Búreisingur - 15.09.1902, Blaðsíða 31
Dreymar.
163
Teir kolsvartu menninir nærri
og nærri við kistuni trína,
men gentan sær móti mær vendi
og vildi mær vinarligt kína, —
tá rópti so vilt hon: min brúdleypsnátt!,
at eg hvakk saman og — vaknaði brátt.
II.
Meg droymdi eina ferð um miðjunátt:
So lætt gekk dansurin um grøna flotu,
og unglingar og gentur kvóðu kátt
um Sigmund Brestisson og Trónd úr Gotu.
Og norðurhavið kvirt og silvurblátt
so vinarliga fevndi Føroya strendur,
og mangt eitt par í teirri vokru nátt
av ástarhuga legði saman hendur.
Og mánin blídligt skein á dansuvoll,
so róligt glampa náttarinnar stjornur,
tað var sum friður hvildi yvir fjoll
og sund og fjðrð og spegilsblankar tjornir.
Men tætt við sjóvarmálan stendur ein,
hon hevur ei við hinum oðrum dansað,
hon starir bleik, sum bar hon hjartamein,
og gravarblómur hennar hovur kransa.
Tó, eingin kvinnuni gav nakran ans,
tey kvóðu um tann vakra leik á foldum
og um, at eingin kundi trína í dans,
tá fyrst hann hvíldi undir jarðar moldum.