Tíðindablaðið - 24.01.1975, Side 2

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Side 2
Tíðindablaðið Utgevari og blaðstjórn: Finnbogi Isaksen Ámi Absalonsen Adr.: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48'49 Leysasøluprísur 2,00. kr. eintakið. Prent: .Tíðindablaðið og Dimmalætting. Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum. Bátar og menn Tað fyrsta ella eitt av teimum fyrstu mál- unum, sum løgtingið fer at viðgera, tá tað kemur samanaftur, er prísískoyti til útróðrarfisk. Útróðrarfeløgini hava skip- að landsfelag, og tríggir menn fyri hetta felag hava havt fundir við landsstýrið um studningin. Merkisvert við hesi umboðan er, at allir teir tríggir, sum umboða útróðrar- menninar, eru bátaeigarar. Ynski og krøv, sum teir hava lagt fyri landsstýrið, eru okkum ikki kunnug, men tað kann hugsast, at teir ikki einans hava útróðr- armannin, men eisini støðuna hjá bátun- um í huga, tá teir seta fram síni uppskot. Eftir trolingina á landleiðini í fjør summar løgdu teir nógvu bátamir stilt. Hugurin til at leggja um til línu aftur var ikki til staðar. Seinni á árinum viðraði illa, og úrslitið varð tí, at ein stórur partur av útróðrarflotanum lá stillur frá september til í síðstu viku, tá veðrið aftur var hampuligt og fiskiskapurin góður. Henda langa uppiløgan hevur komið monnum og bátum illa við. Tær krónur, sum teir møguliga løgdu niðurfyri fyrru helvt av 1974, ruku útaftur í seinnu helvt, og nú er tómt. Spumingurin er tí, hvørja leið lands- stýrið ætlar at ganga. Til fyri fáum árum siðani var metingin, at bátarnir áttu at klára seg við helvtini av avreiðingarprís- inum, meðan tað almenna veitti studning til manningina fyri at elva monnum til at rógva út. So vítt gjørligt eigut landsstýr- ið at halda fast við hetta sjónarmið. TÍDINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975 Tvinnar eru gøturnar í orðaskiitinum um skúlan. í Føroyum hevur verið víst á hansara støðu sum skúli í einum hjálandi og í einum borgarligum samfelagi. í samband við hesa fyrru støðu hansara heVur verið sagt, at tað er menn- andi at broyta hann soleið- is, at hann kemur undir føroyskt vald, og at hann sum upplæringarstovnur av lærdari arbeiðsmegi á allan hátt kemur at tæna teirri føroysku tjóðini. Stríðið fyri hesum enda- málinum er ein partur av stríðnum fyri tí óreingiliga sjálvsavgerðarættinum. í samband við hansara seinru støðu sum upplær- ingarstovnur av lærdari arbeiðsmegi í einum borg- arligum samfelagi hevur m.a. verið víst á ymiskt, ið ber við sær, at ríkmanna- børn hava betur umstøður til hægri útbúgving enn børn úr tí arbeiðandi meiri- lutanum. Sagt hevur ver- ið, at tað er neyðugt hjá tí arbeiðandi meirilutanum at stríðast fyri einum av- gjørt demokratiskum skúla. Somuleiðis hevur verið víst á dupulttýdningin av loysunarorðunum: «Ein føroyskan skúla til før- oyska samfelagið». Annar er ein skúli, hvørs uppgáva er at lúka treytir føroysku vinnulívsmanna; hin treyt- in hjá tí arbeiðandi meiri- lutanum. Tosað hevur ver- ið ímóti, at tann arbeið- andi meirilutin tigandi skal góðtaka krøv borgara- stættarinnar um valdið á upplæringarstovnunum, tí tá góðtekur hann, at borg- Tummas í Dali, studenta- skúlanæmingur, skrivar um tað orðaskiftið, sum hevur verið um skúlan, og eftirlýsir viðmerkingum til tey nógvu uppskotini um broyting av skúlastigan- um arastættin økir um sítt nærum óskerda valđ. Og at enda hevur verið víst á skiftandi støðu skúlans undir ymiskum framleiðsl- uhættum, frá at vera ein reint upplýsandi stovnur í teologiskari vitan o.l. til at gerast eitt neyðturvuligt lið í teirri borgarligu fram- leiðsluni. Alt hetta hevur verið sett upp ímóti ymiskum hugsanum um skúlan, settar fram av fleiri «vinn- ulívssinnaðum» fólkum, sum meira ella minni bein- leiðis hava verið fortalarar fyri at vinnulívsmenn skulu hava økt vald á skúl- anum, bæði hvat innihaldi og formi viðvíkjur, og at skúlin 'skal byggjast á treytum borgarastættar- innar. Men ongantíð eru frá hesari síðuni komnar nakrar viðmerkingar til tey nógvu «uppskotini» um sjálva broytingina av teimum ymisku skúlastig- unum, soleiðis at tey betur eru lagaði til hvørt annað. Ei heldur er nakrantíð nevnt nakað um ta so nógv umtalaðu «nýggju» fak- samansetingina, sum ætl- andi skal geva lesandi møguleika til meira prak- tiska upplæring. Bert hev- ur verið staðfest, at hetta er tann almenna menning- in søguliga sæð. Men í Tíðindablaðnum 8/1-75 trínur so ein bú- skaparfrøðingur og uni- versitetslærari, Ámi 01- afsson, fram, og sigur, at hesin grundgevingarhátt- ur, sum nýttur hevur verið ímóti teimum borgarligu hugsanunum, er ov ein- faldur. Ámi slær hann upp í háð og samanber hann við eina datamaskinu, ið er programmerað til at siga nei, hvørjaferð borgara- stættin sigur ja. Skuldi tað verið so, átti tann arbeiðandi meirilutin at verið ímóti fiskimarksút- flytan, men tað er hann ikki, og tað eigur hann heldur ikki at vera. Árni grundar nevndu hugsan sína við at tOsa um møguligar batar, sum standast av at gera skúla- skipanina meiri liðuliga og meiri innihaldandi prakt- iskan lærdóm o.s.fr. Men sum omanfyri nevnt eru teir møguligu batarnir ikki vorðnir umrøddir frá hes- ari síðuni, og als ikki í Tíðindablaðnum 6/12-74, ið Árnasa grein er ætlað sum eitt svar til. Har verður einans tosað um valdið á skúlanum og hansara skiftandi uppgáv- ur frá bóndasamfelagnum til tað borgarliga samfel- agið. (Hesum kann ein og hvør kanna eftir, um hon- um listir). Sostatt var Árnasa «svar» óneyðugt. Tað er altíð keðiligt at koma við slíkum viðmerk- ingum, men her er tað óumgangiligt. Helst hevur Árni verið ov litið um- hugsin. Tí ber tað ikki til at góðtaka uppskot til broytan av faksamanset- ingum og slíkum uttan at góðtaka borgarastættar- innar krøv um‘ økt vald á skúlanum? Sjálvandi ger tað tað. Til teir møguligu batar- nar Árni tosar um er at siga, nú onki nágreiniligt uppskot fyriliggur, at tað í sjálvum sær er ein góð hugsan at innføra meira praktiskan lærdóm á t.d. studentaskúlan. Ogat ger- a valmøguleikarnar yvir- høvur størri. Hetta er helst eins gagnligt, sum at inn- føra tær kritisku læru- greinarnar í slíkar skúlar sum t.d. skipara- og mas- kinskúlan. Alt velst tó um, á hvønn hátt henda hugs- anin verður sett í verk. Annars er torført at skilja, hví Árni sum búskapar- frøðingur nýtir eina grund- geving sum hana, at Framhald á bls. 3 Samanhald Norðmenn hava nú fingið avtalur um tey trolfríu øk- ini -við Norðurnorra við Bretland, Fraklánd og Vesturtýskland, men tað gekk striltið at fáa mynd- ugleikarnar í hesum lond- um at ganga við til ein sáttmála. Um norsku frið- ingarætlanina skrivar 14. September: Høvdu øll hesi fýra lond- ini — ísland, Grønland, Føroyar og Noreg — stað- ið saman í útflytingar- og øðrum fiskiverndarpoli- SJQNARMIÐ tikki og har afturat fingið stuðul og undirtøku frá hinum Norðurlondum, so svitaðist ikki, at tey fingu víst øllum uttanífrá kom- andi atsóknum aftur og at tey fingu framt áhugamál s:ni. Men, so hevur tíverri ikki verið og so er ikki enn. Og hetta hevur verið van- lagna okkara allra — ís- lendinga, Grønlendinga, Føroyinga og nú seinast Norðmanna. Tey hava staðið spjadd og roynt hvørt í sínum lagi at reka egnan fiskimarkspolitikk. Samtøka / t. d. Danmark hava fram- leiðararnir skipað andeils- virki, teir fáa gjøgnum árið ein minstaprís fyri vøruna, og við árslok verður yvir- skotið býtt út. Sosialurin skrivar: Soleiðis áttu føroysku flakavirkini eisini at verið skipað. Her áttu fiski- mannafelagið, útróðrarfel- øgini, arbeiðsmannafeløg- ini, teir sum eiga útróðrar- bátarnar, teir sum reka fiskiídnað uppi á landi og tað almenna at tikið seg saman og skipað flaka- virkinr sum andeilsvirkir. i Hetta vildi stimbrað um áhugan og nørt um fram- leiðsluna. Tá hevði ikki verið neyð- ugt at flutt avreiðingar- prísin upp og niður eftir skiftandi marknaðarprís- um. Eftir hesi skipan vildi hvør einstakur fingið á- huga fyri rakstrinum av virkinum. Hvør einsteikur vildi tá verið hugaður fyri rationellari og effektivari framleiðslu, tí hvør króna vildi eftir hesi skipan komið teimum sjálvum til góðar. Tingingarnar við ísland Um stutta tíð fara umboð fyri landsstýrið til íslands at tingast um veiðurætt- indini. Fjarðbúgvin skriv- ar: Vit skulu ikki vænta okkum serligar sømdir frá íslendingum nú heldur enn fyrr. Sjongurin um «frændur og brøður hand- an hav», ið summir menn og summi bløð so oftani hava ført fram, er nú brád- liga tagnaður. Tað var bara í veitslulag, vit vóru frænđur og brøður. 011 somul eru vit greið yvir, at sum útlitið er í løtuni, verður tað eingin løtt søk at vinna okkara fiskimonnum rættindi fram um aðrar í komandi samráðingum. Ikki góður startur Sambandsflokkurin hevur skotið upp at hækka prís- studningin til útróðurin við 5 oyrum kilo. Dimma- lætting skrivar: Og tað er tí onki minni enn ein frammaná fyri føroyskar útróðrarmenn yvirhøvur, at tann nýggi løgtingsmeirilutin sendi tingið heim í eyka nýggj- ársfrí at hvíla seg eftir valið av nýggjum lands- stýri, púra uttan mun til teir støðugt lækkandi av- reiðingarprísirnar, meðan prístalstryggjaðar lønir til m.a. løgtingsmenn hildu fram at hækka. Tað er ongin umbering fyri ikki at viðgera og møguliga samtykkja eina studningsveiting, at prís- fallið á fiski møguliga fór at halda fram, so at til- skotið 5 oyru. pr. kg. ikki fór at vera nóg mikið. Og ímeðan mugu bæði útróðrarmenn og aðrir før- oyingar, sum starvast í landsins høvuðsvinnu, sutta fingrarnar. Tað er av sonnum ongin góður start- ur, tað nýggja landsstýrið hevur fingið lutað frá sín- um egna løgtingsmeiri- luta.

x

Tíðindablaðið

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.