Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 21

Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 21
Goymslan í Havn. 12 I einans er um eina f o r n gripagoymslu, av tí at okkara forn- gripir eru so fáir og smáir. Men djúpari er tann grundin, ið hin sgamli bygdar- maðurin« í Føringatíðindi fyri ig. januar 1899 dregur framm, har hann sigir, at ein forngripagoymsla vil geva Føringum »tjóðskapsevðkenni«, og har hann vil vera við, at tað er nógv betur at bøta um tað, ið vit hava fingið i arv, og byggja víðari á tí sum grund, enn at tveita tað burtur og byggja heilt av nýggjum á berari grund. Tað var altið niðurlagið i fyrstuni, at tað var einforn- gripagoymsla, vit máttu fáa í lag. Men tað var ilt at vinna sakini vinir, so leingi grundin var so trong. Tað galt tí um at leggja grundina breiðari og víðari. og eg var nú tann, ið fyrstur dró upp ein heilskapaðan uppdrátt av tí komandi goymsluni. Tað var í 1896 í brævi til Boeg. Eg legði strax orðið »forngripagoymslu« burtur og nevndi tað »goymslu« í staðin. Og goymslan skuldi vera henda: Har skuldi vera ein deild við føroyskum forngripum, ein onnur deild við ollum føroyskum fuglum og djórum í útstappaðum standi og við ollum føroyskum fiskum í spiritus, ein triðja deild við ollum føroyskum steinslogum, og har skuldi vera ein urtagarður við ollum føroyskum voxtrum og urtum; og 'nar skuldu vera út- lendskar deildir (sum etnografishar og aðrar); og har skuldi vera ein deild við ollum amboðum og tólum, íð nvtast til na- túrvitskapligar royndir; og til alt hetta skuldi knýtast ein stór bókagoymsla. Gll henda goymslan skuldi vera lands- ins ogn. *) Hetta er tann mest heilskapaði uppdráttur av goymsl- uni, ið enn er uppdrigin; og hetta hevur verið tað endamálið, eg havi haft fyri eygum undir mínum arbeiði fyri goymsl- uni. Kann grundin leggjast enn breiðari, skal eingin verða fegnari enn eg. Og her skal eingin koma og siga. at ein sltk goymsla verður dýr og kostingarsom at fáa í lag. Tað verður hon ikki. Lutirnir úr Føroyum kunnu fáast so við og við fyri Htlan ella ongan pening, og tað er ógviliga lætt frá goymslum í útlondunum at fáa útlendskar lutir, táið vit lata tær fáa føroyskar í býti. Tað sum mest krevist er bugagott arbeiði av stak monnum, og so av og á eitt sindur *j Henda goymslan mundi mestur blivið hin besti skúlalærari í einum kom anđi latínskúla.

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.