhavið kvirt og silvurblátt so vinarliga fevndi Føroya strendur, og mangt eitt par í teirri vokru nátt av ástarhuga legði saman hendur. Og mánin blídligt skein á dansuvoll, so róligt glampa náttarinnar stjornur, tað var sum friður hvildi yvir fjoll og sund og fjðrð og spegilsblankar tjornir. Men tætt við sjóvarmálan stendur ein, hon hevur ei við hinum oðrum dansað, hon starir bleik, sum bar hon hjartamein, og gravarblómur hennar hovur kransa. Tó, eingin kvinnuni gav nakran ans, tey kvóðu um tann vakra leik á foldum og um, at eingin kundi trína í dans, tá fyrst hann hvíldi undir jarðar moldum.

x

Búreisingur

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.