Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 4

Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 4
104 Stutt yvirlit yvir elektrisitetina. Otto von Guericke. Hann var frá fyrstuni ikki lærdur natúrvitskapsmaður, men hevur við sínum sera dúglig'u og væl fyrireikaðu royndum gjort stór nppdagilsi. Guericke, sum í sínum royndum altíð stevndi at at fáa virkningarnar stórar, læt sær ikki hjálpast við at gníggja eina stong við hondini; hann gjordi sær eina stóra kúlu av svávuli, setti hana á eitt hjarta við kasti, so at hon kundi snúgvast runt. Læt hann nú ein vinđa, meðan hann helt hondina á kúluna, kundi hann fáa hana sterkt elektriseraða, so at hon dró at sær smá lott ting, sum t. d. fjaðrapu; men hevði eitt fjaðrapu nortið við ta elektrisku kúluna, so dró hon tað ikki at sær longur, men rak tað frá sær. Otto von Guericke fann soleiðis, at tað ikki einans er ein elektriskur atdráttur, men eisini ein elektriskur burtrakstur. Hann legði eisini til merkis, at altíð hoyrdist eitt smábrak í kúluni, táið hon varð elektriserað; og táið tað eina ferð bar á í myrkri, sá hann, at tað lýsti av ’nenni. Nokur ár seinri — (1700) -- eydnaðist tað einum áng- ilskum manni, ið W a 11 æt. at elektrisera eitt petti av rav so sterkt, at ein neisti sprakk av tí. Neistin tyktist honum so stórur, at hann i síni. annars nakað ógreiðu, frágreining metur hann við eitt lítið snarljós. Hervið var hin elektriski neistin funnin, men langtífrá útgrundaður; tí hann hevur víst seg at átt megi til mangt, og langt er tað frá, at teir vísastu menn á okkara đógum ltunnu siga, hvat týdning hin elektriski eldurin kann fáa. At elektrisitetin kundi streyma burtur frá kúluni gjognum ein hampatráð, visti Otto von Guericke væl um; men hetta bleiv seinri nærri ransakað av ángilskmanninum Steffan Gray, sum 1729 byrjaði sínar royndir viðvíkjandi elektrisi- tetini. Hann hevði einstakar ferðir lagt til merkis, at elek- trisitetin fór burtur frá tí tingi, ið varð gníggjað, og at tað ofta barst til, táið ein glasstong varð gníggjað í slavnari luft. Hetta komst av, at dógg legðist á stongina; tí vatn leiðir elektrisitet. Gray hevði eisini roynt at sent elektrisitet gjógnum ein hampatráð, og tað eydnaðist væl við einari longd uppá 26 føtur. Táið hann eina ferð seinri vildi vísa einum góðum vini royndina, nýtti hann ein tráð, sum var 740 føtur langur; henda

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.