Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 10

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 10
Fríløtan sámd við Andalusia-yrkj- aran, sum skrivar: Tað frøir eygað og hjartað og tváar sálina. Ódnarveður og sjóverkur Tað verður seinur dagur, at vit gloyma teir strævnu náttartímarnar, áðrenn vit náddu Torrevieja á Costa Blanca. Tað er longu farið eitt samdøgur, síðani vit fóru úr Malaga. Um náttina tann 18. oktober kemur nógvur vindur, og ein sterkur mótstreymur ger sítt til, at báturin høggur óført. Eg má viðganga, at sjóverkurin herjar umborð. Vindurin veksur, og regnið sílar niður. Vit eru fleiri tímar seinkað, tá vit í lýsingini við einum lættasuffi kunn- u leggja bátin við Club Nautico í Torrevieja. Men vindurin er nógvur, og tað stendur nógv á endunum, so ikki fyrr enn stórakkerið er'kástað, kunnu vit kenna okkum eitt sindur trygg- ari. Stór vatnflóð Meðan vit bardust við veðurgudarnar á havinum, var stór vatnflóð í Granada, fleiri hundrað fólk umkomust, og nógv gjørdust húsviD. Ein bilur, sum var á veg frá Alicante til Granada, hvarv og sást ongatíð aftur. Eitt tjúkt mórulag lá á markunum. Tíðindini vóru skakandi. Tað var sostatt ikki undir bestu umstøðum, at vit fyrstu ferð sóu Torrevieja, men tað skuldi skjótt blíva betri. Dagar- nir, sum komu, var sólskin, og vit kundu fyri tað mesta vera úti. Vit trívast væl her niðri, og ein grundin er, at vit fáa góðan mat og gott vín ótrúliga bíliga. Teir sponsku rættimir smakka væl, og hetta er nakað, sum vit eiga at taka við læru av. Ein sponsk genta kemur umborð fyri at læra okkum at gera spanskan mat. Hon ger Peella, ein tjóðrættur. Vit fáa at vita, at hvør familja hevur sín serliga máta at gera rættin uppá, og vit fáa sjálvandi at vita, hvussu hon ber seg at. Stykkir av høsnarung- um og haru, ymisk sløg av grønmeti kókað saman við risi á eini stórari pannu. Tað smakkar avbera væl. Á torginum Sjálvt fólkalívið uppliva vit best í býnum fyrrapart- in ein fríggjadag. Tað er søludagur á torginum. Alt, sum kann krúpa, tykist at savnast saman her. Á báðum síðum eru gøtumar fyltar við fólki, sum selur, og tað er tað mest ótrúliga, tú kanst keypa her. Her em sigoynarakvinnur, sum selja klæðir, teppir ella nylonsokkar. Hunda- hvølpar kann ein keypa - og smáar hvítar mýs. Her er stórt úrval av skinnum og leðurvørum. Prísimir em lægri enn tað, sum vit em vanir við heima. Serliga matbúðirnar em nógvar og á tremur við vømm. Fólk koma við livandi kalkunum og høsnum. Og allastaðni standa teir seljandi og rópa og lovprísa sínum vømm. Summir royna eisini at syngja fyri at draga kundamar til sín. Býurin veksur í útjagaranum av býnum er nógv bygt seinastu árini. Tað er útlendskur kapitalur, sum stendur aftanfyri, og tað er týðuligt, at roynt verður at draga ferðafólk henda vegin. Framvið strondini síggjast stórir bygningar. Nógvir av teimum em gistingarhús, meðan aðrir em innrættaðir við ibúð- um. Nógv sethús verða eisini bygd, og tað em ikki so fáir útlendingar, sum eiga eitt summarhús ella eina íbúð á hesum leiðum. Serliga kann nevnast, at sviar hava gjørt sín egna býling, Lomas, eitt sindur uttanfyri býin. Tíbetur em vit komin higar so mikið seint, at her er litið ferðafólk. Vindeyg- uni standa myrk og gapa í hesum stóm húsunum, gistingarhúsini eru næstan tóm. Men hetta gevur okkum betri møguleika at koma í samband við tað innføddafólkið. Tá hugsað verður um, hvussu nógv ferðafólk streymar higar á hvørjum ári, mugu vit ásanna, at vit undrast á, hvussu blídligt og hjálp- samt fólkið er. Fólk em lættari at koma í samband við og hjartaligari, enn vit em von við á heimligum leiðum. Nógv minnis- merkir Millum teirra, sum búgva her fast, hitta vit eini bretsk hjún. Fyri tveimum ámm síðani fóm tey suður higar ein túr við báti sínum. Tey komu til Torrevieja, og her vórðu tey verandi. Teimum dámdi so væl fólkið her á staðnum, og her høvdu tey eisini góðar møguleikar at sigla. Her hevur altíð verið nógv siglt. Spania var krossvegurin, har tvey fólkasløg møttust. Gjøgn- um tíðimar hevur strondin mangan lokkað sjórænarar og krígsmenn higar. Bæði fønikiarar, grikkar, róm- verjar og arabarar hava sett nógv minnismerkir eftir seg. Her finnast eisini nógvir siðir, sum stavað frá mauraranum. Alt árið em stevnur við fýrverkarí, dansi, sangi og skrúð- gongum. I Spania verða hildnir tilsamans 3.400 veitsludagar av søguligum ella religiøsum uppmna. Hvør - pueblo - bygd hevur árliga eitt hátiðar- hald fyri sínum verjuhalgi- menni við einum slíkum veitsludegi. Vit vóm so heppin, at vit upplivdu henda veitsludagin í Torr- evieja tann 8. desember. Veitsludagur Fleiri ferðir henda dagin fóm skrúðgongur gjøgnum gøtumar. Eitt petti fram- anfyri gekk ein maður, sum uttan íhald sendi rakettir upp. Eitt orkestur spælir, og aftaná koma vakrar gentur í skrúð- gongu. Allar hava tær stutt skjúrt. Tær em í klæðum við sterkum litum. Allar ganga tær á sama hátt við einum vaggandi gongulag. Aftanfyri tær verður borin ein standmynd av halgimenninum við livandi ljósum á. Aftanfyri kemur mannamúgvan, øll við livandi ljósum í hondum. Nøkur em eisini berføtt fyri rættuliga at heiðra halgimennið. Spania er eitt sera katólskt land - og religiónin setur sín dám á alt lívið. So gott sum øll gentubøm verða uppkallað eftir halgimennum. Con- chita og Immaculata eita tvær av okkara sponsku vinkonum, sum báðar em føddar í sama mánaða, sum hátíð verður hildin fyri verjuhalgimenninum hjá Torrevieja. Um kvøld- ið hava tær eina veitslu fyri vinum, og eisini vit em boðin við. Hetta er ein góður endi á vitjan okkara í Spania. Men okkum er farið at dáma fólkið her, og tí verður tað ikki bara stuttligt at siga teimum farvæl, nú vit skulu halda fram við ferðini. TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 SíðalO Vanlig reydlig kritpípa uttan nakað prýði (savnsnr. 3273) og pipustokkur (savnsnr. 2248). Pípustokkurin hevur 5 messingahólkar, hann er væl prunkaður og settur við messing. 24 cm langur. Hans Debes løgmaður sigst hava gjørt. Tvær finar kritpípur. Onnur hevur mynd av seglskipi á aðrari síðuni og akkeri á hinari. Hin hevur vakra prýdda trom og stempul í neðra. Hesar pípumar eru funnar á Myrkjanoyri i Klaksvík, har Nólsoyar Páll hevði hú_s síni standandi, og verða tær sýndar fram um stutta tíð l Stokkastovuni, tá Nólsoyar-Páls framsýningin opnar. Pípurnar eru bert 3,5 cm høgar og 1,5 cm í tvørmáti. Privat 0&n' Foto: Jákup Eyðun. Tað er ikki óvanligt at finna brot av kritpípum - pípuleggir ella kritheys- ar í moldini, tá ein veltur ella grevur burtur. Soleiðis er tað í øllum Europa - kritpípur rekast allastaðni, sjálvt uppi í Vesturgrønlandi hava teir funnið pípu- brot í moldini. Tær fyrstu kritpípur- nar vóm gjørdar í Bretlandi umleið 1575. Henda vinnugrein tók seg skjótt fram, men trúarorsøkir gjørdu tað trapult hjá pípumakar- unum at búgva har í landinum, og tískil fluttu teir flestu til býin Gouda í Hollandi. Hesin býur kom at verða víðakendur fyri kritpíp- ur sínar. Meginparturin av fólkinum í Gouda livdu av at gera pípur - eini 7000 fólk, tá hetta virksemi var upp á tað besta. Við fyrimynd í teim- um frálíku Goudapíp- unum fóm menn í øðmm londum eisini at gera pípur. Frá 1606 veit man um mann, sum seldi pípur í Helsingør, men tað var serliga í Keyp- mannahavn og Stubbe- købing, at tær flestu pípuverksmiðjumar vuksu fram, og haðani fingu føroyingar pípur sínar. Tubbakið var dýrt, og heysarnir vóm tí ógvu- liga smáir, men hetta broyttist eitt sindur so við og við, og útsjóndin eisini, men ikki altíð til tað betra. Ein kritpípa helt ikki leingi - einar 14 dagar, um ein roykti dúgliga. Leggurin fór ikki væl við vørrini, tí bundu tey flestu okkurt um hann ella koyrdu alla pípuna í vatn viðhvørt, men múgvandi fólk kundu eisini dyppa inn- siglislakk uttan um leggin, tað var betri at halda um. Bæði mann- fólk og okkurt konufólk royktu kritpípu. Kritpípumar vóm y- miskar av dygd og útsjónd á sama hátt sum pípur í dag - og eisini í prísi. Tær hvítu pípur- nar vóm tær fínam og tær betm, tær vóm sum oftast prýddar við ym- iskum myndum. Tær reyðu vóm evnaðar úr vanligum donskum leiri við eitt sindur av tí fína útlendska leirinum uppi- í, og em tað hesar pípurnar, sum vit oftast finna í bønum og aðra- staðni. Tær betm pípurnar høvdu altíð búmerkið hjá meistaranum stemplað í pípuna. Stemplið varð sett á hana, tá hon var liðug, men ikki rættuliga turr. Stemplini em ikki størri enn holið í teimum gomlu kopar-fimmoyr- unum, men kortini ógvuliga klár og týðulig relief. Meistaramir vóm nógvir og búmerkini nógv. Tað hendi seg eisini, at teir stjólu búmerkini frá hvørjum øðmm. Viðhvørt er tað tí trapult at avgera, hvat er ekta pípa meistarans og hvat er ein eftirlikn- ing. Teir gomlu plagdu at hava pípurnar í einum pípustokki, hesin var prýddur á ymiskan hátt og kundi vera so langur, at hann kundi nýtast til pmkku. Fomminnissavnið eig- ur fleiri vakrar pípu- stokkar og onkra krit- pípu eisini. Eftir er pungur og pípustokkur og mín slíðraknívur, illa verður mær úr í dag eg fari at biðja mær vív. Jákup á Møn JóanPauli

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.