Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Page 36

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Page 36
180 Nr. 54. 12. august. KUNNGERÐ um tolling av ymiskum motorakførum Eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum inn innflutnings- gjøld v. m. hevur landsstýrið fyrisett: § 1. At motorakfar kann koma undir toll eftir fylgjandi lbnr. í løgtingslóg nr. 30 frá 17. mai 1963 sum broytt í løgtingslóg nr. 42 frá 16. juni 1966 krevst: 1. 27.02: smærri bussar og hýruvognar, at eigarin røkir vinnuligan flutning, at ak- farið hevur 2 hurðar hvørju- megin, merkt hýruvognur við 5 cm høgum stavum á báðum teim fremru hurð- unum beint undir vindeyg- unum og hevur sjónskt skelti innan, hvussu mong akfarið hevur loyvi at flyta umframt førarin. Akfør undir hesum lbnr. kunnu ikki skifta hond uttan loyvi frá gjaldstovuni. 2. 27.04: avlamisvognur, at eig- arin er so lamin, at hann er ikki førur at røkja vinnu ella starv uttan nýtslu av motorakfari. 3. 27.05 og 27.06: vøruvognur, at akfarið við innflutningin hevur onki vinđeyga á siðu aftanfyri førarasætið ella tii- gerð til tílíkt. 4. 27.07: knallert (prutl), at akfarið er tví- ella tríhjólað við ella uttan pedalum við hjálpimotori við slagvolumen ikki omanfyri 50 cc og gong- ur ikki skjótari enn 30 km/t eftir sløttum og hevur type- góðkenning. Hesi eyðkennir skulu týðuliga lesast av fak- tura. § 2. Verða treytirnar í § 1 ikki gjølliga hildnar ella broytingar gjørdar í tilgerðini aftaná inn- flutningin, kemur akfarið unđ- ir toll eftir Ibnr. 27.01. § 3. Brukt motorakfør kunnu koma undir toll eftir meting (smbr. § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum). § 4. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer kunngerð nr. 60 frá 23. au- gust 1963 úr gildi. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 12. august 1966. Erlendur Patursson, landsstýrismaður. J. Djurhuus

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.