Fróðskaparrit - 01.01.1965, Blaðsíða 69
Fólkanovn í Suðuroyar sýslu 1801
77
broður báðir skrivaðir J., og í Gorðum í Porkeri eru 4 J.
í sama húsi, men teir eru allir húskallar, og einki er sagt
um skyldskap teirra millum. Aftrat teim 54, ið bera J.
sum einasta fornavn, eru 5, ið hava J. sum fremri navn
av tveimum: J. Jacob, J. Willum og J. Zidske. Sí eisini
Johan og oftnevndu Daniel J., Jesper J., Poul J. og
Thomas J. Willumsen, hvors J.-millumnavn heldur hoyrir
til eftirnavnið enn fornavnið.
2 Joen Jacob. Eldri J. J. er 20 ára bóndasonur við Kvíggjá
í Sunnbo, og yngri J. J. er borin í Hvalbo millum 1.
februar og 1. august 1801.
2 Joen Willum eru 7 og 3 ára smádreingir við Mysá í Vági
og við Geil í Porkeri. Teir eru óivað abbasynir at einum
J. W., tí faðirin at oðrum og móðirin at hinum eru skrivað
ávikavist Daniel Joen Willumsen og Sunneva Joen Wil-
lumsdatter.
1 Joen Zidske er 4 ára sonur norðmansins Ole Hansens í
Hvalbo og bróðir at Christian Rubek og Henrich Ludvig.
Johan kemur bert fyri í samansetingum J. Henrik og J.
Peder, sí tó eisini Joen.
1 Johan Henrik er 31 ára ógiftur hjálparprestur og sáttar-
dómari: J. H. Schroter við Gjógvará í Vági.
1 Johan Peder er 12 ára drongur í Hvalbo.
22 Johannes eru í ollum sóknum uttan í Vági. Ongantíð er J.
fremra navn av tveimum, men einaferð seinna navn í
samanseting Jacob J.
5 Lars eru allir eldri enn 64 ár uttan ein 3 ára sonur bóndans
í Gorðum í Porkeri, sum óivað er uppkallaður eftir abb-
anum.
Lave finst bert í samanseting Peder L.
Ludvig finst bert í samanseting Henrich L.
11 Magnus. 1 Vági eru 3 M.: 72 ára óðalsbóndi við Kráir, 5
ára abbasonurin og ein 2 ára drongur, sum uppkallaður
er eftir abba sínum. 1 Porkeri eru eisini 3 M.: 29 ára
bóndasonur í Eystrum, sum uppkallaður er eftir abbanum,
ein 75 ára abbi og 12 ára abbasonur hans. Við Garð í