Fróðskaparrit - 01.01.1965, Síða 66
74
Fólkanóvn í Suðuroyar sýslu 1801
1 Sunneva Susanna er 4 ára genta í Porkeri. MóSir hennara
eitur Sunneva, og ein onnur Sunneva er í sama húsi.
21 Susanna eru í ollum sóknum í Suðuroy uttan í Fámjin.
Eisini í Fámjin var ein S. 1. februar 1801, men hon doyði
82 ára gomul fyri 1. august 1801, og er hon tí ikki við í
teljingini. Aftrat eru 2, ið hava S. sum seinna navn í
samansetingum Elsebeth S. og Sunneva S., og 3, ið hava
S. sum fremra navn í samansetingum S. Maria og S.
Sophia.
1 Susanna Maria er 7 ára dóttir bóndans á Krossi í Sunnbo.
2 Susanne Sophia eru 2 og 3 ára gentur í Vági og í Froðbó.
375 kvinnur í Suðuroy 1801.
Mannanóvn í Suðuroy 1801.
1 Abraham er 40 ára húsbóndi í Sjóvartoftum í Trongisvági.
2 Anders eru húsfedrar ávikavist í Svalbarði í Trongisvági,
58 ár, og undir Skorum í Froðbó, 29 ár.
10 Andreas. 6 A. eru í Hvalbó. Tríggir av teimum eru ógiftir
norðmenn í kolanáminum, og ein fjórði, A. Karnp, er
helst eisini útlendingur. Eftir eru ein 8 ára drongur og ein
22 ára húskallur á prestagarðinum í Leirum. A. í Froðbó
er 16 ára húskallur. Teir báðir í Vági eru eisini húskallar,
67 og 17 ár, men í Sunnbó er A. 23 ára ógiftur sonur í
húsi.
2 Antonius eru 19 ára drongur í Hvalbó og 32 ára húsbóndi
í Sunnbó. Har aftrat er A. seinna navn í samanseting
Peder A.
2 Augustinus eru báðir í Vági, 14 og 4 ár.
1 Bertel er 43 ára óðalsbóndi í Sunnbó.
Bcerent er bert í samanseting Jan B.
1 Christian Rubek er 9 ára sonur at giftum norðmanni í
kolanáminum og bróðir at Henrich Ludvig og Joen Zidske
í Hvalbó.
2 Christopher eru 67 ára sóknarpresturin C. Múller í Leir-
um í Hvalbó, og 8 ára sonur hans.