Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 7

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 7
Síða 7 ♦ TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 Poland tapti fyri fyrstu ferð undir HM Polsku OL-gullvinnamir koma enn einaferð at leika á tí olympiska leikvølli- num í Munchen. Men hesaferð bert um bronsu- merkið, mótstøðuliðið verður Brasilia. Tað em polakkar væl nøgdir við. Ongin teirra hevði væntað at koma so langt, sum teir em komnir. ' Poland tapti fyri fyrstu ferð undir HM-kappingini mikudagin, og var tað ímóti Vesturtýsklandi. Polakkamir vóm uttan toppscoraran Szarmach, sum var skaddur. Týskar- amir vóm í sterkastu uppstilling, og sama lið vemr ivaleyst at síggja sunnudagin ímóti Hol- landi. Týskland var í tmpulleikum í Frankfurt ímóti Polandi. Men týsk- aramir slitu seg enn einaferð til tað, teir ikki kundu spæla seg til. I sannari arbeiðsøði stríddu týskararnir seg ígjøgnum tær leikligu kreppurnar og uppvigaðu harvið tey polsku bólt- kynstrini og yvirlutan. So dysturin, sum ong- antið skuldi verðið spæld- ur orsakað av teimum vánaligu vallarviðurskift- unum, varð ikki vunnin av tí betra fótbóltsliðnum, men tí sterka. Tað var undmnarvert, at tað, hóast leikaramir høvdu so vánaligar umstøður til at gera seg galdandi undir, bar teimum til at visa so vakrar detaljur og fast- halda so høga leikferð. Tær yvirdrivnu stuttu avleveringamar hjá týsk- amm vóm gjørdar til onkis av teimum glíðandi polsku tacklingunum, ella tí tær steðgaðu í teimum mongu hyljunum á vøllinum. Týska verjan var ó- trygg, hvørja ferð polakk- amir í fremstu røð, Gadocha, Lato og Dom- arki driblaðu seg ígjøgn- um. Men tíverri fyri Poland spældi Meyer í týska málinum, sum um hann longu var heims- meistari. I hinum endanum fingu týskararnir aldri rúm til at spæla seg ígjøgnum. Polsku verjuleikaramir vóru nógv sterkari í tacklingum. Alt sá út til at enda við einum 0-0 dysti, sum var nóg mikið fyri týskarar- nar, men tá Hølzenbein fyri einastu ferð fekk nyttu av sínum kvikleika, bleiv hann feldur av Gorgon í áttanda minutti av seinna hálvleiki. Brotsspark. Týskland hevði fingið sín fyrsta málmøguleika. Men Tomaszewski bjargaði skotinum frá Hoeness. Hann flutti seg uttan iva ov tiðliga, men tað meinti dómarin ikki. Hóast týskaramir øktu leikferðina, fingu teir ongatíð tað tamarhald á dystinum, sum polakkar- nir høvdu. Men undir eini HM- kapping em ikki ráð til misskiljingar. Overath, Brasiha endaði dystin við 10 monnum, av tí at Louis Pereira varð útvístur 5 min. fyri leiklok, tá hann sparkaði beinini undan JohanNeeskens. Hesin fór haltandi av vølhnum, men hollendingar vóna at fáa hann við móti týskamm sunnudagin. Harafturí- móti verður Rensenbrink ikki við. Dómarin svíkti full- komiliga, og hann kann bara troysta seg við, at ongin fekk skaða. Hann bíðaði, til leikaramir høvdu framt fýra ljótar eftirtacklingar, við at vísa tað gula kortið, sum merkir ávaring. Suurbier og Pereira fingu tað gula kortið ísenn fyri at sparka hvønnannan í staðin fyri bóltin. Eisini Ze Maria og hðleiðarin Mario Marinho fingu ávaringar. Áðrenn hetta skuldi Marinho verið útvístur. Við vilja gav hann Johan Neeskens, sum onki visti, albogan í andlitið, so dysturin varð steðgaður í 10. minutti. Kurt Tschenscher sá ikki brotsgerðina, tí sjálvandi varð hon framd, meðan bólturin var aðrastaðni. Neeskens hevndi seg tó seinni. 7 minuttir inni í seinna hálvleiki rann hann ígjøgnum tað annars so sterku brasiliansku verj- una, og uppá avlevering frá Cmyffs skjeyt hann uttan at ivast, so bólturin fór upp um tann hjálpar- leysa Leao og í netið. Hohendingar, sum høv- du verið bangnir, spældu íslendskir dystir íslendska fótbóltslandslið- ið skal spæla fýra dystir í ár aftrat dystinum móti Føroyum, sum var tann fyrsti. Um miðjan august verður spælt móti Finn- landi í Reykjavik, fyrst í september móti Belgia í Reykjavik og í oktober fara íslendingar til Dan- markar og Eysturtýsk- lands at spæla landsdystir í fótbólti. staddur úti í vinstm síðu, avleverar inn til Hølzen- bein. Hesin avleverar til Bohnhof í vinstra horni av málteiginum. Miiller tekur ímóti bóltinum frá Bohn- hof mitt fyri málinum, og her er tað, at Szuđa drálar við at tackla, og shkan møguleika letur Múller ikki fara av hondini, og Týskland er í finaluni. nú sum vit kenna teir, tá teir em bestir. Teir fingu nú betri pláss til mótálop. Nú skuldu brasilianaramir hava tvey mál fyri at koma í finaluna, og tí hvødu teir færri mans í verjuni og fleiri í álopi. Hetta útnyttaðu holl- endingar, tá 20 min. vóm famir av seinna hálvleiki. Krol fer ígjøgnum í vinstm síðu, og uppá hansara frálíku avlevering aftur um brasiliansku verjuna tveit- ir Cruyff seg fram og fluktar bóltin í netið. Eitt Føroyska landsliðið brúkti trettan spælarar í dysti- num. í seinna hálvleiki kom Hannemann Múller, VB at spæla á miðjuni fyri Hugin Samuelsen, B 36. Tað visti seg, at hetta var eitt heppi tiltak. Hanne- mann spældi ein sera góðan seinna hálvleik, har hann birti uppundir eitt kvikt álopsspæl, fekk samband millum miðjuna og álopið, sum hevði vantað í fyrra hálvleiki, og hann fekk eisini snarað nokkso nógv av álops- spælinum út á vinstra vong til Páll Augustinus- sen, VB, og Hera Nolsøe, HB, sum høvdu htið at gera í fyrra hálvleiki. Tað, at Hannemann kom inn og ørkymlaði íslendingar, gjørdi eftir øllum at døma, at Sverri Jacobsen, HB, fekk betri pláss at spæla. Tað varð ikki ansað so nógv eftir honum, sum tað eigur, og hetta takkaði hann fyri við at skjóta bæði føroysku málini uppá langskot, sum vóru sjáldsama góð og knøpp. Hin føroyski spælarin, sum kom inn, var Dánjal Jákup Thomsen, VB, ið avloysti Palla Askham, HB, tá eitt korter var eftir. Verjan varð samstundis umskipað, so at Heðin Baldvinsson, Kí, fór at Urslitini i HM í fyrradagin Hohand-Brasilia 2-0 V.Týskland-Poland 1-0 Svøríki-Jugoslavia 2-1 Argentina-E.Týskland 1-1 Finalan sunnudagin kemur at standa millum tvey góð álopslið. í mhlumumfari- num hevur Holland málúr- tøkuna 8-0, og Vestur- týskland hevur málúrtøk- una 7-2. frálíkt mál, sum næstan bert hollendingar kunnu gera tað. Brasihanararnir spældu ógvuliga klókt og sikkurt tann fyrsta hálva tíman, og bæði Jairzinho og Cesar - tvær følnaðar stjømur - kundu havt avgjørt dyst- in, tá teir vóru einsamallir við málmanninum, men teir skutu við síðuna av. Tá brashianarar endUiga komu ígjøgnum ta holl- endsku verjuna, runnu teir seg í eina offside fellu hvørja ferð. spæla vinstri bakkur og Dánjal Jákup tók hansara plass í miðverjuni. Besti spælarin á lands- hðnum mundi vera Ragnar Hansen, HB, ið stríddist óført allan dystin. Finnur Helmsdal legði eisini nógv fyri og vardi m.a. einaferð á sjálvari málstrikuni. Heðin Baldvinsson spældi munandi betri enn vænt- að, eins og Hermann Midjord, ÍF. Av álops- spælarunum var mest lagt merki til Jóhan Johanne- sen, HB. Málmaðurin Regin Árting, HB, spældi ein góðan dyst við fleiri stak góðum bjargingum. Bjarni spældi ikki Ein av spælarunum, sum var úttikin tU landsliðið, spældi ikki við mikudagin. Tað var Bjarni Clementsen úr HB, sum gav avboð. I hansara stað spældi Heðin Baldvinsson úr Kl. Miku- kvøldið spældi Sverri Jacobsen sín 10. lands- dyst, og Heri Nolsøe sín 11. Finnur Helmsdal, Palli Askham og Hermann Mid- jord spældu á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Miskunnarleysur dystur um finaluplássið Dómarin svíkti í hesum ráa dysti Hannemann fekk lív í TIÐINDI ÚR HAVNINI Vil ikki brúka kvotuna enn Kalsevni hevur verið niðri í Norðsjónum og roynt eftir sild, men hann ætlaði sær nú at fara upp til Hetlands- leiðina at royna uttan- fyri tað økið, sum verður rakt av kvoter- ingini. Seinasta túrin lá prísurin, sum teir fingu fyri veiðuna úr 1,38 kr. niður i 80 oyru, og teir vilja tí ikki brúka ov nógv av kvotuni, fyrr enn prisurin verður betri. Føroysk mann- ing umborð enn Tað er framvegis før- oysk . manning við Bresti, hóast hann er seldur tU Danmarkar. Tað var ein danskur skipari, sum keypti skipið. Brestir var latin nýggja eigaranum um 1. mei, men føroyska manningin skuldi vera við skipinum eina tíð. Brestir var millum tey fyrstu stálhnuskip- ini, sum føroyingar bygdu í Norra. Hann var bygdur í Ulsteins- vik í 1957. Hann varð seldur fyri eina góða mUjón krónur. Ferðamanna- heimið útbyggir Á ferðamannaheimin- um Fráhald hava tey pláss fyri 50 gestum, men sagt verður, at har hevur minni fólk verið óg gist í ár enn í fjør Fyri alt árið í fjør høvdu tey 7.000 gist- ingar á ferðamanna- heiminum, og higartU í ár hava tað verið umleið 2.000. Teir bestu mán- aðamar plaga tó at vera juli og august. Fyri tey, sum hava vandrikort, er kostnaðurin 13 kr. fyri eina song fyri náttina og 3 kr. eyka fyri atgongd tU køk og bað. Fyri tey, sum ikki hava vandrikort, er kostnaðurin 5 kr. meir- a. Tað tykist, sum tað em íslendingamir, sum hava svikið í ár. I fjør vár vóm nógv fleiri íslendingar á ferða- mannaheiminum enn í ár. Tað em mest útlendingar, sum vitja har, men eisini er tað nakað av føroyingum. Av føroyingum eru tað ofta skúlaflokkar, sum vitja. Ferðamannaheimið verður í løtuni útbygt. Gjørd verður ein matarhøh aftrat, og eisini nøkur kømur. Tá útbyggingin er liðug, verður pláss tU eini 70 sengur tUsamans. Undan íslandi Á Bacalao kemur væl av trolfiski upp á land. Týsdagin avreiddi Haharklettur 127 tons undan Islandi. Miku- dagin avreiddi Astrid II 50.000 pund av trolfiski. Skal skifta ketilrør Brandur Sigmundars- son hevur lagt veiðuna upp á Skála. Hon vá 424 tons. Brandur var henda seinasta túrin nakað tarnaður av tí, at hol kom á fleiri ketilrør, og teir mistu 14 dagar ella meira av hesi orsøk. Tað verður neyðugt at skifta- eini 200 ketil- rør út, og hetta verður gjørt á Skála, har Brandur framvegis hggur. Seinasti túmrin hjá Brandi vardi í umleið fimm mánaðar.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.