Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 11

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 11
Fríløtan TÍPINPABLAÐIÐ ffríggjadagin 5. juli 1974 Síða 11 Ein harður nevaleikur: nøs, høka og kjálki brotin Um somu tíð, sum bardagin leikaði á í Evropa frá 1914 til 18,gjørdist professionel boksing eitt tað best dámda undirhaldið í USA. Til síðst í 1914 var Jack Johnson heimsmeistari í tungvekt. Hann hevði verið tað síðani 1908. Dempsey saman við eini kvinnu í Paris Johnson var ikki væl- dámdur maður. Hetta komst ikki av tí, at hann var nekari, men av tí, at hann reypaði so illa, livdi eitt lætt Uv og hevði lítlan hug at verja heitið. Ónøgdin við hann minkaði ikki av, at hann livdi saman við hvitum kvinn- um - ein av teimum forgjørdi sær, tá hon hevði livað saman við honum í nakrar mánar. Fyri ikki at verða ákærdur fyri sexu- ellar brotsgerðir, búði hann í Fraklandi og Barce- lona næstan øll árini, hann var heimsmeistari. Jess Willard vinnur 11914 fingu menn Johnson til at verja heitið í einum dysti í Havanna á Kuba móti einum tveimum metra høgum cowboyara, Jess Willard. Tað gekst ikki Johnson væl. Willard sló hann út í 26. umfari. Sum allir aðrir meistarar helt Willard, at ongin kundi vinna á sær. Men í Rocky Mountains striddist ein unglingi miðvísur fram ímóti tungvektaheitinum og teimum nógvu pengun- um. Hann var námsarb- I hesum døgum fyri 55 árum síðani eiðsmaður, av og á landa- strok, ella gekk hann náttarvakt á jambreyt- unum millum teir smáu námsbýirnar. Hann plagdi at fara inn á barrimar og bjóða sær til at sláast ímóti einum og hvørjum fyri litið og lætt - men nøkur prosent vildi hann hava av tí, sum varð veddað um dystimar. Tann stóri dysturin Maðurin kallaðist William Harrison Dempsey og fekk sær fornavnið Jack. Tá hann i nøkur ár hevði boksast millum gullgrav- amar, fór hann til New York - tapti, men lærdi teknikkin. Hann var næstan líka illa dámdur sum Johnson hevði verið, tí fólk søgdu hann snýta seg frá herskyldu í krígsárunum. Á amerikanska tjóðar- degnum 4. juli í 1919 - i gjár fyri 55 ámm síðani - fekk hann kjansin: hann boksaðist móti Jess Will- ard um heimsmeistara- skapið. Dempsey sló sin stóra mótstøðumann í gólvið sjey ferðir í fyrsta umfari. Hann varð út- nevndur vinnari og nýggj- ur heimsmeistari og var á veg úr ringinum, tá hann noyddist at venda aftur. Tað visti seg, at gongong- in hevði bjargað Willard. Heilt í ørviti varð Willard noyddur at boks- ast tvey umfør aftrat, áðrenn hjálparmenn hans- ara tveittu hondklæði inn í ringin og góvust. Tá vóm høkan og kjálkabeinið í knúsi, nøsin brotnað, og ein av tonnunum hjá Willard sat føst í handsk- anum hjá Dempsey.’ Jack Dempsey varð- veitti meistaraheitið í sjey ár og tjenti so nógvar pengar, at hann gjørdist ríkur restauratiónseigari í New York.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.