Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Síða 54

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Síða 54
198 Nr. 66. 10. november. KUNNGERÐ um samtykt fyri Føroya Lívstrygging Við hesum verður gjørt kunnugt, at landsstýrið hevur góðkent hesa SAMTYKT fyri FØROYA LÍVSTRYGGING Navn. heimstaður og endamál § 1. Navn stovnsins er Føroya Lívstrygging. Heimstaður og rættarting stovnsins er Tórshavn. § 2. Stovnurin er settur sambært § 1 í løgtingslóg um lívstrygg- ingarvirki. Løgtingslóg nr. 64 íra 10. oktober 1966. § 3. Stovnurin hevur einkarrætt at reka lívstryggingarvirki í Føroyum. Hjá lívstryggingarstovninum kann verða tryggjað øll sløg av lívstryggingum, eisini eftir- seturenta, lívrenta og eftirløn- ar (avlamis) trygging. Tryggingartreytir. § 4. Lívstryggingin røkir virki sítt við landskassaveðhaldi. Reglur fyri lívstryggingar- stovnsins tekniska grundarlag, tryggingartreytir og bonus og øðrum eins og broytingar í hesum skula verða góðkendar av landsstýrinum. Tryggingartreytir skula við- festast stovnsins tryggingar- skjølum, soleiðis sum lands- stýrið ásetur. § 5. Reglur fyri útrokningum av tryggingargjøldum, afturkeyps- virðum, frítryggingarskjals- hæddum og tryggingarskjals- lánum ásetast av aktuarinum og góðkennast av nevnđini. Fyristøða. § 6. Sambært log um livstrygging § 4 verður stovnurin stýrdur av nevndini fyri Tryggingarsam- bandið Føroyar. Stjóri trygg- ingarsambandsins hevur sum forrætningsførari ta dagligu leiðsluna av lívstryggingar- stovninum. Nevndin tekur avgerð í øllum viðurskiftum stovnsins, sum ikki eru løgd undir stjóran ella landsstýrið. Hvørja ferð ein ársfjórðingur er úti, skal stjórin leggja fyri nevndina frágreiðing fyri virki stovnsins. § 7- Nevndin hevur fund, tá ið formaður ella tveir nevndarlim- ir ynskja tað. Stjórin hevur rætt og skyldu at vera hjástaddur á nevndar- fundum. Nevndaravgerðir verða tikn- ar við vanligum atkvøðumeiri- luta. Stendur á jøvnum ræður atkvøða formansins. Frásøgn frá hvørjum nevnd- arfundi verður skrivað í gerða- bók og undirskrivað av teimum nevndarlimum, sum eru á fundi. Nevndarlimirnir fáa eina samsýning, sum landsstýrið ásetur. P’erðaútreiðslur fáa teir end- urgoldnar eftir rokning. § 8. Stjórin hevur dagligu fyri- støðuna av stovninum í hond- um. Hann skal ansa eftir, at bók- halđ og roknskapur er lagt til rættis í samsvar við grein 11— 17 í løgtingslóg um lívstrygg- ing. Løn stjórans verður ásett av nevndini. Stjórin setur tað starvsfólk, sum krevst, men nevndin skal góðkenna løntreytir starvs- fólksins. § 9. Ein aktuarur verður at hava tilknýting til stovnin. Aktuar- urin verður settur og loystur úr starvinum av nevndini við góðkenning av tilsýninum. Aktuarurin hevur ábyrgđina fyri, at stovnurin heldur út- rokningargrundarlag sítt. § 10. Starvsfólk og umboðsfólk hava tøgnskyldu viðvíkjandi øllum tí, sum tey í virki sínum fáa at vita um viðurskiftini hjá

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.