Fróðskaparrit - 01.01.1965, Page 16
H. C. Míiller og »Færoernes Fiskefauna«
Eftir Jákup Sv. Joensen.
INNGANGUR
Hans Christopher Miiller var foddur í Tórshavn 1. septem-
ber 1818. Hann var sonur sýslumannin Rasmus Miiller og
seinnu konu hansara Sigge Joensdatter úr Nólsoy.
I 1839, 20 ára gamal, var H. C. Miiller settur hjálparsýslu-
maður hjá pápanum, og í 1843 varð hann sýslumaður í Streym-
oy, búsitandi í Tórshavn. 1 1852 varð hann valdur í logtingi,
og var hann lógtingsmaður í 28 ár, skiftandi fyri Norð- og
Suðurstreymoy. 1 landstinginum og fólkatinginum sat hann í
30 ár tilsamans. 1 1869 varð hann útnevndur til postavgreiðslu-
mann í Havn. Umframt var hann í mong ár umboðsmaður fyri
Det Forenede Dampskibs Selskab. Eisini var hann stjóri fyri
Foroya Sparikassa. Hann varð dannebrogsmaður í 1874 og
riddari av dannebrog í 1890.
H. C. Múller giftist 2. desember 1852 við Maren Christine
f. Olsen, dóttir skómakarin Soren Olsen í Havn og Christine
Marie Hentze, dóttir próst Hentze á Sandi. Og áttu tey 7 born.
Jólamorgun 1897 doyði H. C. Múller, 79 ára gamal.
H. C. Múller hevði stóran áhuga fyri dýralívinum her á
landi. Um fuglin læt hann í 1862 prenta »Færóernes Fugle-
fauna med Bemærkninger om Fuglefangsten«. Á 78 blaðsíðum
skrivar hann her um 124 fuglaslóg í Fóroyum. Av hesum vóru
24 ikki nevnd áður sum fóroyskir fuglar. Danski fuglafróð-