Tíðindablaðið - 24.01.1975, Síða 6

Tíðindablaðið - 24.01.1975, Síða 6
Síða 6 TIÐINDABLAÐIÐ fríggjadagin 24. januar 1975 Stjórnarkreppa í Portugal Tveir flokkar í portu- gisisku stjórnini hava hótt við at taka seg burturúr stjórnarsam- arbeiðinum orsakað av ósemju um eitt lógar- uppskot viðvíkjandi fakfeløgunum. Teir báðir flokkarnir eru fólkademokratamir og sosialistaflokkurin. Formaðurin í sosialista- Mario Soares flokkinum, Mario Soar- es, uttanríkisráðharri, hevur sagt, at flokkur hansara fer at hava ein fund sunpudagin, har støða skal takast til, um flokkurin skal halda fram í stjórnini. Hann sigur, at støðan í land- inum er sera álvarslig. Báðir flokkar halda, at verður lógin samtykt, fer hon at gera, at kommunistamir fara at fáa eitt ov stórt orð at siga í fakfeløgunum. Tað frættist fyrr í vikuni, at stjómin var í prinsippinum gingin við til hetta uppskotið, sum kommunistamir hava sett fram um eitt meginfelag fyri fakfel- agsrørsluna. Bardagar í Rhodesia Stjómin í Rhodesia sig- ur, at undir, saman- brestum millum stjórn- arhermenn og partisan- ar teir seinastu 9 dag- amar hava 15 partisan- ar latið lív. í kunngerð- ini verður sagt, at part- isanarnir halda fram at stríðast í landnyrðings- partinum av Rhodesia. Samstundis sum hesi tíðindi spyrjast verður STUTT UTTANEFTIR roynt at fáa menn at halda vápnahvildina, sum kom í gildi fyri seks vikum síðani. Álvarsligar avleiðingar Norðurvietnam hevur gjørt eina viðmerking til tíðindini um, at am- erikanski forsetin ætlar at biðja amerikansku kongressina um at játta 300 miljónir dollars af- trat til hernaðarliga hjálp til Suðurvietnam og Kambodja. Ein kunngerð frá uttanrík- isráðnum i Hanoi sigur, at amerikanska stjómin heldur fram við at binda USA uppaftur meira hernaðarliga í Suðureysturasia, hóast avleiðingarnar av hes- um kunnu gerast álvarsligar. í kunngerð- ini verður USA eisini lagt undir at hava brot- ið friðarsáttmálan, sum var undirskrivaður í Paris. Vitjanin avlýst Fáar tímar áðrenn suð- urafrikanski tíðindaráð- harrin skuldi fara til Rhodesia at vitja, var vitjanin avlýst. I eini kunngerð varð sagt, at vitjanin var óneyðug í løtuni. Tað varð ikki nevnt í kunngerðini, hvat ið var beinleiðis grundin til avlýsingina, men sagt varð, at stjómin í Rhodesia hev- ur góðkent hesa grund. Eldur ásettur 13 doyðu í Montreal í Kanada eru 13 fólk deyð av ein- um eldsbruna, sum pol- itiið sigur var ásettur við vilja. Tey 13 fólkini — 10 menn og 3 kvinn- ur — vóm funnin í sama rúmi, og ein juke- box stóð fyri hurðini, so at tey ikki sluppu út. Ein av monnunum varð skotin í ryggin. í hes- um rúminum komu brotsmenn ofta saman, og politiið sigur, at ein av teimum deyðu hevði verið vitni til eitt dup- ultmorð í hesum sama náttklubbi í november í fjør. I 1072 doyðu 37 fólk, tá eldur varð settur á ein annan náttklubb í Montreal. Tveir mans vórðu tiknir fyri at hava sett eld á, og teir fingu lívlangt fongsul báðir fyri morð. Kanska vil USA varðveita høgan prís á oljuni Oljurík skiferløg í Rocky Mountains fer sum frálíður at fáa prísin í eina fasta, trygga legu. Ikki heilt gott Hetta sjónarmið, sum am- erikanarar og serfrøðingar- nir hjá OECD føra fram, er bert partvíst rætt. Tað gagnliga er, at príshækk- ingin fær fólk at spara, og at hon ger tað møguligt at framleiða olju aðrastaðni. Men ein av teimum ringu avleiðingunum er, at summi framleiðaralond, sum ikki hóast alt eru so væl fyri fíggjarliga, noyð- ast at minka um fram- leiðsluna fyri at halda prís- inum uppi. Og tað hava tey ikki ráð til. Ein onnur avleiðing er, at tey lond, sum ikki fram- leiða og ongan møguleika hava at framleiða olju, koma illa fyri. At enda er tað so ein spurningur, um oljan sum frálíður yvirhøvur verður kappingarfør við aðra ork- u. Tað er ikki vist, at amerikanarar vilja hava oljuprísin niður. í einari røðu 2. januar segði Henry Kissinger uttanríkis- ráðharri, at USA fór møguliga at leggja uppí við hermegi, um arabaralondini royna at køva tann vesturlendska bú- skapin, men at oljuprísurin kundi ikki føra til kríggj. Chou En-lai væntar heimskríggj Tað eru summir tíðinda- menn, sum halda, at amer- ikanarar als ikki vilja hava ein lágan oljuprís. Fer prísurin niður á 3 ella 4 dollars fyri tunnuna, so veksur nýtslan, tað verður neyðugt at innflyta meira, og USA gerst meira heft av teimum oljuframleið- andi londunum. Hetta var mannagongdin frá 1945 til -73. Nýtslan mink^r, um prísurin er einar 11 dollars fyri tunnuna. Hetta kann eisini gera, at tað fer at loysa seg hjá amerikanar- um at framleiða olju í Alaska, úti á havbotninum og kanska eisini úr teimum oljuríku skiferløgunum í Rocky Mountains. Eftir átta árum kunnu amerik- anarar so kanska fara at útflyta olju. Følin fyri prísbroyting Arabararnir hava nógva olju, og tað hevur ikki so stóran týdning fyri teir, um prísurin broytist eitt sindur. Men amerikanska framleiðslan tolir ikki væl broytingar. Um OPEC-Iondini lækk- a prísin til 7 ella 8 dollars fyri tunnuna, noyðast am- erikanarar at gevast við framleiðsluni, har hon er dýrast, innflutningurin fer aftur at vaksa, og USA gerst aftur meira heft av londunum í Miðeystri. Amerikanarar noyðast tí at virka fyri at halda olju- prisinum høgum, um land- ið — sum Ford forseti hevur sagt — eftir nøkrum árum skal verða ført fyri at framleiða nóg mikið til egna nýtslu. Hetta sama sjónarmiðið er galdandi í Bretlandi, Danmark og Norra, sum fara at hava uppaftur størri framleiðsl- ukostnað av sínari olju enn amerikanarar. Fellur prís- urin, mugu hesi lond verja sína framleiðslu, antin við studningi ella við at skamta innflutningin. Til gagns fyri allar partar Serfrøðingar hjá OECD- felagsskapinum í París halda, at hækkingin av oljuprísinum hevur gagnað øllum. Framleiðaralondini hava steðgað einum vøkstri av nýtsluni, sum ikki kundi halda fram. í Vesturheiminum noyðast vit at verða minni oyðslut — og tað hevði verið ringt at fingið fólk at spart, um ikki prísurin fór upp. Príshækkingin fer at elva til óvanliga stóran vøkstur í oljuframleiðsluni aðrastaðni í heiminum, 'bg henda økta framleiðslan Tann fjórða tjóðskaparliga fólkaráðstevnan í Kines- iska Fólkaveldinum endaði fyri nøkrum døgum síðani. Á fundinum spáddi for- sætisráðharrin Chou En-lai nýggjan heimsbar- daga. Hann segði: - USA og Sovjetsam- veldið eru í dag teir størstu altjóða kúgararnir og mis- brúkararnir, og hesi bæði lond eru keldan til eitt nýgg heimskriggj. Teirra harða kapping má fyrr ella seinni føra til heimsbar- daga. Fór illa við russum I einari frágreiðing skuld- setir Chou En-lai Sovjet- samveldið fyri at hava gjørt viðurskiftini við Kina verri, m.a. við undirgrav- ingarvirki og við at elva til ófrið á markinum.' Hann skuldsetir eisini Sovjetsamveldið fyri at hava brotið eina avtalu, sum hann og Kosygin for- sætisráðharri gjørdu á heysti í 1969 um, at bæði londini skuldu hava her- fólkið standandi á sama stað fram við markinum. Blíðari við amerikanarar Um viðurskiftini við USA sigur hann, at ein grund- leggjandi munur er til staðar, men at viðurskift- ini millum londini eru batnað nakað tey seinnu árini, av tí at báðir partar hava virkað fyri hesum. Chou sigur, at kapping- in millum USA og Sovjet- samveldið hevur breitt seg til allan heimin, men at Chou En-lai hon er harðast í Evropa. Kina styðjar royndirnar hjá londunum í Vestur- evropa at fylkjast ímóti risaveldunum. Tað ideologiska stríðið millum kinesarar og russar eigur ikki at føra við sær, at londini ikki hava vanligt diplomatiskt samband, sigur forsætisráðharrin.

x

Tíðindablaðið

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.