Fróðskaparrit - 01.01.1978, Síða 125

Fróðskaparrit - 01.01.1978, Síða 125
Føroysk fólkamentan 133 føroyskan dans (Thuren 1901, 1908, Gríiner-Nielsen 1909, 1934, 1945). Saman hava teir givið út »Færøske Melodier til danske Kæmpeviser« (1923). Eisini eigur yvirlitsgreinin hjá Chr. Matras um skaldskap av manna munni frá 1958 og yvir- litið um dansin sum N. Djurhuus (1958) hevur skrivað at verða nevndar. Báðar í verkinum »Føroyar«. Egil Bakka hevur saman við Mortani Nolsøe og Ólavi Hátún skrivað eitt hent yvirlit um dans, kvæðayrking og kvæðaløg í Faroe Isles Review (Bakka et al. 1977). Tann andaligi sangurin í Føroyum er serliga viðgjørdur av danska tónleikafrøðinginum Karl Clausen og dóttur hansara Marianne Clausen. I 1969 gav Karl Clausen út ritgerðina »Fær- øske folkemelodier i dansk sang og forskning« (Clausen 1969), og í 1975 kom út »Ándelig visesang pa Færøerne«. Støðið undir hesum verki er eitt stórt savningararbeiði; bert ein partur av savnaða tilfarinum er útgivin í verkinum, bandupptøkurnar eru annars varðveittar á Fróðskaparsetrinum. I hesum verk- inum verður sangurin lýstur í sínum rætta umhvørvi við við- merkingum frá Ole Jacobsen, Mariu Eide Petersen og Hans Iversen. Eitt yvirlit yvir fólkatónleikagransking í Føroyum finst hjá Suppan 1977. Umframt kvæði hevur V. U. Hammershaimb eisini savnað hópin av øðrum frásøgnum av manna munni: sagnir, orðtøk og fólkatrúgv. Hetta var á fyrsta sinni givið út í Antiquarisk Tidsskrift (1846—48 og 1849—1951) og í Annaler for Nor- disk Oldkyndighed og Historie (1846). Hetta er seinni savnað saman og givið út í Savni 1969. Suðuroyarpresturin J. H. Schrøter gav eisini í 1849—51 út føroyskar sagnir, men hann er ikki so vandin við heimildargrundarlagnum. Høvuðsverkið um sagnir og ævintýr er savnið hjá Jakob Jakobsen (1898—1901). Verkið hevur dyggan inngang, yvirlit yvir sagnir og ævintýr og viðmerkingar. »Færøsk sagnhistorie« (Jakobsen 1904) eigur eisini at verða nevnd, somuleiðis Greinir og ritgerðir, sum John Davidsen greiddi til prentingar í 1957. Svenski fólkaminnisfrøðingurin Áse Nymann er kortini tann, sum í nýggjari tíð hevur arbeitt mest við føroyskum ævintýr-
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.