Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 58

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Page 58
66 Forn búseting í Føroyum Nær næsta stigið, at skifta býlingin sundur millum tvey ella fleiri hús, er tikið, er rættuliga ilt at meta um. Tað kann vera byrjað í víkingaøld, um vit kunnu góðtaka tvey festi á bústaðnum vesturi í Horni í Syðrugøtu. í hvussu so er skulu vit neyvan langt inn í miðøldina fyri at finna sundurskiftar býlingar, tí vit mugu minnast til, at um tað er tann sjálvvirk- andi arvaskiftisskipanin, sum stýrdi sundurbýtingunum í vík- ingaøld, sum líkt er til, og sum vit kenna hana úr føroyska bóndasamfelagnum í yngri tíð, so er eingin orsøk at halda, at steðgur er komin í hesa sjálvvirkandi kraft gjøgnum alla mið- øldina, og at hon so tekur dik á seg aftur í 17. øld. Tey fornfrøðiligu úrslitini sjálv noyða tí fornfrøðingar at broyta hugsan um búsetingarskipanina í miðaldarsamfelagnum. Tað ber ikki longur til at hugsa sær miðaldarbúsetingina sum spjaddar einsamallar garðar, ein í hvørjum býlingi. Heldur mugu vit hugsa okkum býlingar við fleiri húsum, og hetta merkir, at tá vit hava við eitt órannsakað miðaldar toftaøki at gera, kann tað líka væl vera ein sundurskiftur býlingur við fleiri húsum sum ein garður. Tann mynd, eg her havi roynt at leggja fram av føroyskum búsetingarviðurskiftum, er at kalla bert grundað á fornfrøði- ligar keldur, rannsóknir av fornminnum. Myndin er enn kám og lítið nágreinilig, tí keldutilfarið er enn so veikt; tað er ikki rúgvismikið, og tað er ikki nóg væl útgreint, men vit hava gjøgnum fornminnarannsóknir ómetaliga stórar møguleikar at fáa til vega eitt stórt og dygdargott tilfar til at lýsa ikki bert búsetingarviðurskifti, men so mong onnur viðurskifti í fornari tíð. Eg hugsi, at ein endurskoðan av skrivaðu keldunum fer at geva nógvan nýggjan kunnleika, men framtíðar fornminna- rannsóknir fara at geva so nógv størri møguleikar. Av serliga stórum týdningi hevði tað verið at farið undir rannsóknir á kirkjustøðunum í teimum bygdum, har víkingaaldarbúpláss longu eru funnin aðrastaðni í bygdini. Við teimum úrslitum í huga, sum fornfrøðiliga granskingin higartil er komin til, haldi eg tað vera neyðugt at endurskoða tað skrivaða keldutilfarið úr miðøld og yngri tíð, tí tað er
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.