Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 16

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 16
Síða 16 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 MÍN MEINING Hvat heldur tú at poli- tiið skuldi gjørt við ølklubbamar? Gunvør undir Varða, sjúkrasystir: Teir etableraðu øl- klubbamir skuldu fing- ið loyvi at verið sum teir eru, bara teir ikki selja øl út úr húsinum. Hinar átti politiið sum skjótast at fingið skil á. Steindor Hjaltalin, bil- førari: Fólkið vil hava tað, sum tað er. Bjarni Olsen:. Tað er ikki politiið, sum skal avgera, hvat gerast skal við ølklubb- amar. Teir skulu hava greið boð frá hægri mynduleikum, men um mynduleikamir siga, at teir skulu steingjast, haldi eg hetta vera skeivt. SPEGILS- MYNDIN Á fundinum í Sovjetsamveldinum millum Richard Nixon og Leonid Brezjnev eydnaðist ikki at gera nakran sáttmála um at støðga kappdubbingini Rúmdarmat móti magasjúku Tann matur, sum rúmd- armenn plaga at fáa at eta, verður nú brúktur til at lekja fólk, sum hava ringan maga. Á ríkishospi- tedinum í Keypmannahavn Forboð fyri gestaarbeiðarum Frakland hevur sett gesta- arbeiðamm forboð fyri at koma inn í landið. Forboðið er fyribils gald- andi til oktober mánaða. Imeðan ætlar stjómin at kanna spumingamar nær- ri viðvíkjandi íbúðarviður- skiftum, útbúgving og heilsuviðurskiftum hjá innflytarum. Stjórnin ætl- ar eisini at ansa eftir, at gestaarbeiðarar ikki fáa ov litla løn í mun til onnur fólk. Við famOjum em tað umleið 4 milj. av útlend- ingum, sum arbeiða í Fraklandi. hava teir viðgjørt meira enn 20 sjúkUngar við hesum kosti. Tað er lítil nøgd, sjúklingamir á henda hátt fáa at eta, men kosturin inniheldur tey evni, sum neyðug em. Magin sleppur harvið at hvíla, og sjúklingamir fara ikki aftur, sjálvt um teir einans liva av hesum kosti í fleiri mánaðar. í nøkmm fømm hevur hetta hjálpt sjúklingunum væl. Summarfrí Skrivstova okkara er stongd frá 8. juli tU 3. august 1974. Leif Waagstein landsræ ttarsakførari Dánjal Magnussen advokatur Tormóður Djurhuus advokatur Á vestanstevnuni í Sørvági dró sýslumaðurin 1252 sum vinnaranummar í ókeypis burturlutingini av eini íslandsferð. Vertanstevnunevndin LEYST OG FAST Nýnazistar Svenska politiið hevur upployst ein part av einum nýnazistiskum felagsskapi í Stock- holm. Hjá einum av teimum tiknu fann poli- tiið nógv dynamitt. Politiið leitar framvegis eftir fleiri vápnum, sum bólkurin sigst at hava átt. Bumba Ein nýføðingur, sum lá í eini park í Tel Aviv, mundi rætt livið av tveimum landastrok- um, tí teir hildu hetta vera eina bumbu. Teir sóu eina pappeskju standa undir einum runni í parkini og vendu sær til politiið, tí teir hildu hetta vera eina bumbu, men tað varð skjótt, at serfrøðingar hjá politinum funnu út av, at bumban var onki annað enn ein nýføð- ingur, sum mamman var rýmd frá. Vildi burturflyta drotningina Politiið í Danmark tók fyri nøkrum døgum síðani ein ungan egypt- ara, sum hevur hótt við at burturflyta Margr- ethu đrotning. Nakrar dagar frammanundan hevði hann ringt til eitt blað og sagt, at hann hevði ætlanir um at burturflyta drotning- ina, og politiið hevði leitað eftir honum síðani tá. Hann hevur Sagt, at hann er limur í einum bólki, sum fyri- reikar fleiri stórar brotsgerðir. Haruungin deyður Haruungin, sum ein ketta á Langasandi tók til fosturs, fekk ikki nakað langt liv. Nakrar dagar eftir, at vit høvdu havt mynd av honum í blaðnum, var ein onnur ketta komin inn í kjallaran, og hon gjørdi av við hann. Vístur úr Brasilia Bretski tokrænarin, Ronald Biggs er vístur úr Brasilia. Hægsti rættur í Brasilia hevur víst eini umsókn aftur frá Biggs, har hann biður um at sleppa at vera í landinum. Biggs hevur í eina tíð arbeitt í Rio de Janeiro. Hóast hægstirættur hevur av- gjørt, at Biggs skal av landinum, so er tað harvið ikki sagt, at hann verður latin bret- sku mynduleikunum upp í hendur. Tað er ongin sáttmáli millum Bretland og Brasilia um avhending av brots- monnum.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.