Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 4

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 4
Síða 4 TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 Barberurin i Sevilla Leygarkvøldið kl. 19 hevur Musikdramatisk Teater sína fyrstu framførslu í Føroyum av operuni Barberurin í Sevilla av Rossini. Framførslan verður í Læraraskúlanum undir leiðslu av Ole Schmidt, Johannes Mikkelsen-og Lennart Toft. Operan verður síðani framførd í Hvalba suiinudagin, Klaksvík týskvøldið, á Oyrabak- ka hóskvøldið og fríggj- akvøldið, og at enda í Havn . næsta leygar- kvøld. Yrking í seinasta fríggjadags- blaði prentaðu vit tríggjar yrkingar av E.J.Gata. í yrkingini «Høgoyggj í kvøldar- lýsi» var fyrsta reglan av misgávum prentað «í glarhavi verður hon». Tað skuldi vera «í glarhavi veður hon». Framsýning Frimodt Joensen opn- aði í gjár listafram- sýning í Klubbanum í Havn. Framsýningin er opin i dag, leygardagin og sunnudagin eisini, hvønn dag frá kl. 15 til 20. Viðlíkahald Bygdaráðið í Sanda- vági hevur søkt eftir handverkarum at gera innanhýsis viðlika- haldsarbeiðið á felags- skúlanum á Giljanesi. Stongt Kassaavgreiðslan á Tel- efonverkinum er stongd frá 8. til 30. juli, meðan starvsfólkið heldur summarfrí. Rokningar- nar kunnu hesa tíðina rindast á posthúsum, í bankum ella sparikass- um. Summarfrítíðin førir eisini við sær, at skriv- stovan hjá Føroya Reiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag er stongd til 31. juli. Skúla- koyring Felagsskúlin á Oyra- bakka hevur lýst koyr- ingina av skúlabømum leysa. Her er talan um koyring av bømum úr Tjømuvík, Haldórsvík og av Langasandi. Skrivlig tilboð upp á koyringina skulu vera inni 15. juli. Bátur til sølu Ein 8 tons deksbátur, sum er klárur til fiski- skap, er til sølu.'Seljari er Erling Petersen í Sørvági. Skúlin flytur Føroya Maskinskúli í Havn er fluttur í onnur høli. Tað er í húsunum hjá Valdemar Liitzen í Sigmundargøtu við inngongd frá Lágu Kei. Skúlin byrjar skeið til maskinist 5. august, sum varir til desember mánaða. Gudstænastur Sunnudagin hevur Kjartan Mørkøre guds- tænastu í Havnar Kirkju. J. Follend hevur altargongd á Glyvrum. K.O. Viderø hevur altargongd í Sumba kl. 12 og á Leiti kl. 18. Axel Tórgarð hevur altargongd í Kvívik. Høgni Poulsen verður í Sandavági kl. 11 og í Miðvági kl. 19. Magnussen verður í Klaksvík. Jákup Joen- sen, fyrrv. varabispur verður i Árnafirði kl. 12 og í Haraldssundi kl. 16. Jóhan Weyhe hevur altargongd á Tvøroyri kl. 12 og í Øravík kl. 18. Ebenezer Evangeliskur fundur er sunnukvøldið kl. 18 og bønarfundur mána- kvøldið kl. 19.30. Katólska kirkjan Tað er opið til privata vitjan og bøn hvønn dag frá kl. 8 til kl. 19. Messa er hvørt kvøld kl. 19. Tycho Brahe við bryggju i Havn Teir kanna havbotnin sum lið í ætlanum at bora eftir olju Tycho Brahe á Havnini, fer nú til Grønlands Danska geologiska kann- ingarskipið Tycho Brahe kom á Havnina í hesi vikuni. - Ætlanin varð at kanna havbotnin við Føroyar, sigur skiparin, men tey teknisku tólini em í ólagi. Tey em farin til Danmark- ar til umvælingar og vera síðani send beinleiðis til Grønlands. Hammframt er høvuðsmaskinan í ólagi, so kanningamar verða av ongum við Føroyar hesa- ferð. Farið verður tí beinleiðis til Grønlands, tá skipið er klárt. Til Vestur- grønlands Ætlanin er fyrst at fara til Vesturgrønlands og kanna allan havbotnin við stren- dumar, frá Søndre Strøm- fjord og suður á Hvarvið. Teir rokna við at vera frammi umleið 17. juli. Tá verða geologamir komnir hagar, teir skulu gera tað vísundaliga kanningararb- eiðið. Um miðjan august er ætlanin at fara til Reykja- víkar at taka útgerð og síðani sigla upp til Scores- bysund í Eysturgrønlandi. Teir ætla at kanna leiðir- nar har gjølla, tí vísunda- menn halda, at Grønland einaferð hevur ligið saman við vesturstrond Noregs. Kanningar av báðum landsløgunum vísa hetta, siga vísundamenn, og tá teir nú hava funnið nógva olju við norsku vestur- strondina, rokna teir við, at olja í hvussu so er skuldi verið við eysturstrond Grønlands. Við kanning- unum, sum higartil em gjørdar har, halda teir havbotnamar vera líkar hvørjum øðmm. Kanningarnar, sum teir nú fara at gera við Grønland, skuldu farið at víst, hvussu løgini á havbotninum liggja. Hes- ar kanningar gera teir við teimum seismusku og magnetisku tólunum. Finna teir nakrar sokall- aðar lummar, imillum løgini, skuldi olja eisini verið at funnið eins og í Norðsjónum. Arbeiðið Grønlands Geologiske Un- dersøgelser hevur leigað skipið fyri eitt ár, frá Geodætisku Kanningar- stovuni. Tað er væl útgjørt við øllum kanning- artólum til seismiskar botnkanningar. Haraftur- at hava teir fingið tól umborð til reflektiónsseis- mik og magnometurmál- ingar. í lastini hava teir eisini ein kompressara, sum sætta hvørt sekund sendir eina luftbløðm niður á havbotnin, við 200 atm. trykki. Tær ristingar, sum henda bløðra ger á hav- botninum, verða máldar á seismisku og magnometr- isku tólunum. Eitt tól ger síðani diagrammyndir av havbotninum út frá hesum upplýsingum. Lerantól I Grønlandi fáa teir eisini tvey lorantól umborð, sum eitt flogfar hevur brúkt til kanningar har. Hesi tól skulu nýtast í sambandi við kanningartólini, so teir samstundis vita, hvar tær seismisku kanningamar verða gjørdar. Leiðarin fyri teimum vísundaligu kanningunum verður mag. scient. Birger Larsen. Afturat honum er ein annar geologur og tveir teknikarar. Skipari á Tycho Brahe er P.H. Hvelpelund. Hann hevur ofta verið í Føroyum og Grønlandi. Millum annað hevur hann siglt við donsku vaktarskipunum. Við skipinum eru umframt hann 5 mans. Tá skipið einaferð verð- ur lagt, kemur einki nýtt í staðin. Tað er 25 ára gamalt, bygt úr eik, og ferðin er 7 míl. Maskinan er ikki í góðum standi, hon er líka so gomul sum skipið. Skipið verður væntandi aftur í Føroyum umleið 1. oktober á veg til Dan- markar. Fráboðan Landsstýrið sigur frá, at útlit er til, at sildaveiðan í Norðsjónum verður kvoterað í tíðarskeiðinum 1. juli 1974 til 30. juni 1975. Landsstýrið vil sum skjótast boða frá, hvussu kvotan verður at lutað til skipini. Veiða aftaná 1. juli í ár verður tikin við i lutinum hjá hvørjum skipi. Heitt verður tí á allar skiparar og eigarar av nótaskipum í sildaveiðu at hava eina kvotaskipan i huga. Føroya landsstýri 2. juli 1974

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.