Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 3

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 3
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 Síða 3 • Føroyar vunnu seinna hálv- leik móti íslendingum ♦ Fótbóltslandsliðið spældi sín higartil besta dyst móti íslendska A-landsliðnum Føroysku spælararnir mentu seg, tá íslendingar vóru komnir frammum 2-0 Sverri Jacobsen gjørdi føroysku málini Fremstur á myndini Ragnar Hansen, sum mundi vera besf ' spælari á føroyska liðnum og Sverri Jacobsen, sum gjørdi bceði málini fyri Føroyar Føroyingar vunnu seinna hálvleik i fótbóltslands- dystinum í Gundadali mikukvøldið. Teir vunnu henda hálvleik 2-1, og sjáldan man áskoðara- fjøldin vera farin so væl hýrd frá einum fótbólts- dysti sum hetta kvøldið. Tað er heldur onki undar- ligt í tí, tí onki føroyskt landslið hevur fyrr megnað at kroysta íslendingar so nógv sum hetta liðið, hóast úrslitið enn einaferð gjørdist íslendskur sigur - hesaferð 3-2. Til henda dystin høvdu føroyingar ein annan taktikk enn vanligt hevur verið i landsdystum móti íslendingum. Fyrr hevur mestsum allur denturin verið lagdur á verjuspælið at avmarka tapið mest møguligt, men hesaferð varð eisini dentur lagdur á at spæla veruligt álops- spæl. Hesin taktikkur vísti seg at eydnast væl hesaferð - serliga í seinna hálvleiki. Tað, sum gjørdi, at áskoðararnir i Gundadali kundu fara av vøllinum í góðum hýri, var tað føroyska spælið í seinna hálvleiki. Føroyingar spældu kvikt, kontant og royndu alla tíðina at fáa álopsspæl. Hetta gav úrslit beinanvegin seinni hálvleikur var byrjaður, og ikki meir enn tríggir minuttir vóru farnir, tá føroyingar fingu fýrsta mál sítt, sum Sverri Jacobsen skjeyt langt úti frá. Linligur 1. hálvleikur Annars var dysturin lin- ligur tann fyrsta hálva tíman, fyri ikki at siga allan fyrra hálvleik. Ferðin var ikki nógv á spælinum fyrstu tredivu minuttir- nar, men íslendingar høvdu tamarhald á dyst- inum, og føroyingar vístu seg at vera ógvuliga smædnir - teir tacklaðu ov litið og bíðaðu ov nógv eftir bóltinum. Nakað álopsspæl fingu teir heldur ikki fram, men tað mesta av spælinum var har afturi og á miðjuni, og tá føroysku spælaramir royndu at fara igjøgnum íslendsku verjuna, var tað mestsum altíð í høgru siðu. IVIálkjansiri . íslendingar høvdu nakrar máltjansir í fyrra hálvleiki, og fingu eisini tvey mál. Bert fáir minuttir vóra farnir av dystinum, tá íslendingar mundu fingið mál. Tað var Matthias Hallgrímsson, sum skall- aði ein bólt, ið kom innfyri, niður í annað homið, men Regin Árting var knappur og fekk tveitt seg eftir bóltinum og bjargað til homaspark. Fyrsta málið Tá eitt gott korter var farið, fingu íslendingar fyrsta málið. Óskar Tó- masson spældi frameftir til Kristinn Bjømsson, sum beinanvegin spældi viðari til Matthías Hallgrímsson á høgra vongi. Matthías rak einar tvær ferðir inni í brotsteiginum við bólti- num og skjeyt so móti tí handara stongini. Regin fekk eina hond á bóltin, men fekk ikki hildið honum. Uppranin til hetta álop var, at Páll Augus- tinussen misti bóltin á føroysku helvtini, so at íslendingar kundu fara í álop. Næsta íslendska málið Tað næsta korterið helt hetta linliga spælið fram, og nú sást skilliga, at tað bilaði við sambandinum millum verju- og álops- spælararnar á føroyska liðnum, alt ov fáir bóltar komu frameftir, soleiðis at álopsspælararnir fingu gjørt nakað við teir. Tá 31 minuttir vóra famir, komu íslendingar framum 2-0. í einum íslendskum álopi varð bólturin spældur út úr føroyska brotsteiginum, men hann fór beint út til ein íslending, . Ásgeir Eliasson, sum kom renn- andi fram i vinstra síðu. Hann langaði til bóltin uttanfyri brotsteigin, og hann fór í netið, aftaná at Regin hevði nortið við hann. Nú mundu tey flestu halda, at stórtapið var víst, men so var ikki. Tvørturímóti mentu før- oysku spælaramir seg aftaná seinna íslendska málið; teir fingu meiri tamarhald á spælinum, og ferð eftir ferð eydnaðist tað teimum at spæla seg fram eftir vøllinum, men kortini vóru ongi rættulig skot frá teimum. Jóhan Jóhannes- son fekk eina langa avlev- ering frá Sverra úr vinstra síðu, og kundi havt fluktað, men royndi at temja bóltin og misti hann so. Føroyar spæla kvikari Tá liðini byrjaðu seinna hálvleik sást skilliga, at føroysku spælararnir høv- du fingið boð um at spæla harðari og meiri kontant enn í fyrra hálvleiki. Hetta gav úrslit beinanvegin. Tað vóru ikki famir meira enn tríggir minuttir av seinna hálvleiki, tá før- oyska liðið fekk fýrsta mál sítt. Aftaná eitt álop, sum var spælt fram í vinstra síðu, skallaðu íslendingar bóltin út úr brotsteiginum, og hann kom beint út til Sverra Jacobsen, sum gjørdi skjótt av og fluktaði móti málinum. Hetta var eitt hart skrúvandi skot, sum í seinastu løtu kavaði innundur yvirliggjaran og i netið. Hetta málið fekk rópini at gella í Gundadali sum sjáldan áður, og hetta setti eisini enn meiri ferð á føroyska spælið, men fleiri mál fingu teir ikki í hesum umfari. Tá 20 minuttir vóra famir fingu íslend- ingar aftur eitt mál. Regin jústaði ein bólt út úr brots- teiginum, hann fór beint til islendingar, sum spældu hann fram í brotsteigin til Kristinn Bjømsson, ið við einum hørðum skoti setti bóltin í netið. Bert eina lítla løtu aftaná vóra aftur boð eftir føroyingum, men tað eydnaðist Regini at bjarga hesi atsókn og nøkram skotum aftrat, áðrenn Sverri Jacobsen aftur var uppá spæl yviri á íslendsku helvtini. Hann fekk eina avlevering aftan- ífrá í vinstra síðu, rak nakrar ferðir við bóltinum, og tá hann kom til homið á brotsteiginum, skjeyt hann knappliga eitt flatt skot, sum sat beint innan- fyri handara stongina, uttan møguleika hjá ís- lendska málmanninum Tórstein Ólafsson. Hetta var seinasta málið i dystinum, men báðir partar royndu, hvat teir kundu, at fáa fleiri mál. Islendingar høvdu okkurt álop, har Regin Árting noyddist út at takkla teir í brotsteiginum, men føroy- ingar trýstu eisini spælið fram á islendsku helvtina, og t.d. einaferð var Páll farin ígjøgnum í vinstra síðu og skjeyt væl innfyri, men har var ongin føroyskur spælari í brots- teiginum at taka ímóti. NYTT UM NØVN Brúdleyp Leygardagin 6. juli giftast í Havnar kirkju: Hergerð Krossteig og Bjøm Mohr Mortensen, Tórshavn. Brúdleypsadressa: Hote' Føroyar. Leygardagin 6. juli giftast í Kjøpinhavn: Ólrann í Hjøllum av Toftum og Louis Niel- sen, Kjøpinhavn. Brúdleypsadressa: K.F.U.K., Store Kann- ikestræde 19, Køben- havn K. Susan Margaret Carl- sen, sjúkrasystur, dótt- ur Ova og Helenu Carl- sen, verður tann 13. juli gift við Brace Lennart Taylor, politistur í Royal Canadian Moun- ted Police. Adr.: 2222 8th Aven- ue, Trail BC, Canada. I dag giftast í Keyp- mannahavn Sólvá Joh- annesen úr Fuglafirði og Kári Helmsdal úr Havn. Adr.: Thomasen, Marstalsgade 233, 2100 København 0. 80 ár Sunnudagin fyllir Al- vilda Magnussen, Tra- arvegi 5 í Havn, 80 ár. Alvilđa er ættað úr Havn, men giftist til Húsavíkar við lærara- num Magnus Magnus- sen. Hann doyði í 1961, og tá flutti Alvilda aftur til Havnar at búgva. Tey fingu 8 bøm, sum øll era á lívi: Manni og Gunnvør búgva í Danmark, Hjørleif í Klaksvík, Kjartan og Erling í Húsavík, Brynhild á Sandi og Hákun og Elinborg í Havn. 80 ár Leygardagin 6. juli fyllir Christian Ras- mussen uppi í Toft í Søldarfirði 80 ár. Hann sigldi í mong ár sum bestimaður, og hann førdi eisini skip. í 1925 og -26 var hann skipari á Stanley. Hann tók skiparaprógv í 1924. Kona hansara, Elisa- beth, er ættað úr Fuglafirði. Tey eiga ongi børn. Leygardagin 6. juli giftast í Havn: Asbjørg Johannesen, ættað úr Skopun og Heri Jacob- sen, ættaður úr Havn. Bæði búsitandi í Havn. Adr.: Hotel Hafnia. Lærarastørv Skúlastjómin hevur sett Johs. Eli Iversen sum lærara í Tórs- havnar kommunuskúla frá 1. august í ár at rokna. Regin av Steinum er settur sum lærari í Tórshavnar uttanbíggj- a kommunu við skúlan á Argjum frá 1. august 1974 at rokna. 85 ár Sunnudagin 7. juli fyllir Poulina Djurhuus, Inn- an Glyvur, 85 ár. Poulina er ættað av Hvítanesi. Hon giftist Innan Glyvur við Jósup Djurhuus, sum doyði fyri mongum áram síðani av tuberklum. Hann hevði verið einkj- umaður, og Andrew Djurhuus í Havn er sonur í fyrra giftu hansara. Poulina og Jósup fingu fýra synir. Berint býr í Grønlandi, John í Danmark, Wenzil í Havn og tann yngsti, Emil, býr Innan Glyv- ur. Prógv Á Tannlæknaháskúl- anum í Keypmanna- havn hevur Peddy Dán- ialsdóttir Davidsen úr Havn tikið tannlækna- prógv. Á Arhus Seminarium hevur Elsa Absalonsen, Klaksvík, tikið lærara- prógv. Andlát Mánadagin 1. julí andaðist Sofus Eliasen - Sofus á Sæbonki - á Kirkju, 72 ára gamal. Sofus á Sæbonki hevur verið sjómaður, og tað er stutt síðani, at hann legðist upp á land. Kona hansara, Malena, er ættað av Kirkju, og bøm teirra era: Óluva, Fróði og Mami.

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.