Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Síða 55

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.12.1966, Síða 55
199 teimum tryggjaðu og teimum, sum søkja um at verða tryggj- að. Endurtrygging. § 11. Stovnurin letur endurtryggja ein neyðturviligan part av por- tefølje síni. Nevnđin ásetur við lands- stýrisins góðkenning reglur, um hvussu stóra peningahædd stovnurin kann halda fyri egnu rokning fyri sama persón uttan endurtrygging. Bindandi undirskriftir. § 12. Til bindandi at undirskriva fyri stovnin krevst undirskrift av stjóra og einum nevndarlimi í felag, stjóra og einum um- boðsfulltrúa í felag ella nevnd- arformanni ella næstformanni og einum umboðsfulltrúa í fel- ag ella tveir umboðsfulltrúar í felag. Nevndin øll kann geva um- boðsfullmakt og avmarkaða serfullmakt, tó ongantíð til ein einsamallan mann. Til at keypa, selja ella seta í veð fastar ognir og til at taka lán krevst, at stjórin saman viS tveimum nevndarlimum í felag unđirskriva. Alment eftirlit. § 13. Hitt almenna eftirlitið við stovninum liggur hjá tveimum monnum, valdir ávikavist av løgtingi og landsstýri. Eftirlitsmenninir hava rætt at koma á fund við nevndini, tá teir ynskja tað. Teir hava rætt at kanna roknskap, rokn- skaparskjøl og brævaskifti. Samsýning til almenna til- sýnið verður ásett av lands- stýrinum. Samsýningin verður goldin av stovninum. Roknskapur. § 14. Roknskaparár stovnsins er álmanakkaárið. Roknskapur verður uppsettur í samsvar vi𠧧 12, 13, 14, 15, 16 og 17 í løg- tingslóg um lívstrygging. A hvørjum ári ger nevndin roknskapin almannakunnugan. Roknskapurin skal hava rak- strarroknskap og ognaruppgerð eins og frágreiðing um lívs- tryggingarstovnsins virki, og hvussu ognirnar eru settar í farna álmanakkaári, § 15. Roknskapurin verður grann- skoðaður av tveimum grann- skoðarum, sum landsstýrið vel- ur. Grannskoðararnir skula harafturat ansa eftir, at allar ognir stovnsins eru til sam- svarandi teirri fyriskipan, sum landsstýrið hevur g.iørt. Lóggáva. § 16. Tær undir kap. 3 í lóg nr. 129 frá 15. apríl 1930 um tryggingaravtalur ásettu reglur galda eisini hjá lívstryggingar- stovninum, eins og aðrar í nevndu lóg ásettu reglur eisini verða at nýta í lívstryggingar- stovninum, um tær eftir inni* haldi hóska, og tað í hesari lóg ella aðrari løgtingslóg eru ikki reglur um hesi ■'úðurskifti. § 17. Henda samtykt kemur í gildi 1. januar 1967. Tórshavn, tann 18. oktober 1966. N e v n d i n : Johan M. Fr. Poulsen Ewald Kjølbro P. S. Sivertsen P. M. Dam Leif Waagstein. Samtyktin frammanfyri, und- irskrivað 18. oktober 1966 av stýrinum fyri Tryggingarsam- bandinum Føroyar, verður við hesum góðkend at galda fyri fyrst. Føroya landsstýri, 10. novem- ber 1966. Karsten Hoydal, landsstýr ismaður. J. Djurhuus. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, tann 10. november 1966. Karsten Hoydal. landsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.