Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 24

Búreisingur - 15.07.1902, Blaðsíða 24
24 Goymslan í Havn. ella steini). skeiðformar, kúluformar og hoglformar. Og so er hópurin av amboðum. sum ymis kerald, gamlar lyktir, trigil, lyklar, ymis lás (sum sperðilslás og nýralás), súpanar- koppar, spíssinál, snøristól, teymaspjoldur, snús- mylnur, slípusteinar(iðbrúktustístaðinfyristrúkujarn),ker 1 - ingarkjaftar (knivskeiðir), gaffilskeiðir, glos, koskur, holukokupannur, eskjur, pipustokkar, korkaknivar, ljósasaxar. ljósastakar, brennivínshorn, bóndastól- a_r, ymsarskeiðir og bollar; og vit hava grøðisteinar og sigursteinar, dópshúgvur og dópskyrtlar, skabilk- hódd og træbein, spónalóg og rossaskrallur. Og har er ein rúgva av útskornum lutum (sum kistlar, stólar, pípustokkar, ólkerald). Av meiri kynstrigum arbeiðum, ið eru smíðað í Føroyum, vil eg nevna ein gaffil, ið Per í Norðstovu á Oyri gjðrdi fyri meir enn 150 árum síðan, og eitt signet, sum Óla Jelling á Eiði gjórdi fyri yvir 100 árum síðan, ymsar ljósasaxar og hópin av formum; men fyrst og fiemst mugu nevnast Guttaskeiðirnar av silvuri, sum Gutti í Bø hevur smíðað. og Mikinesbollarnir, ið eru bukaðir av silvuri yvir ein træform (formurin er til enn) av einum faðir og syni í Mikinesi. og Mikinesđósirnar av messingi, ið eisini eru smíðaðar í Mikinesi, Múlabollin, ið er smíðaður í Fugloy, o. a. m. Og so kunnu vit nevna ymsar jarðar- fundir, sum t. d. eitt petti av einum bronsasvórði úr Eiði, ein sjaldsaman form úr Skálavík, ein enn merkiligari bronsa- hest úr L.amba, nakrar merkiligar kolur ella fýrfðt av leiri, og annað ymist, funnið á gomlum húsagrunđum. í goymsluna er samandrigið ein rúgva fra Nólsoyarpálls húsi, sum glðs, koppar, krukkur, korða hansara, knappar, vest, spennir, bonđ, kýsar, kápur, turruklæð, navnaklútar, hárkambar og — hansara grindalykt og gidndapottur. Ætlanin er at goyma hetta fyri seg So eru ymsir lutir frá gomlum presta- husum, sum frá Matras. Muller, Hentze o. ððr. Frá skip- inum »Norske I.ðve« stendur at fáa ein ljósastaka, eitt pengaskrin, eitt borð. Men hví blíva vit við at rokna saman? Stutt og greitt, vit hava longu fingið nógv samandrigið, bæði stórt og smátt. Stutligt var at ferðast um og leita eftir »gomlum«. Og mangt skemtiligt kundi bera á, sum ein dagin í eini bygd 1 Eysturoynni. Eg stóð úti í túninum og tosaði við ein mann,

x

Búreisingur

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.