Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 9

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 9
Fríløtan TÍÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 5. juli 1974 Síða 9 Til Miðalhavið við Siggert II . Alhambra - ein dreymaverð Rita Myklebust skrivar - 3. partur. Ein hvíld við einurn kaffikrússi 9 9 Sum frálíður finna vit ikki meir av áhuga á Málaga. Vit binda bátin væl og fara við bussi inn í landið. Vit ætla okkum til Granada við Alhambra - í fomum døgum var hetta borg hjá mauriskum kongum, og nú á døgum fult av ymiskum mentunarminnum. Sólin rísur árla, og hetta gerst ein avbera góð ferð gjøgnum eitt skiftandi landslag. Aftan fyri slætt- lendi og smáar olivinlundir síggjast fjøllini daga móti loftinum. Vit síggja seyð og geitir á beitj, og smáir bólkar av kál^kaðum set- húsum eru allan vegin, har vit koyra. y / Tá vit hava koyrt í triggjar tímar, standa vit at enda við Alhambra. Stórir skansaveggir røkka allan vegin kring eitt fjall. Óteljandi torn peika upp frá múrunum. Hiðani hava vit gott útsýni yvir alt Granada og lendið uttan- um. Vit siggja stórar skógir. Aftanfyri hómast teir kavaklæddu tindamir á Sierra Nevada - og eystanfyri gapa sigoynar- holir ímóti okkum sum myrk hol í fjøllunum. Landslagið Eftir mauraratíðina fall Alhambra í hendur teirra Kristnu. Nakað broyttist tað tá, sumt varð tikið niður og annað bygt upp. Ein Santa Mariu-kirkja varð bygd í staðin fyri ta kongaligu moskeina, og Karl V bygdi her sína stóru renæssanceborg. Alt hetta hevur gjørt, at plássið er blivið ein saman- seting av tveimum ólikum heimum: tí arabiska og tí kristna. Gøtumar em prýddar við hestaskógva-portrum, og allastaðni em frálíkir urtagarðar. I støðum em smáar, fýrakantaðar viða- lundir. Generalife kallast tann vakrasta. Hon liggur nakað ovarlaga í fjallinum. Har em urtagarðar við frakt, cypressum, liljum og rósum. Vit verða hugtikin av tí góða sambandinum millum ark- itektar og náttúm. í borgini venda fleiri vind- eygu út móti landslagnum. Lættar súlugongir leiða okkum hinvegin út til smá, hugnalig tún við springvøtnum og hyljum. Borgin innan Úteftir virkar Alhambra javnt og sterkt. Har finnast enntá restir av málaðum steinum og nøkur árit. Men mest hug- tikin vórðu vit inni á borgini. Tað finst ongin endi á, hvussu nógv borgin er skrýdd. Bæði loft, veggir og gólv em prýdd. Og á bróstunum em út- skorin vísdómsorð á arab- iskum. Eitt av teimum ljóðar: Virðing skal vísast honum, sum sigur náðirík orð. Ella hetta, sum stendur yvir bogagongdini til eitt av teimum kongaligu rúmunum: Kom innar við friði, tala við kunnleika, ver sparin í orðum og far í friði. Men sjálvt um alt er so nógv prýtt, virkar tað ikki ørkymlandi. Tvørturimóti er tað merkt av einum hægri friði og klárleika. Vit halda tað muhammed- anska vera yndisligt. Súlumar em smidligar við vakurt prýddum høvdum. Á borgini hjá Karl V. finna vit nú eitt fomminn- issavn og eitt listasavn. Sjálvur bygningurin er gjørdur við teimum klass- isku sum fyrimynd. Báðar fasadurnar hava stórar dyr, sum líkjast romersk- um sigursbogum. Eitt annað frá kristnari tíð er tann gitni Leyvu- garðurin. Navnið kemur frá einum springvatni mitt í garðinum. Tólv leyvur bera einum stómm kari - allar við eyðsýndari arka- iskari útsjónd. Hesin munurin á tveim- um bygningssniðum, sum sæst í Alhambra, styrkir bert heildina. Skapini fylla hvørt annað út. Hetta hugtakandi landslagið og romantisku bygningarnir hava gjøgn- um øldir sett ferð á hugflogið hjá fólki. Ein hópur av sagnum er knýttur at Alhambra - tað er ein dreymaverð fyri seg. Kongarnir búðu ógvuliga einsamallir her, og tað hevur helst verið orsøkin til sagnirnar. Mest verður sagt frá kongasonum og kongadøtmm, sum verða innilæst í tornum fyri at verða vard móti heiminum uttanum. Og stríðið mill- um tær báðar trúaráskoð- anirnar, sum her andaðu lið um hð, er eisini eitt evni, sum ofta er við. Sagrtir og ævintýr Ævintýrlig er søgnin um tann mauriska kongssonin Ahmed, kærleikspílagrím- in. Hann situr innilæstur og hevur bert samband við læraran. Endamálið er at verja hann ímóti kærleik- ans býttleika. Men alt gongur sum oftast væl móti endanum. Kongsson- urin lærir seg fuglamál. Nú kemur hann at hoyra um kærleika og eina vakra kristna kongsdóttir, ið situr innistongd eins og hann. Fuglarnir fáa sam- band teirra millum. Ah- med yrkir, og kongsdóttir- in sendir ein skreytlut við einari mynd av sær. Hjartað á kongssoninum fer skjótt at banka, og hann rýkur út í verðina at leita eftir gentuni. Hann má vinna á mongum tmpulleikum og nýta ikki sørt av gandi, áðrenn hann finnur hana. Tey fara bæði til heimland hansara á einum flúgvandi teppi. Maurarakongurin er júst tá deyður, Ahmed fær sjálvur valdið, og tann vakra kongsdóttirin gerst sultaninda. Semja fæst nú millum arabarastatin og tann kristna statin. Fleiri tom í Alhambra em kallað upp eftir slíkum søgnum. Nevnast kann Torre de las Infantas, Kongsdøtratornið, har ein harðrendur mauriskur kongur læsti sínar tríggjar døtur inni. Kristnir fúrsta- synir hjálptu trimum av teimum út, men tann triðja var so rædd og drálaði so leingi, at hon slapp ikki til rýmingar við hinum. Hon endaði lív sítt í tominum á ungum aldri, einsamøll og eydnuleys. Ongastaðni finst í dag eitt so stásiligt útlendskt- evropeiskt miðaldarstað sum Alhambra. Og vit em

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.