Fróðskaparrit - 01.01.1965, Side 4

Fróðskaparrit - 01.01.1965, Side 4
12 Víkingabústaður í Seyrvági Húsini eru í fullari longd 17,75 m, og (tvortumum y 16 m) í fullari breidd 6,70 m innan; men upprunaliga longdin hevur ikki verið meira enn okkurt um 14,50 m, tí at tann sunnasti eitt sindur mjáari parturin má vera bygdur afturat seinri, tað ið vit koma aftur til. Einasta upprunaliga breidd, ið kann mátast, er um y 16 m og har 4,50 m innan. Tey venda, sum tekningin (3. mynd) vísir, norður og suður, við suðurendanum móti váginum. Við fyrsta eygnabragd tykist manni hetta logið, tí at náttúrligari sýnist á hesum heldur bratta lendi at seta tey eystur og vestur við forsíðuni móti sjónum. Hetta skulu vit nema við aftur seinri. Veggirnir. Av teimum er bara stððið eftir, og fleiri staðir heldur ikki tað. Best varðveittur er norðurveggurin, sum er 1,5 m tjúkkur ífyllingarveggur, fyllingin er mold og smágrót. Av tí upprunaliga suðurveggi, sum á 3. mynd sæst millum y 4,0 m og y 3,23 m, er bara vestasti partur eftir, men greitt er tó, at hann er laðaður á sama hátt sum norðurveggurin og er næstan eins tjúkkur. Av vesturvegginum er bara norðari og sunnari partur til, men tó so mikið, at eingin ivi er um, at hann bæði frá norður- og suðurveggi er bendur útá. Hann má tí hava verið mest útbendur á miðjuni og smalkað móti báðum endum, tað ið gólvskón við fundum vísir (3. mynd, \undnummar 17 og Í9). Vit skuldu tí væntað, at eysturveggurin hevði sama snið, men so er ikki; hann er einlaðaður og næstan beinur oman og niðan, uttan tann norðasti parturin. Atvoldin til tess má vera tann, at hann, upprunaliga laðaður sum vesturveggurin, eina- ferð er vorðin tikin niður f botn, og settur aftur sum hann nú er. At hettar er beint, skuldi nevndi norðasti endi á honum víst. Hann er ífyllingarveggur, ið innan er varðveittur útá bendur frá norðurvegginum samsvarandi vesturvegginum beint yvir av; men uttan er hann skilliga umaftur laðaður fyri at beina hann eftir tí einlaðaða partinum sunnanfyri (3. og 4. mynd).
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.