Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 15

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 15
TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 Síða 15 SJOVIINNUBANKIN SUÐRINGAR Tórsdagin 4. juli 1974 lótu vit nýggja skrivstovu upp í PORKERI Henda dag verður bankin opin kl. 16-18 Annars verður avgreiðslu- tíðin fyribils: Mánadag, mikudag og fríggjadag 15-17 PORKERI Vitiligt er, at Suðuroyggin man vera fyrst bygda oyggin í Føroyum. — Tá fyrstu landnámsmenninir komu sunnaneftir úr norsku londunum, tóku teir bústað, har liviligast var: Góður sólargangur, góð jørð, nógvur fuglur, nógvur fiskur. Tí man Porkeri vera ein av okkara elstu bygdum. Kornplássið er gott, og um eingi bjørg eru, so hava tá bæði lundi og skrápur havt góð livilíkindi, og hagin var góður til seyð og neyt. Fiskimiðini lógu ikki langt av leið, og her bleiv tí eitt av bestu útróðra- plássum, sum gjørdi porkeningar til teir góðu veiðumenn burturav. — Hetta førdi síðan til at framúrskarandi skiparar frá fyrstu slupptíðini til dagin i đag komu úr Porkeri. Vert er at leggja til merkis, at ein tann.fyrsti skiparaskúlin her á landi var í Porkeri hjá Dánjal í Ungagarði. ' Her í bygdini hava eisini verið merkismenn. Vit minnast frá søgnunum Páll bónda á Nesi, ið livdi fyrst í 1600; hann gjørdi sær fjøðurham at flúgva við, og hava vit ti átt ein undangongumann í flogkunnleika, tó hann er ókendur uttanfyri Føroyar. Gravsteinur yvir Páll stendur í Porkeris kirkju. Nakað um sama mundi var Jóanes í Gjørðum sýslumaður í Suðuroy, hann var av vitugastu monnum. Tann skemtiligi Ánjasa táttur frá 1680-unum sigur frá, at porkeningar vUdu fylgja við tíðini. — Anjas keypti sær byrsu sjálvur úr Havn, sum ikki mundi vera einsmansføri tá á døgum. Tíverri kann her eisini av sonnum sigast, at tað ríka havið ikki bara gav nógv, men kravdi so sannUiga sín mikla toU, sum tann prýðUigi minnisvarðin ber prógv um. — Neyvan man nøkur bygd hava mist so mangar mans á sjónum sum Porkeri. Tó at missirnir vóru sárir, góvust menn ikki á hendur, men teir ungu tóku treystliga við, har fedramir sleptu, og førdu bygdina fram mUlum aðrar, tá tað ráddi um sjóvinnu. Sum teir undangongumenn, porkeningar hava verið, vóru teir skjótir at fáa sær handil, tá kongligi handilin helt uppat. — Porkeri var tá størri bygd enn Vágur. SkUligt er, at ein framburðshugað bygd sum Porkeri hevur brúk fyri einum banka, og tí fer Sjóvinnubankin at seta á stovn eina deild her tann 4. juli 1974, sum við ráð og dáð fíggjarliga vU styðja øU góð tiltøk til frama fyri Porkeris bygd. Vit byggja eisini á tað unga ættarliðið Børnini eru framtíðin, gevið teimum eina bankabók! Bundin uppsparing............................. 8% p! a. Á bankabók við 12 mánaóa uppsøgn............... 8% p. a: Á bankabók við 6 mánaða uppsøgn ............... 6% p. p. Á bankabók við 3 mánaða uppsøgn................ 5% p. a. Á bankabók við vanligum treytum................. 4% p. a. Á tjekk-konto................................. 2% p. a. Broytingin í búskapinum hevur ført við sær. at eisini einstaklingurin hevur fingið meira brúk fyri einum banka. Ein banki er handilsfyritøka, hvørs handilsvøra er peningur. Hann. ið hevur pening til avlops, setir hann inn. Honum, ið vantar tøkan pening, veitir bankin lán. Soleiðis verður bankin við til at skapa tað ltvgevandi renslið í samfelagnurn og fremja sparsemi og hjálpa fólki til at seta fót undir eg borð. SJÓVINN" \NKIN hevur, síðani hann varð stovnaður, altíð roynt at staðið fremst, lofta teimum n, . tíðunum og teimurn fyribrigdum, sum tær hava ført vjð sær. Ein konto í ’*kara banka hevur tann fyrimun, at tá kenna tygum bankan og bankin tygum. Eitt, sum serm 'cir okkum føroyingar, er, at vit vilja seta fót undir egið borð. — Við at seta pening inn á b mkabók hevur mangur verið førur fyri at reisa búgv. Fyri pening tygum seta inn á bankabók, góðskriva vit í løtuni tygum rentur soleið ; banki %

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.