Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 5

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 5
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 ' Kvinnurnar eru ónøgdar við hjúnarlógina Vilja hava aldursmarkini fyri hjúnarløgum lækkað og frælsari separatiónsreglur Tann hjúnarlóg, sum er galdandi í Føroyum, er frá 1920-unum. Tann nýggja danska lógin frá 1969 hevur einaferð verið løgd fyri tingið, men onki varð gjørt við hana. Hetta eru føroyskar kvinnur ikki nøgdar við. Umboð fyri Kvinnufelags- samskipan Føroya hava luttikið á einum fundi í Finlandi, har kvinnur úr øllum norðurlondum skiftu orð um hjúnarlógina. I einum skjali, sum varð lagt fram á fundinum, setir Kvinnufelagssamskipanin fram sínar atfinningar. Aldurs- markið Kvinnufeløgini hava kann- að ta nýggju donsku lógina og siga, at tey kunnu góðtaka hesa lóg við einstøkum broyting- um. Feløgini halda tað vera dmuligt at lækka aldurs- markið til 18 ár fyri kvinnur og 20 ár fyri menn eins og í Danmark, íslandi, Norra og Svøriki. Harafturímóti halda tey, at aldursmarkið í Finlandi, sum er 17 ár fyri kvinnur og 18 ár fyri menn, er ov lágt til okkara viðurskifti. Feløgini halda, at um ein kvinna giftist, áðrenn hon var fylt 18 ár, hevði hon í flestu førum ikki kunnað gjørst nóg væl andaliga búgvin. Skilnaður Kortini eru rættuliga nógv ung hjúnarløg, har søkt verður um undantak, sigur Kvinnufelagssamskipan- in. Tað vísir seg, at hesi hjúnarløg ganga ikki so væl. Tvær ferðir so mong ung hjúnarløg halda ikki enn hjúnarløg millum meira tilkomin fólk. Tað hevði tí verið ynskjandi, at gjøllari upplýsingar vórðu givnir um ta galdandi hjúnarlógina og rættar- reglurnar. Tølini vísa, at í 1971 vóru 16 separatiónir og 26 skilnaðir. Tvey ár seinni vóru 22 separatiónir og 16 skilnaðir, t.v.s. at talið á separatiónum vaks, meðan skilnaðimir fækkaðust. Separatións- tíðin Kvinnufelagssamskipanin visir á, at vit hava onga familjuvegleiðing ella ráð- geving og sigur, at tað hevði verið ynskjandi, um vit høvdu stovnar, har serliga tey ungu kundu fingið sakkøna hjálp og høvi at tosa um sínar spumingar. Somuleiðis hevði tað verið ynskjandi, at sak- kønt fólk var til hjálpar, tá eini hjún skiljast. I tí núverandi donsku lógini er separatiónstíðin eitt ár. Tær føroysku kvinnurnar vildu havt hetta broytt til hálvtannað ár. Sum gmnd føra tær fram, at sjómenn em ofta burtur í eitt heilt ár, og ti kann separatiónstíðin ganga, meðan teir era burtur. ímóti teimum pappírleysu Kvinnufeløgini em fyri at varðveita hjúnarbandið, og vilja virka fyri, at lóggávan ikki er soleiðis lagað, at fólk heldur vilja liva í einum «pappírsleys- um» hjúnarlagi. Tey lógligu hjúnarløgini mugu ongantíð vera verri fyri enn tey pappírsleysu, hvørki hvat bamagørðum, vøggustovum ella skatta- lóg viðvíkir. Annars vísa kvinnumar á, at tað er torført hjá teimum at ávirka lógina. Ongin kvinna er í løtuni í nøkmm bygda- ella býráð- i, løgtinginum ella lands- stýrinum, og tí em tað menninir, sum hava alla lóggevingina um hendur. Aftari Sum nevnt í innganginum em ongar broytingar gjørdar i føroysku hjúnar- lagslógini í mong ár. Lógin kom i gildi her í 1923, og ein lóg um rættarreglumar í hjúnarlagnum kom so aftrat í 1926. Vit em tí nógv aftari enn hini norðurlondini, sum hava nýggjari lógir, sigur Kvinnufelagssamskipanin. Vaksandi áhugi fyri billard Billard hevur ikki verið gjørt nógv við í Føroyum. Klubbamir mnt um í landinum eru teir einastu, sum hava gjørt nakað við henda ítrótt. Teir hava tó fyrr bert spælt innanhýsis, men hesa seinastu tíðina hava fleiri feløg fingið sær borð. Hetta hevur skapt betri møguleika fyri kapp- ingum millum tey ymisku feløgini. Vitjan Klaksvíkar Klubbi hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at vekja áhugan fyri billardi. I fjør bjóðaðu teir donsku meistamnum Sør- en Søgaard og Jørgen Kock til Klaksvíkar á Norðoyastevnu. Har fekk almenningurin høvi at síggja hesar báðar spæla. Vanliga er ikki høvi hjá almenninginum at síggja tílíkt, tað em hølini hjá klubbanum ov trong til. - Sjálvandi hevði tað besta verið, sigur ein av billardspælaranum í Mimi, Jan Múller, - at fleiri feløg, so sum ungmanna- og ítróttarfeløg fingu sær billardborð. Fleiri høvdu so luttikið, og kappingar- nar høvdu verið áhuga- verdari og meira spenn- andi. Klaksvíkingar høvdu í ár ætlanir um at fáa fýra danir til Føroya at spæla, men teir góvu avboð. Studningur Billard verður í Danmørk roknað sum ítróttargrein. Feløgini har em limir í danska ítróttarsambandi- num og kappast verður eisini um meistara-heitið. - Um hetta skal gerast vemleiki í Føroyum, sigur Jan Múller, mugu fleiri feløg fáa sær borð. Billard er gott fritíðarítriv hjá ungdóminum. Her kundi tað almenna stuðlað, við t.d. at lækka tollin á hesum borðum, ella veitt studning, um feløgini søktu. Billardhugaði hava spurt seg fyri hjá ÍSF, um hvønn møguleika billard- ítrótturin hevur í Føroyum sum ítróttargrein. I hesum viðfangi hevur ítróttar- sambandið vent sær til danska billardfelagsskapin og spurt teir um hesi viðurskifti. Teir hava tó einki svar givið enn. I seinasta blað søgdu vit, at besta umfar í A-bólkinum, sum Jógvan Vágsheyg spældi, var 60 stig. Tað skuldi vera 70 stig. Jan Mtiller við billardborðið Síða 5 Reinsa maskinurnar Hjá Pf. Harenga í Norðagøtu reinsa teir maskinumar i løtuni, meðan virkið liggur stilt. Teir skera onki sildaflak beint nú, av tí at sildin er so feit og hon tí blívur meira leys. Hesa tíðina, meðan nógv æti er í sildini, heldur hon sær ógv- uliga stutt, og tað gongur heilt stutt tíð frá tí, hon er fiskað, til hon er so mikið vánalig, at hon ikki kann brúkast til flakasker- ingar. Tað seinasta, sum teir skóm, var veitt 9. juni, og teir byrja aftur í august mánaða. Sildin er best frá miðjum september og úteftir. Tað, sum teir skóm seinasta vetur, er alt farið avstað. Tað mesta fór til Svøríkis. Tað var súrgað sild. Kapasiteturin øktur við 300 t. Á sildavirkinum í Fuglafirði em teir ikki lidnir enn við at flyta maskinumar. Tær nýggju maskinumar, sum teir hava fingið, em allar komnar upp á pláss og koyra væl, men teir em ikki lidnir at seta tær gomlu maskinumar uppaftur. Á sildavirkinum hava teir flutt maskinumar, og hetta hevur gjørt, at teir hava ikki fingið arbeitt so nógv ráevni sum vanligt. Nú fáa teir aftur arbeitt meira ráevni, og týsdagin vóm fleiri bátar á Fuglafirði og avreiddu, og ongin noyddist at bíða. Mikudagin vóm eisini fleiri bátar á Fuglafirði. Ein trapul- leiki er, at bátamir ofta em ov seinir at boða frá, at teir koma at avreiða, verður sagt. Við hesum nýggju maskinunum verður kapasiteturin á virki- num øktur við 300 tonsum til 900 tons um samdøgrið. Teir fyrstu seks mánaðamar í ár vaks framleiðslan við 20 prosentum frá 37.733 tonsum til 45.192 tons. í fjør var framleiðslan fyri alt árið 100.000 tons ímóti 60.000 tonsum í fyrra- árið. Henda tíðin, sum eftir er av árinum, plagar at vera tann -besta til nøgd. Sildavirkið útflutti 1.300 tons av lýsi og TÍÐINDI ÚR EYSTUROY 7.384 tons av mjøli fyri tilsamans 47,1 milj. kr. fyrra hálvár í ár. í nøgd var hækkingin 54 prosent og í virði var hon 102 prosent. Á verðinsmarknaðinum er mjølprísurin nógv fallin í eina tíð, men í løtuni tykist hann at vera steðgaður. ístrot Tað er ov lítil ísur at fáa í Føroyum, og nógv nótaskip taka ís í Hetlandi. Isvirkið hjá Havsbrún framleiðir 90 tons av ísi um samdøg- rið, og teir eru í ferð við at útbyggja virkið. Nýggjar maskinur em á veg úr Norra við Arnatindi, og funda- mentini verða stoypt nú. Ur Fuglafirði verð- ur sagt, at tað skuldi ikki tikið langa tíð at sett maskinurnar upp. Tá hesar nýggju mask- inurnar em komnar, kunnu teir framleiða 150 tons av ísi um samdøgrið. Hetta er tað størsta ísvirkið í Føroy- um. Dagskúli í Fuglafirði Eftir summarfrítíðina setir Føroya Handils- skúli tann fyrsta hand- ils-dagskúlan á stovn. Hesin skúlin verður í Fuglafirði, og undirvíst verður í maskinskriv- ing, enskum, skriv- stovufyriskipan, rokn- ing, bókhaldi, samfel- agslæm, EDV og skrivstovuteknikki. Fyri at næmingar kunnu koma inn á skúlan krevst, at teir antin hava realprógv ella roynd frá 10. flokki ella at teir em komnir til ein vissan aldur. Skúlin varar í eitt ár, og undirvíst verður 7 tímar um dagin í 5 dagar um vikuna. Nýggjan túr Ólavur Halgi er farin nýggjan túr til Islands. Tað hevur verið eitt ivamál um, hvat hann skuldi gera, tí tað var ringt at sleppa av við fiskin, men nú er avgjørt, at hann skal avreiða í Runavík. Trolbátar Mánadagin avreiddi Anna Maria 9.000 pund í Fuglafirði, Dragin 9.000 og Uranus 16.000 pund.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.