Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 6

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 6
Síða 6 TÍÐIIMDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 Ikki samdir Undir tingingunum í Sovj etsamveldinum samdust Richard Nixon og Leonid Brezjnev um ein sáttmála, sum av- markar rakettverju- vápnini og kjarnorku- royndir undir jørð. Teir vóru eisini samdir um at gera nýggjar royndir at avmarka goymsluna av kjamorkuvápnum. Brezjnev sigur, at hesin sáttmáli fer at gera sítt til at økja um møgu- leikarnar fyri friði í heiminum. Eygleiðarar siga, at tað er týðuligt, at Brezjnev og Nixon hava ikki verið samdir í spuminginum um av- marking av tjamorku- vápnum. Finnast at USA og Sovjet Á havrættarráðstevnu- ni í Venezuela er Kina komið við hvøssum atfinningum at USA og Spvjetsamveldinum. Røðan hjá tí kinesiska umboðsmanninum varð søgd at vera tann higartil hvassasta á ráðstevnuni, og hann heitti á londini í triðja heiminum um at standa saman fyri at bróta monopolið hjá risaveld- unum á havinum. Hann segði, at amerikansk og sovjettisk herskip ferð- ast um øll høv og hótta onnur lond. Búskapar- tiltøk í Israel er boðað frá nýggjum tiltøkum, sum skulu hava til endamáls at vinna á inflatiónini og at minka um undir- skotið á gjaldsjavn- anum. Stjómin minkar um útreiðslumar til byggingar, og eitt eykagjald verður lagt á innfluttar vømr. Hægri skattur verður m.a. lagdur á privatbilar. Blað fær bót Fyri fyrstu ferð er eitt blað í Portugal revsað eftir tí nýggju pressu- lógini, sum kom í gildi fyri einum mánaða síðani. Blaðið fekk bót fyri at hava skrivað um eina kravgongu, sum hevði til endamáls at styðja tveir heryvir- menn, sum ikki vildu gera eftir boðum frá hægri mynduleikum. STUTT UTTANEFTIR Selassie slakar Haile Selassie keisari hevur góðkent nøkur krøv frá herinum, sum hevur tikið valdið í landinum. Hemrin hev- ur m.a. kravt, at fleiri politiskir fangar verða latnir leysir, at etiopar- ar í útlegd sleppa at venda heimaftur, og at tað beinanvegin verður skipað fyri broytingum í gmndlógini. Avgjørt er, at tað skal vera eitt víttfevnandi samarbeiði millum ta sivilu stjórn- ina og stríðsmegina. Krevja arbeiði Úr høvuðsstaðnum í Mozambique frættist, at politiið hevur skotið eftir eini kravgongu, sum arbeiðsleys fólk skipaðu fyri. Eini 1.000 arbeiðsleysir afrikanar- ar komu saman uttan- fyri húsini hjá lands- høvdinginum og krav- du at fáa arbeiði. Teir arbeiðsleysu søgdu, at teir høvdu mist arbeiði, síðani statskvettið í Portugal fyrr í ár. Politiið gav teimum boð um at fara hvør til sítt, men mótmælismenninir fóm tá at grýta grót, og politiið skjeyt afturí- móti. Mugu steðga áganginum Verju- og uttanrikis- ráðharrarnir í 20 arab- iskum londum hava tingast í Kairo um at standa saman fyri at forða fyri, at ísraels- menn aftur søkja at Libanon. Egyptiski verjumálaráðharrin sig- ur, at Egyptaland er sinnað at brúka vald fyri at steðga ágangi á arabisk landaøkir. Hann segði, at núver- andi støðan er ein hóttan móti roynd- unum at skapa frið í Miðeystri. Uttanríkis- ráðharrin í Kuwait segði, at tað er ikki longur nóg mikið at tala um at samskipa poli- tikkin og at veita búskaparliga hjálp. Ar- abamir eiga onki at spara fyri at steðga áganginum, segði hann. Ein umboðsmaður fyri palestinsku parti- sanamar segði, at teir fara undir ongum umstøðum at gevast við stríðnum ímóti ísrael. Grikkar og turkar ósamdir um rættin til oljuna Grikkaland vil neyvan leggja málið fyri altjóða dómstólin í millum Grikkaland og Turkaland hevur ein stór ósemja tikið seg upp um rættin til at bora eftir olju í Egearahavinum. Um somu tíð hava viðurskiftini gjørst meira spent á Kypros, orsakað av ósemj- uni millum grikkar og turkar. Alt hetta hevur ført til, at støðan í seinast- uni hevur verið ógvuliga spent millum Grikkaland og Turkaland, og-tað-íiava fleiri ferðir verið talað um møguleikan fyri kríggi millum hesi bæði londini. Funnu olju í januar mánaða í ár boðaði grikska stjómin frá, at væl av olju og gassi var funnið tætt við griksku oynna Thasos, norðarlaga í Egearahavi- num. Hetta reisti beinanvegin spumingin bæði í Grikka- landi og Turkalandi, hvussu rættindini til natúmrikidømini á hesum leiðum skuldu býtast. Grikkar gera krav uppá rættin til so gott sum alt Egearahavið, tí teir eiga so nógvar oyggjar har, með- an turkiska stjómin vil hava markið longur vest- ur. Hittust á NATO fundunum Ein roynd at fáa samband millum partarnar varð gjørd, tá uttanríkisráð- harrarnir hjá Grikkalandi og Turkalandi hittust á NATO-fundinum í Ottawa í fama mánaða. Tingingar vóru eisini millum partar- nar á NATO-fundinum á hægsta stigi í Brússel í síðstu viku. Á hesum fundi skjeyt grikski forsætisráð- harrin upp, at partamir viðgera trætuna sínámill- um á diplomatiskum stigi. Eygleiðarar halda, at grikkar verða trekir at lata ein altjóða stovn gera úrskurð í málinum, tí Grikkaland hevur meira at tapa enn at vinna. Fleiri ferðir hevur griks- ka pressan skrivað um at lata hermegina leggja uppí fyri at avgera trætuna við makt, tí Egearahavið er eitt grikskt hav, skriva bløðini. Nú má stjórnin í Portugal velja Má slaka fyri krøvunum frá afrikanarum ella lata herfólkið vera í hjálondunum Mario Soares, uttanrtkis- ráðharri hevur leitt ting- ingarnar fyri Portugal Portugisiska stjómin vísti seg at vera fús at taka upp samráðingar við tey portu- gisisku økini í Afrika fyri at fáa enda á hjálanda- kríggjunum har niðri. Men hesar samráðingar hava verið rættuliga truplar, og støðan tykist nú at vera tann, at góðkennir Portu- gal krøvini hjá afrikansku frælsisrørslunum, so kann hetta føra til eina ósemju í stjómini. Sjálvavgerðar- rætt Ein av teimum spuming- um, sum ósemjan stendur um, er sjálvavgerðarrætt- urin hjá fólkinum í hjálondunum. Afrikansku frælsisrørslumar vilja ikki tingast um sjálvavgerðar- rætt, um treytin skal vera, at ein fólkaatkvøða skal avgera, úm londini skulu hava sjálvstýri, og hvat slag av sjálvstýri, tey skulu hava. Frælsisrørslumar, sum verða styðjaðar av Afri- kanska Felagsskapinum, krevja, at tey afrikansku londini fáa sjálvstýri innanfyri eina ávísa tíð, sum samráðast skal um. Afrikanski Felagsskapurin sigur, at tað einasta, sum teir eiga at samráðast um er, hvussu og nær tey afrikansku økini skulu hava sjálvstýri. Misálit Frælsisrørslumar siga, at við krignum ímóti portug- isarum, hava tær skapt sær ein rætt til at umboða sítt fólk. Frælsisrørslumar hava ein illgruna um, at portugisaramir hava skot- ið upp at hava fólkaat- kvøðu fyri at teir fýrst kunnu bera so í bandi, at teir flokkarnir, sum em fyri sambandi við Portugal skulu vinna meiriluta. Bert góðkendar bólkar Eitt annað krav frá Afrikanska Felagsskapi- num er, at portugisiska stjómin má bert samráð- ast við frælsisrørslur, sum Felagsskapurin hevur góðkent. Hetta ber m.a. í sær, at samráðingamar skulu ikki vera við teir hvítu, sum búgva í teimum portugisisku økj- unum í Afrika. Stjómin í Lissabon er í tí torføm støðu í dag, at góðkennir hon ikki krøvini frá afrikanamnum, so má hon rokna við at koma at hava herfólk í Afrika í nógv ár aftrat. Toyota Corona Coupe 1971 koyrt 20.500 km., í góðum standi, til sølu, um hóskandi boð fæst. Tlf. 1.3808 Best aftanákl. 17. Lýsing Nýggjur skúli í Tórshavn Vegna nevndina fyri Føroyq Specialskúla í Tórshavn býður Socialstyrelsen við hesum til totalentreprise bygging av nýggjum specialskúla á einum ávísum øki á Frælsinum í Tórshavn. Arbeiðstakarar í Føroyum við áhuga fyri hesum kunna skrivliga biðja um treytimar fyri útbjóðing, avhending og gjald við at venda sær til J. Djurhuus, skrivstovustjóra, Føroya Lands- stýri, Tinganes og Klaus Hermann, fulltrúa, Ríkisumboðið, Jónas Broncksgøta 27, 3800 Tórshavn, í tíðarskeiðinum 1. juli til 10. juli 1974. Væntandi byrjar byggingin mitt í oktober 1974 'og er liðug í oktober 1975. Nevndin fyri Føroya Spesialskúla

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.