Fróðskaparrit - 01.01.1965, Blaðsíða 9
Víkingabústaður í Seyrvági
17
4. mynd. Toftin, sæð norðan.
Fig. 4. (The site seen from north).
11 Brot av trom, ið er rundað; undir henni grunn hjóling, sum endar
í hvassari roð. Sbr. Kvívík1.
Skilliga brot av kúputum, bollakendum íláti. 80 mm hogt, 83 mm
breitt, tvormát um tromina 45 mm, hon er 9 mm tjúkk; niðari
endi 11 mm tjúkkur. Funnið sunnan fyri langeldin, tætt við fund-
nummar 27.
14 Trý smá brot. 8 mm tjúkk.
42 Tvey smá brot, annað av trom, ið er rundað og innábend, annað
helst av íflatum botni. Sbr. Syðrugotu2. 42 mm hogt, 32 mm
breitt. Funnin í langeldinum.
48 Brot, trom av tunnum íláti, uttan iva bolla. 54 mm hogt, 58 mm
breitt, tvormát um tromina 42 mm, tromin 5 mm tjúkk, niðasti
partur 8 mm tjúkkur. Funnið við vesturveggin.
Brýni.
Leirskifur, veggvaksið beltisbrýni. Dðrumegin á breiðara endanum
er flís brotnað av, hinumegin slætt hjólað av brýning. 81 mm
langt, 20—7 mm breitt, 11 mm tjúkt.
5