Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 8

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 8
Síða 8 TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 SPYRJIÐ LÆKNAN Eitt arr Tá eg var 5 ára gomul, datt eg á einari súklu og sló pannuna í. Líka siðani tá havi eg havt eitt arr á pannuni, oman fyri vinstra eyga. Eg eri nú 18 ára gomul og vildi fegin sloppið av við hetta arrið, sum eg haldi lýtur meg nógv. Hvussu og hvar kann hetta gerast? Er tað dýrt? M-a. Tað er lcett hjá tygum at sleppa av við hetta lýtandi arrið í pannuni, og tað kostar tygum onki, um tygum eru í sjúkrakassa. Tygum fara til læknan og tosa við hann um tað. Viðgerðin er oftast skurðviðgerð. MS Eymur baktarmur Eg eri ein maður uppá 32 ár. Eg eri so avtikin inni í endatarminum og uttaná. Tað er ógvuliga óbehagiligt. Eg havi prøvað at smurt salvu (vaselin) uppá, men einki hjálpir. Hetta hevur vart í minst 1/2 ár. Eg havi eisini nógvan skriða við- hvørt, men tað er ikki ormur, og tá eg lati avføring, bløði eg altíð eitt sindur. Eg vóni at fáa eini góð ráð frá tygum, tí eg havi ikki viljað farið til lækna við einum so eymum punk- ti. Maðurin frá bygd Tað er ilt at siga við vissu, hvat orsøkin er til trupulleikarnar hjá tygum, eftir teimum upplýsingum, tygum geva, men tað kundi bent á, at tygum møguliga hava eina rivu í baktarminum, sum gevur trupulleikar- nar við opninginum og ger, at tygum bløða eitt lítið sindur. Tá hjálpir ikki salva. Skriðin hevur helst aðra orsøk, og um tygum eru heilt vísur í, at tygum ikki hava orm, so skuldi einhvør salva hjálpt. Alt hetta kann bert verða avgjørt við einari kanning, og áttu tygum tí at farið til lækna tygara. MS Nervøs Eg eri 31 ár og eigi tvey bøm. Tvey tey seinastu árini havi eg verið nervøs - eg ræðist nógv, sum eg ikki ræddiSt fyrr, og ofta støkki eg upp úr song- ini mitt á nátt. Hetta er komið, síðani eg átti seinast. Maður min vU so gjama hava eitt bam aftrat, og eg hevði ikki sjálv havt nakað ímóti tí, men eg tori ikki. Hava tygum nøkur ráð at geva mær? MM Tá ið tygum eru so bangin av tygum, so haldi eg ikki, at tygum skulu royna at fáa nakað barn aftrat í løtuni. Helst skuldu tygum roynt at funnið útav, hvat orsøkin man vera til, at tygum eru vorðin so nervøs. Orsøkirnar kunnu vera ógvuliga mangar, fíggjarlig við- urskifti, viðurskiftini i heiminum, serliga verð- ur her hugsað um, at tygum kunnu vera ovbyrjað av arbeiði við tveimum børnum og við at halda hús annars. MS Magasár Maður min, sum er 34 ára gamal, varð fyri fýra mánaðum síðani skorin fyri magasár, og hvørja ferð hann hevur etið, følir hann seg ikki væl. Kann hetta vera tekin um, at hann hevur fingið eitt maga- sár afturat? A.O. Tað er nokkso vanligt aftaná skurðviðgerð fy- ry magasár, at trupul- leikar koma í sambandi við, at etið verður. Tað nýtist ikki at vera tekin um, at nýtt magasár er komið. MS Tørvurin á bókum settur upp í svørtum og hvítum 1 ær svørtu talvurnar vísa, hvørjar bøkur tørva Framsýning á Venjingarskúlanum, sum 1 vísir, hvussu stórur tørvurin er I hesum døgum er ein framsýning á Venjingar- skúlanum í Havn, har víst verður á, hvussu nógv restar i at fáa allar tær bøkur á føroyskum, sum skúlin hevur brúk fyri. Svart og hvítt - Framsýningin vísir tær bøkur, vit hava, og tær, ið resta í fyri at lúka minstu krøvini, ið verða sett m.a. av Brúnubók, sigur Ingrid Dalsgarð í samrøðu. Brúnabók er ein leið- beining til lesiætlan og krøv fyri fólkaskúlan og framhaldsdeildina. T.v.s. at bókin ásetir, hvat skúlin skal undirvísa. Sett er upp á talvur, hvørjar bøkur, vit hava, og hvørjar resta í. Svart kartong er sett upp, har tær írestandi bøkuríiar skuldu havt verið. Tær lærugreinir, sum framsýn- ingin umfatar, eru før- oyskt, kristni, kunning, rokning, enskt, týskt og alisfrøði. Hvat væntar? - Vit hoyra so ofta í tølum, hvussu nógvar bøkur okkum væntar. Framsýn- ingin skuldi víst skilliga, hvussu stórur tørvurin er, sigur Ingrid Dalsgarð. Jóannes Enni hevur gjørt eitt yvirlit yvir bøkur, sum skúlin hevur brúk fyri á føroyskum. Millum tær bøkur, sum resta í, nevnir hann lesibók til triðja, sjeynda, tíggj- unda flokk og triðja real, norðurlandasøgu, verald- arsøgu, orðabøkur og bøkur í skrivligum før- oyskum til teir eldru flokk- arnar. Til framhaldsdeild- ina vænta eisini rokni- og matematikkbøkur, landa- læra, fysikk og biologi. Staðið har vit møtast ¥ Sverrisgøta 19 Tlf. 1 44 41 Tórshavn Smáttan hjá Tom Tom varð vístur í ein skúr við moldgólvi, og í einum horni lá nakað av hálmi. Tað var songin. Garðurin var illa drivin, og alt var forfallið. Tá tað gjørdist myrkt, komu hinir trælirnir heim av markini, teir vóru illførir, og sóu ikki út til at hava tað gott. Tom skilti, at her var ikki gott at vera. Trælirnir, sum høvdu arbeitt frá tí sólin reis, fingu eitt sindur av meis at eta, men fyrst máttu teir sjálvir mala tað í eini kvøm og síðani baka breyð av tí, og tað leið væl út á náttina, áðrenn komið var so langt, at teir kundu hugsa um at fáa sær. Teir sterkastu trælirnir skotraðu hinar til viks, og tá Tom beyð sær til at hjálpa nøkrum kvinnum, sum ikki kundu klára seg, hugdu tær undrandi at honum. Slíkt vóru tær ikki vanar við.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.