Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 2

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 2
Tíðindablaóið Útgevarar og blaðstjóm: Finnbogi Isaksen (ábyrgd) Ámi Absalonsen Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49. Leysasøluprtsur 2,00 kr. eintakið. Prent: Tiðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Hvat er ein føroyskur skúli? Óneyðugt Føroyingar nýta ikki sína tið nóg væl. Stórmál troðka seg á og krevja at verða loyst. Men vit hava nóg mikið at gera við at kjakast um mál. Hetta stríð tók seg upp á fleiri støðum í senn. í tinginum var eitt uppskot í vár um at fáa allar bøkur á føroyskum til skúlan. í Hoydølum kravdu næmingamir at sleppa at tosa føroyskt. í hesum døgum er so ein framsýning í Havn, sum vísir, hvussu nógvar bøkur skúlanum tørvar á móðurmálinum. 'Nú eru mong ár siðani at vit fingu lógfestan rætt at nýta føroyskt i skúla og kirkju. Hesin rættur varð tikin uppaftur í heimastýrislógini. Av og á - og serliga nógv nú í seinastuni - hevur verið talað og skrivað so nógv um skúlaskap, og ein atfinning, sum næstan altíð stingst upp í hesum sambandi, er, at skúlin skal gerast meira «før- oyskur». Og ymiskt er, hvat meint hevur verið við. Summir tykjast at hugsa sær eina serliga føroyska skúlaskipan, sum ikki er gjørd beinleiðis eftir mynstri úr øðrum londum - hersipast sjálvandi serliga til Danmark. Nakað um, hvussu henda skúlaskipan skal vera, verður sjáldan umrøtt. Onnur tala um meira og betri bókatilfar á føroyskum, uppaftur onn- ur halda, at vinnulívið - serliga fiskivinnan - átti at fingið betri sømdir innan fyri skúlagátt o.s.fr. Men tær flestu atfinn- ingarnar hanga seg bert í tað, at skúlin skal gerast føroyskur - uttan nærri at skila til, hvat hetta gandaorðið skal merkja. Tað átti at verið heilt óneyðugt hjá okkum at striðst um mál i dag. Heldur áttu vit - uttan mun til flokslit -tikið saman hendur og loyst hetta mál soleiðis, at allar bøkumar gerast føroyskar, og at øll tala í skúlanum gerst føroysk. Hetta er í fullum samsvari við ta heimastýrislóg, sum ongin flokkur í landinum heldur vera ov víðgongda. Gjørdu vit hetta, so høvdu vit meira kreftir til at farið undir størri samfelags- mál, so sum EF og fiskimarkið. I øllum lívsins viður- skiftum royna vit her á landi at líkjast fólkunum, uttan um okkum búgva. Vit ganga í sama slag av klæðum, sum tey, brúka somu bilar og frystiskáp, dansa somu dansir og lýða á sama tónleik, keypa somu møblar og kappast um at byggja líka stásUig hús við líka stórum stov- um sum okkara nærru ella fjarru grannar. Vit fáa popp-plátur, sokkabuksur, Rotary-klubbar, mynda- bløð, diskotek - alt í eini óendiligari røð, tí «so was Sofus Joensen, lektor, setur fram spurningin, hvat menn meina við orði- num: Ein føroyskur skúli muss ich auch haben». Tað ræður um at fylga við, at vera in. Við meiri ferð enn nakrantíð áður gerast vit ein óloysiligur partur av tí evropeiska-amerikanska liviháttinum og mentanini, sum valdar uttan um okkum, í okkara granna- londum og í hinum vestur- heiminum, ja sum við veksandi ferð breiðir seg um allan heimin. Okkara liviháttur og mentan hevur altið verið ein partur av tí livihátti og mentan, ið fanst uttan um okkum, sjálvandi tað, men hevði kortini fleiri serstøk føroysk eyðkenni. Tey hvørva nú skjótt um sýn, og tey fáu, sum eftir eru, undantikið fjallgonga, grindadráp, spik og garna- tálg - eru farin á náðins- garðin - á museum. Tey flestu eiga onga natúrliga tilveru longur, eru ongin sjálvfylgja longur, eru bert nakað sum vit kunstiga royna at halda lív í - tey eru jú eyðkennil! Tað liggur meira, enn vit vanliga gáa um, í tí, at nú dansa vit føroyskan dans og fara i føroysk klæðir. Og vit, sum við opnum føvningi taka ímóti øllum uttaneftir, antin tað er líkt ella ólíkt, og royna tað, vit eru ment, at líkjast øðrum, vit krevja nú, at skúlin skal vera føroyskur. Nú lívið er so lítið føroyskt sum aldri áður, nú skal skúlin vera tað. Men er skúíin ikki fyri lívið? Ella er til ein serligur føroyskur máti at læra lítlu tabell eftir, ella landalæra, ella eingilskt og týskt? Neyvan er tankin tann, at bømini í skúlanum skulu læra at ganga á fjall og drepa grind ella hava áralag og kenna streym. Hetta hava føroysk bøm higartil klárað uttan skúlan. Og munnu tey ikki eisini framvegis fara at greiða hetta, tá ið tey fáa brúk fyri tí, soleiðis sum tey skjótt lærdu «at draga ein tosk av gmnni og hirða ein haka í mold»? Ein mekanikari lærir jú í síni lærutíð at gera ein brotnan bil aftur. Og so hava vit jú yrkisskúlarnar. Einaferð stóð striðið um at fáa føroyskt mál inn í skúlamar. Tað var ikki eitt stríð út í bláan heim, og tað stríðið er loyst. Rumblið í Hoydølum er i hesum samanhangi bert ein litil eftirbrestur. Og skúlabøkurnar nakrar era tó komnar, men fleiri era eftir. Her ræður bert um at fáa fólk at skriva tær. Jens Pauli vinmaðurin suffaði í seinasta blað, at vit fáa málleys og bann- andi skúlabørn, tí tey brúka danskar skúlabøk- ur. Málloysi man neyvan vera tað, sum nívir skúla- børnini mest í dag. Og hvat við okkara ættarliði? Og teimum undanfarnu? Dugdu tey ikki at fáa orðið fyri seg? Og banningin! Ja, spyr t.d. íslendingar við øllum teirra skúla- bókum á móðurmálinum, um’ teirra børn banna Sofus Joensen minni. Her er onki sagt um, hvat bømini av røttum ^ áttu at lært í skúlanum, ella um tey ikki kundu verið mangt av tí fyri uttan, sum tey læra. Tað er ein heilt annar spum- ingur. Men nú era so nógv bløð fylt við kravinum um, at vit skulu hava ein føroyskan skúla, at nú er tíð uppá at vit fáa nakað at vita um, hvat hesin føroyski skúiin skal inni- halda. Varsemi Tann stóra hcekkingin av prístalinum 1. apríl og nú aftur 1. juli verður viðgjørd í oddagrein í Dimmalætting, sum m. a. skrivar: Men samstundis eru allar grandir til at óttast fyri, at verða ikki bæði alment og privat tikin stig til at vísa størri varsemi í tí eggjan til størri SJÓNARMIÐ virksemi, sum hevur verið higartil á teimum flestu peningakrevjandi økjun- um heima, kann eitt møguligt fyribils skifti í prísgongdini tann skeiva vegin ikki vigast upp av framhaldandi danskari lut- tøku í royndunum at varðveita arbeiðið í fram- tíðini. Tekin tykjast at vera til, at innan árslok fer príshækkingin at vera komin í hæddina, og at vit mugu vera fyrireikað til eina størri ella minni afturgongd í eitt styttri ella longri tíðarskeið. Tað er ikki púra vist, at hetta hendir, men í øllum førum er tað kortini skilagott at hava henda møguleika fyri eyga og búgva seg so væl til sum gjørligt, fyri ikki at verða rendur um koll fíggjarliga, um hetta hendir. Við einum sindur størri politiskum varsemi við almennum peningi til samfelagshg endamál og einari sindur minni privat- nýtslu úti um landið frivilliga, fer eitt møguligt streymaskifti í príslagnum ikki at gera skaða her í oyggjunum av nevniverd- igum slag. Gott treysti Fyrsta nummarið av Myndablaðnum Nú! sum Hermann Jacobsen gevur út, er nú komið. 1 oddagreinini sigur blað- stjórin: í Føroyum hevur tað næstan altíð verið so, at tá ein hundur pissar, so vilja allir pissa. Somuleiðis vísir tað seg nú eisini at vera við blaðútgávu. Men hugsa vit um ta ørgrynnu av donskum vikubløðum, sum floyma inn yvir okkum í túsundatali, og sum so at siga øll verða útseld, so skuldi tað verið gjørligt hjá einum blaði á okkara egna móðurmáli og tað við hampuliga góðum lesitilfari, at yvirliva uttan at noyðast at fylla tað við fjákutum naknum konu- fólkum, potens- og sex- problemum, Vit fara at gera eina roynd og vóna, at tað eydnast. Vit vilja ikki lova lesaram okkara ov nógv, men royna at gera blaðiS so fjølbroytt sum gjørligt. Stríðshug og dirvi Framin skrivar í oddagrein um verkføllini i Danmark í mei: Tann stjóm, borgarlig ella ikki, sum skal umsita eitt kapitalistiskt samfel- ag, hevur hesar og hasar (ógvuliga avmarkaðu) møguleikar. Hvat er at gera, tá bæði stagnatión og inflatión er og bæði arbeiðsloysið og halhð á gjaldjavnvágini era hækkandi? Lærabókin hevur onki svar! Tað er júst móti eini shkari støðu tað gongur í løtuni í Danmark og fleiri øðram «vestligum» lond- um., Tí eru hendingamar her í mei heldur ikki ein endi, men ein byrjan. Danski arbeiðaraklassin hevur av nýggjum víst stríðshug og dirvi, nýggir bólkar era komnir aftrat og standa solidariskir. ♦

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.